hósdagur 2. november 2017síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. NOVEMBER 2017
SOSIALURIN 128
15
Hóast tað ikki er nógv dagsljós
hesa tíðina av árinum, so er
umráðandi at gangnnýta tað sum
er, tí inni fært tú onki, greiðir hann
frá, og leggur afturat, at tað altíð er
gott at flyta seg og at vera virkin, tí
hevur man tunglyndi, so er lættari
at velja sofuna ella songina fram
um at fara út, tí orkan ikki er til
staðar. Tað er ein ringrás, greiðir
hann frá.
– Kroppslig vælvera ávirkar
eisini sálarligu heilsuna, staðfestir
hann.
GLYNDI
RAST
VISTI TÚ?
Vandabólkar:
1: Kvinnur
2: Longri vekk tú býrt frá
ekvator
3: Tunglyndi í familjuni
4: Aldur - jú yngri tú er,
størri er vandin
Hetta fært tú gjørt fyri at
fyribyrgja vetrartunglyndi:
Leita eftir ljósinum: Ferðast suðureftir og fá
meir sól, ella ver úti so nógv sum til ber, tá tað
er ljóst.
Er tað ikki møguligt at ferðast ella vera úti, so er
upplagt við ljósviðgerð. Tá situr tú framman fyri
eini sergjørdari lampu, sum veitir ljós við ávísari
styrki. Hetta er helst 10.000 lux. Minst tó til at
spyrja læknan um ráð.
Solarium hjálpir ikki.
Hav tað ljóst inni – bæði heima og til arbeiðis.
Løð battaríini: Tú kanst fyrireika teg til myrka
veturin við at fáa nokk av ljósi um summarið
og heystið. Tað kann virka fyribyrgjandi, og tú
orkar betri komandi myrku tíðina.
Fá góðan svøvn: Gerandisrútman er umráðandi
fyri sinnistøðuna, og verða vit illa órógvaði um
náttina, so ávirkar tað okkum.
Ver virkin: At íðka og at flyta seg hevur positiva
ávirkan á vetrartunglyndi.
Kelda: Lægehåndbogen