Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. november 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. NOVEMBER 2017 SOSIALURIN 128 18 KOMMUNULÆKNATROT HALLUR AV RANA hallur@sosialurin.fo Í summar varpaði Vikuskiftis- Sosial­urin ljós á stóra trotið á kommunulæknum kring land­ið, og kundi tá avdúka, at 19.998 borgarar ikki høvdu ein fasta kommunulækna. Tá vóru 19 kommunulæknar í føstum størv­um, ið var nominerað til 17,5 ársverk. Av teimum 31 kommunulæknastørvunum, ið vóru nominerað í Føroyum tá, vóru sostatt heili 13 kommunu­lækna­ størv, ið ikki vóru sett. Nógv er tó broytt síðan miðjan juli, tá blaðið varpaði ljós á støðuna. Fleiri kommunulæknar eru settir starv, har summir av teimum eru nýggir kommunulæknar, meðan summir hava skift lækna­dømi. Tað eru tó eisini kommunu­ læknar, ið hava sagt seg úr starvi hetta tíðarskeiðið ella eru farin í farloyvi. Harumframt hava myndugleikarnir játta meira pengar til økið, so at fleiri kommunu­læknar kunna setast í starv. Sambært nýggjasta yvirlitinum yvir føroyskar kommunulæknar, ið blaðið hevur fingið innlit í, eru tað í dag 32 kommunulæknaviðtalur í Føroyum, harav 20 kommunu­ læknar eru í føstum starvi. Teir 20 kommunulæknarnir røkja 19 ársverk. Ellivu viðtalur eru mannaðar av avloysarum og ein kommunu­lækni er í løtuni í far­loyvi. Talið av borgarum, sum í dag ikki hava fastan kommunulækna er eisini farin rætta veg. Har tað í juli vóru 19.998 borgarar, ið ikki høvdu fastan kommunulækna, eru tað í 18.558 borgarar, ið ongan fastan kommunulækna hava. Versnar í høvuðsstaðnum Meðan støðan við kommunu­ læknum er vorðin betri kring landið, so er talið av kommunu­ læknum í føstum starvi lækkað í tveimum læknadømi. Í Suðuroyar lækna­dømi er Arnhold Jensen farin úr starvi, tí hann fer til Norðoya læknadømi, og eru tað sostatt einans tveir kommunu­læknar eftir í teimum fýra kommunu­lækna­ við­talunum í Suðuroynni. Signar Dam røkir einu viðtaluna í norðara helvt av oynni, meðan Dorrit Bech Joensen røkir eina av tveimum við­ talum í sunnara helvt av oynni. Góða gongdin í landinum sæst heldur ikki aftur í høvuðsstaðnum. Tólv kommunulæknaviðtalur eru í løtuni í Suðurstreymoyar lækna­dømi, og vóru tær í summar mannaðar av fimm kommunu­læknum, ið arbeiddu fulla tíð, fýra kommunulæknum, ið starvaðust niðursetta tíð, tveimum avloysarum og so var ein kommunu­lækni í farloyvi. Í dag eru tað framhaldandi tólv viðtalur í høvuðsstaðnum, men er talið av kommunulæknum í føstum starvi nú fýra, avloysarar eru eisini fýra í tali, tríggjar kommunu­ læknar arbeiða niður­setta tíð og ein kommunu­lækni er í farloyvi. Sostatt eru tað einans sjey av teimum tólv kommunu­lækna­við­ talunum í høvuðsstaðnum, ið eru sett við føstum kommunulækna. Fleiri túsund mist sín kommunulækna Fyri vanliga havnarborgaran, har kommunulækna er fyrsta dyrnar inn til heilsuverkið, er talan um eina tænastu, ið er munandi versnað síðan miðjan juli. Meðan tað í juli vóru 20.308 íbúgvar skrásettir í Suður­streym­ oyar læknadømi, harav 3.983 íbúgvar ikki høvdu ein fastan kommunu­lækna og 1.156 íbúgvar høvdu ein kommunulækna, ið var í far­loyvi, eru tað í dag 20.318 borgarar skrá­settir í læknadøminum, harav 6.635 borgarar í dag eru uttan fastan kommunulækna og 1.604 hava ein kommunulækna, ið er í far­loyvi. Sostatt eru tað 8.239 havnar­ borgarar, sum í løtuni verða mót­ tikin av skiftandi avloysarum, tá tey søkja sær hjálp hjá kommunu­ lækna. Síðan í summar eru tað so­ statt 3.120 fleiri havnarborgarar, ið antin ikki ikki hava ein fastan kommunu­lækna ella ein lækna, ið er í far­loyvi. Gongur framá Meðan tað í summar ikki var nakað HAVNIN BLØÐIR Meðan tað teir seinastu mánaðirnar hevur eydnast at sett fleiri kommunulæknar í starv kring landið, so versnar støðan í Havnini. Talið av kommunulæknum í føstum starvi í høvuðsstaðnum er seinastu mánaðirnir fækkað og fleiri túsund havnarborgarar hava mist sín fasta kommunulækna Góða gongdin í landinum sæst heldur ikki aftur í høvuðsstaðnum