hósdagur 2. november 2017síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. NOVEMBER 2017
SOSIALURIN 128
19
læknadømi í landinum, ið var fult
mannað av kommunulæknum
í føstum starvi, so hevur tað
seinastu mánaðirnar eydnast
at manna trý læknadømir við
nýgg jum
kommunulæknum,
soleiðis at tey í dag eru fullmannað.
Talan er um Sandoyar lækna
dømi, Eiðis læknadømi og Norð
streymoyar læknadømi, ið til
samans hava sett fýra nýggjar
kommunulæknar í starv seinastu
mánaðirnar. Í Sandoynni er Jóna
Hansen sett í starv sum fastur
kommunulækni og røkir hon nú
læknadømi saman við Dánjal
Peturi Højgaard, ið áður var einsa
mallur kommunulækni á oynni.
Jóna Hansen var áður ein av
kommunulæknunum í føstum
starvi í Miðlon í høvuðsstaðnum.
Í Eiðis læknadømi valdi man
fyrr í ár at uppnominera økið, so
leiðis at tveir kommunulæknar í
staðin fyri ein skuldu røkja tað, og
1. september í ár tóku Ása Jaspurs
dóttir Petersen og Signhild Peter
sen við sum kommunulæknar í
føstum starvi í læknadøminum.
Síðsta læknadømi, har tað
hevur eydnast at manna allar
kommunulæknaviðtalurnar,
er Vestmanna læknadømi, har
Gunnhild Helmsdal byrjaði sum
kommunulækni í Kollafirði 1.
oktober. Frammanundan er Djóni
Sandberg Joensen kommunulækni
í Vestmanna, og eru sostatt báðar
viðtalurnar í læknadøminum nú
mannaðar.
Undantikið tey læknadømini,
ið nú eru fullmannaði, so er tað
einans í einum øðrum lækna
dømi, at tað hevur eydnast at
sett ein kommunulækna í fast
starv seinastu mánaðirnar. Tað
er í Norðoya læknadømi har Arn
hold Jensen er settur í starv frá 1.
desember av. Talan er tó ikki um
tí stóru broytingina, tí framman
undan hevur Arnhold Jensen,
sum er í føstum starvi í Suðuroyar
læknadømi, verið fastur avloysari
í Norðoya læknadømi, ið sostatt
nú hevur mannað tvær av trimum
læknaviðtalum í læknadøminum
við kommunulæknum í føstum
starvi.
Enn eru manglar
Hóast støðan er vorðin verri í
høvuðsstaðnum, so er tað ikki bara
har, at trot er á kommunulæknum.
Støðan á Skálafjørðinum hevur
verið nógv umrødd í almenna
rúminum. Í løtuni eru tríggjar við
talur, ið røkja allan Skálafjørðin,
men Kári Rasmussen er einasti
kommunulækni, ið er í føstum
starvi í læknadøminum. Hinar
báðar viðtalurnar eru mannaðar
av avloysarum.
Í Norðoyggjum er Magnus
Magnusson einasti kommunu
lækni í føstum starvi, meðan hinar
báðar viðtalurnar eru mannaðar av
avloysarum, men verður tann eina
viðtalan mannað 1. desember, tá
Arnhold Jensen tekur við føstum
starvi.
Í Fuglafjarðar Læknadømi
eru tvey kommunulæknastørv,
harav Krista Thomsen mannar
eitt, meðan hitt er mannað av
avloysara.
Í Suðuroynni eru fýra viðtalur,
harav tríggjar í løtuni eru mann
aðar
av
kommunulæknum,
men minkar tað til tvær, tá eini
kommunulæknin á Tvøroyri fer í
annað starv.
Átøk verða gjørd
Rákið tykist at vera tað sama yvir
alt landið. Kommunulæknar søkja
tey størv har talið av borgarum
fyri hvønn lækna er avmarkað.
Tað merkir, at kommunulæknar
velja Havnina frá, har verandi
kommunulæknar eru undir
alsamt størri trýsti av vaksandi
fólkatali og minkandi tali av
kommunulæknum. Ein støða, ið
kommunulæknar í høvuðsstað
num hava víst á bæði í Sosialinum
og Kringvarpinum.
Meðan ein kommunulækni
í Vestmanna læknadømi, Eiðis
læknadømi og Sandoyar lækna
dømi, læknadømir sum í dag eru
fullmannaði, hevur millum 600 og
1.500 borgarar, er tilsvarandi talið í
Suðurstreymoyar læknadømi 1.600
til 1.900 borgarar, í Skálafjarðar
læknadømi 1.900 til 2.300 borgarar
og í Norðoyar læknadømi um 2.000
borgarar.
Heilsumyndugleikarnir og
politikarar eru vitandi um trupul
leikan, og hevur evnið javnan
verið frammi á løgtingi. Í heyst
játtaði løgtingið eisini, eftir eini
eykajáttanarumsókn frá Sirið
Stenberg, landsstýriskvinnu í
heilsumálum, 450.000 krónur
til Kommunulæknaskipanina
og verður peningur brúktur at
nominera eitt starv aftrat í Suður
streymoyar læknadømi og eitt
aftrat í Skálafjarðar læknadømi.
Harumframt verður biðin um
eina hálva millión krónur aftrat
í Fíggjarlógaruppskotinum fyri
2018, ið sum Miðlahúsið skilur,
skal brúkast til at uppnominera
læknadømini í Norðoyggjum
og Suðurstreymi, soleiðis at
tey bæði læknadømini fáa eina
viðtalu aftrat, og harvið minka
um talið av borgarum fyri hvønn
kommunulækna.
Meðan tað í summar ikki
var nakað læknadømi í
landinum, ið var fult mannað
av kommunulæknum í føstum
starvi, so hevur tað seinastu
mánaðirnar eydnast at manna
trý læknadømir við nýggjum
kommunulæknum, soleiðis at
tey í dag eru fullmannað
Sostatt eru tað 8.239 havnarborgarar,
sum í løtuni verða móttikin av skiftandi
avloysarum, tá tey søkja sær hjálp hjá
kommunulækna. Síðan í summar eru tað
sostatt 3.120 fleiri havnarborgarar, ið antin
ikki ikki hava ein fastan kommunulækna
ella ein lækna, ið er í farloyvi