Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. november 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. NOVEMBER 2017 SOSIALURIN 128 16 Maria greiðir frá: Vit bæði vistu, at vit vildu gjarna giftast og at vit skuldu giftast við hvørjum øðrum. Vit tosaðu ofta um at giftast og hvussu okkara brúd­leyp skuldi verða o.s.fr., men tá vóru vit so ung og var tað ikki altíð so seriøst prát. Dagurin kom so tann 10/11-13, har Henning spurdi, um eg vildi giftast við honum. Fríggj­aríðið var perfekt fyri meg og er tað uttan iva tað næstbesta kvøldið í mínum lívið. Eg varð ikki yvir­raska, tí eg visti at hann vildi gift­ast við mær – meeen eg fór sjálvandi at gráta, tí tað var okkurt heilt magiskt við kvøldinum og eg minn­ist tað, sum tað var í gjár. Vit vóru ein vikuskiftistúr í Keyp­ manna­havn og hendi tað í einari íbúð í M blokkinum á Oyrasundi. Mega romantiskt ha? Tað var tot­ alt óplanlagt. Hann fór ikki á knæ, har vóru ongar rósur og held­ur eingin ringur – tíbetur! Tað var kerligt, erligt, intimt og akkur­át Henning. Vit eru bæði óromant­ isk, ella í øllum førum ófilms­rom­ ant­iskt – um man kann kalla tað so­leiðis. Eitt planlagt fríggjarí uppi á Eiffel­torninum, ella inni í einari flottari matstovu við rósum og ringi hevði slett ikki verið vit og hevði tað virkað óektað fyri okk­um bæði. Eg vanti faktist, at um Henning hevði farið niður á knæ í einari matstovu, ella bara onkra aðrastaðni, har onnur fólk vóru tilstaðar, so hevði eg sagt: “Hvat gert tú! Reis teg upp!” og so hevði alt sjálvandi verið oyðilagt. Henn­ing segði við meg áðrenn vit løgdu okkum at sova tað kvøldið: “Í morgin fara vit út at keypa tær ein ring og tú skalt sjálvandi sleppa at velja hann sjálv” – hann kennir meg væl ;) Brúðarkjólin, var ikki bara bara. Eg dámi faktiskt onki serliga væl brúðarkjólar yvirhøvur. Hatta har ”prinsessa fyri ein dag følilsi” vildi eg slett ikki hava og mær dám­ar ikki stórar og stívar kjólar. Næstan eitt heilt ár áðrenn sjálvt brúd­leypið var eg og passaði kjólar hjá Brúðarlín og har vóru nógvir flottir kjólar, men faktiskt passaði eg bara ein orduliga væl, og tað var ein stórur prinsessukjóli. Hann var mega flottur, men eg føldi meg sum ein flodhest sum ikki fekk luft, so tað skuldi tað ikki verða. Eg visti, at eg mátti byrja at leita tíð­liga, tí hetta fór sum sagt ikki at verða bara bara og eg vildi heldur ikki brúka nógvar pengar uppá kjól­an. Eg hugdi nógv á netinum, og eina­ ferð fann eg ein kjóla á Lilly.dk sum var uppá tilboð fyri 2.400 kr. sum var mega einkul, og eg dámdi hann faktiskt heilt væl. Steintóra svigerindan fór at hyggja eftir hon­um, og hon helt eisini at hann var orduliga penur, so eg bað hana fakt­iskt keypa hann, uttan at eg hevði passað hann. Ein vinkona hjá mær tók hann heim við, og hann passaði perfekt. Tað var ein hvítur kjóli uttan stroppar og utt­an sleb, næstan so einkul sum hann kundi vera. Fyri Henning var tað harafturímóti lætt. Hann var í føroyskum klæðum, har vit høvdu leigað ein hvótan vest, hos­ ur og tilhoyrandi hosubond frá Brúð­arlín. Mín dagur byrjaði kl 07.00 tann 03/01-15, tá eg fór heim til Elisabeth J. Solmunde, sum skuldi seta mær hárið og smyrja mær. Hon hevði ær­una av, at eg var so pen og er hon so dugnalig. Tað besta við henni var, at hon var so rólig. Hon var so rólig, at eg stressaði slett ikki um morg­unin. Vígslan skuldi longu verða BRÚDLEYP.FO MARIA OG HENNING Maria Jóhannusardóttir Joensen er 23 ár, ættað at Toftum og arbeiðir hon á Gjaldstovuni. Henning Erhardsson Joensen er 27 ár, ættaður úr Vági og í løtuni er hann cand merc aud lesandi.