hósdagur 2. november 2017síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. NOVEMBER 2017
SOSIALURIN 128
17
klokkan 12.00, so tí mátti mín dag
ur byrja so tíðliga. Henning svav
heima hjá sínum foreldrum, sum
man obinbart eigur náttina áðr
enn, og eg haldi, at hann svav væl
og leingi. Menn hava tað so lætt!
Beinta á Torkilsheyggi, fotograf
urin, kom um 10.00 tíðina, at av
mynda meg ímeðan eg varð gjørd
klár. Umleið klokkan 11.00 kom eg
heim aftur til mammu og tey, har
eg skuldi lata meg í brúðarkjólan,
tá komu nervarnir av álvara.
Mamma og omma hjálptu mær
í brúðarkjólan, og klokkan 11.55
komu tveir vinmenn hjá Henning,
sum koyrdu brúðarbilin, eftir
mær og skuldu teir koyra meg
til Fríðrikskirkjuna, har vígslan
skuldi vera. Eg mátti ikki verða
ov sein, tí ein onnur vígsla skuldi
vera klokkan 13.00. OHMYGOD eg
fekk nógvar nervar, tá eg kom inn í
forkirkjuna, og tá hurðarnar vórðu
latnar upp og eg sá øll fólkini. Har
vóru simpulthen so nógv fólk, eg
var so nervøs, spent, rørd, glað
og alt í senn. Hanus á Gørðum
gifti okkum, men Steintóra systir
Henning lesur teologi, og hevði hon
vígsluprædikuna. Hon var so ótrú
liga góð, stuttlig, annaðleiðis, per
sónlig og vóru vit so takksom fyri
prædikuna og at hon vildi átaka
sær uppgávuna.
Vit høvdu ikki fyrireikað nakra
sangframførslu, men tað hevði
familjan. Jónhild Djurhuus og
Jógvan Olsen, maður fastur mína,
sungu vakra sangin When God
Made You. Tað var barasta so flott
og rørandi. Eftir hesa fantastisku
vígslu vórðu øll boðin oman í
kirkjukjallaran, har vit høvdu
móttøku. Tað var onki á skránni til
hesa móttøkuna, men vit bjóðaðu
køkur, kaffi og frukt, og fingu vit
heilsa uppá øll hesi fólkini, sum vit
vóru so takksom fyri at síggja. Til
móttøkuna høvdu vit 3 stórar brúð
arkøkur, sum Miðberg hevði gjørt.
So var tíð til at taka brúðar
myndir! Vit vóru so heldig við veðr
inum, sjálvt um tað var 03. januar,
men veðrið var fantastiskt. Tað var
pinnastilt, og tað kavaði, júst sum
eg hevði ynskt mær og setti hetta
ein serligan dám á myndirnar og
eru vit so glað fyri tær. Eg haldi at
klokkan var umleið 16.00 tá vit vóru
liðug at taka myndir, og tá hendi
nakað, sum bara ikki má henda.
Steymurin fór. Ja, streymurin
fór, og hann var vekk leingi. Eg
haldi umleið hálvan annan tíma.
Tíbetur var tað væl time’a, tí tað
var akkurát tá vit líka høvdu eina
løtu til at slappa av og lada upp til
veitsluna, og tíbetur órógvaði hetta
ikki matin, sum Sjókaféin hevði
staðið fyri.
Klokkan 18.30 byrjaði veitslan,
sum varð hildin í B68 húsinum á
Svangaskarði. Hon var so hugna
lig og stuttlig og var tað myrkt
og tað kavaði uttanfyri, so øll
stearinljósini og ljósketurnar
komu veruliga til sín rætt. Tað var
ein siðbundin veitsla við 3 rætt
aða matskrá, einum góðum borð
stjóra, nógvum flottum talum og
nógvum yrktum sangum. Eftir
borðhaldið var fýrverk, sum hósk
aði seg so væl hasa ársins tíð, og
síðani høvdu vit eitt stórt kaku
borð, har tann brúðarkøkan eisini
kom frá Miðberg. Kim Hansen,
James Olsen og Jóhannus á Rógvu
spældu síðani til dansin. Brúð
arnáttin varð hildin á suite’ini á
Hotel Runavík og fóru vit ikki á
brúðarferð. Eg gekk í skúla tá og
Henning arbeiddi og gekk eisini í
skúla viðsíðurnarav og høvdu vit
tískil bæði próvtøkur o.a. at hugsa
um, so vit høvdu simpulten ikki tíð
at fara akkurát tá. Sum heild var
tað ein heilt fantastiskur dagur
frá byrjan til enda, men vígslan
var avgjørt tað besta við degnum.
Hon var so einastandandi vøkur og
persónlig.
Hóast hendan deiliga dag, var
tað ikki lætt at avgera, hvussu
brúdleypið skuldi verða. Vit diskut
eraðu nógar møguleikar, men tá alt
kom til stykkis varð tað rættiliga
siðbundið. Vit ynsktu ikki eitt
stórt brúdleyp, og tí valdu vit at
hava brúdleyp fyri innbodnum.
Vit ætlaðu faktiskt at hava eitt lítið
brúdleyp, men alíkavæl vildu vit
hava øll okkara nærmastu við, og
tey eru nógv, tí vit bæði hava stóra
familju, so tað lítla brúdleypið varð
skjótt droppað. Vit avgjørdu hóast
alt at gera tað so lítið, sum vit nú
einaferð kláraðu. Vit bjóðaðu uml
140 fólkum, har tað varð okkara
nærmasta familja og vinfólk - teim
um sum vit vóru saman við til dag
ligt. Vit høvdu kunnað bjóðað so
ótrúliga nógvum afturat, serliga
vinfólkum, men man verður eisini
noyddur at hava fíggjarætlanina í
huga. Vit høvdu móttøku í kirkju
kjallaranum aftaná vígsluna, har
øll vóru vælkomin, og tað eru vit
ótrúliga glað fyri.
Um vit skuldu gjørt nakað øðr
vísi, so høvdu vit ikki havt brúðar
hús. Hóast vit slett ikki høvdu stórt
brúðarhús, so vóru vit alt for troytt
til tað. Eg minnist so at siga onki frá
brúðarhúsinum – eg minnist nóg
illa hvør var har, eg var útkoyrd og
vildi bara sleppa at vera einsamøll
saman við manninum hjá mær og
tosa um tann fantastiska dagin
vit høvdu havt. Eg eri eisini ein
kontrolfreak, og eri alt annað enn
róligt anløgd, so eg hevði ikki sovið
í fleiri dagar áðrenn brúdleypið, og
hevði ornað mestsum alt sjálv, so
tað var onki at siga til, at eg var
troytt. Onnur sum duga betur at
slappa av og lata onnur hjálpa
til, orka sikkurt væl at hava fleiri
brúðarhús.
FRÁ BRUDLEYP.FO
FRÁ HEIMASÍÐUNI
BRUDLEYP.FO
Í NÆSTUM KANST TÚ LESA ALT UM
BRÚDLEYP Í FØROYUM Á IN.FO, TÁ IÐ
BRUDLEYP.FO VERÐUR LAGT Á IN.FO!
Gott ráð:
Fáið so nógv sum gjørligt tikið uppá
video, helst allan dagin! Tíðin gongur
so skjótt, og tað hendur so nógv, at man
hevur ongan kjans at minnast alt. Tá er
tað fantastiskt at kunna hyggja eftir
serliga vígsluni, og hoyra talurnar frá
veitsluni umaftur. Vit hava hugt so ofta
og tað er so gott at eiga alt uppá video.