hósdagur 2. november 2017síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. NOVEMBER 2017
SOSIALURIN 128
21
TÍÐARGREIN
JANET FRÍÐA JOHANNESEN
MATVØRUVERKFRØÐINGUR VIÐ HØVUÐSRITGERÐ Í
FISKIVINNUTØKNI
MASTER Í MANGAGEMENT VIÐ MASTERRITGERÐ Í
NÝSKAPANARLEIÐSLU
“
Fiskivinnan er ikki so serlig,
at hon eigur at undantakast
aðrar skilagóðar skipanir,”
segði Terje Sigurðsson,
deildarstjóri við Kringvarp Føroya.
Jú, fiskivinnan ER serlig, tí hon
hevur so stórt vakstrarpotentiali
fyri føroyska samfelagið. Rávøran
er einastandandi, og allur heimurin
er okkara marknaður. Tí hava vit
føroyingar góðar fortreytir fyri at
vera millum tey bestu í heiminum
til at menna vørur úr fiski, sum
liggja ovast í virðisketuni. Hetta
eru vørur, ið geva brúkarum góða
heilsu, góða vælveru og góðar upp
livingar – við øðrum orðum, funk
tionellar vørur.
“Ein skipan, sum tryggjar lív
frøðiliga tilfeingið, men annars
letur fiskivinnuna tillaga seg
eftir umstøðunum, er tað, sum
gevur størst møguligt avkast av
fólksins ogn,” stendur skrivað í
viðmerkingunum frá Kappingar
eftirlitinum til Vinnunevnd Løg
tingsins.
Her er tað neyðugt at leggja
afturat, at skipanin somuleiðis
skal tryggja karmar fyri nýskapan.
Hetta fyri at skunda undir til
gongdina at leggja búskapin um frá
ídnaðarbúskapi til vitanarbúskap,
og økja munandi um búskapin
í fiskivinnuni. Vinningurin av
at hava antitrust reglur í fiski
vinnulóggávuni er nógv størri
enn vinningurin av at miðsavna
fiskivinnuna á fáum hondum.
Harafturat er vinningurin við vit
unarbúskapi, at Føroyar fáa fleiri
vitunarstørv í fiskivinnuni, og
hetta eigur at gagna bæði Suður
oynni, Norðoyggjum og restina av
Føroyum.
Karmar fyri nýskapan
OECD ritgerðir hava eyðmerkt
fýra førarar, sum hava avgerandi
týdning fyri nýskapan. Hesir
eru: Menniskjaligt tilfeingi, vitan
og vitanardeiling, íverksetan og
kunningar- og samskiftistøkni. Í
hesi grein verður einans íverksetan
viðgjørd, tí antitrust er ein partur
av kørmunum fyri íverksetan í eini
vinnu, sum hevur eitt avmarkað
tilfeingi.
Antitrust eggjar
íverksetarar
Antitrust eggjar íverksetarum til at
fara til verka. Ein íverkseti, ið hevur
funnið fram til eina lønandi vøru,
hevur tveir møguleikar. Annar er
at halda áfram við virkseminum
og vaksa um fyritøkuna, og hin
er at selja fyritøkuna. Áhugin og
møguleikin hjá íverksetaranum at
selja fyritøkuna er munandi størri,
um talan er um fleiri keyparar.
Antitrust ger tað somuleiðis
lættari hjá núverandi virkjum
at leggja sína framleiðslu um til
eina vitanarframleiðslu. Hetta tí
minni fyritøkur hava tað lættari
við at leggja framleiðsluna um til
eina vitanarframleiðslu enn størri
fyritøkur.
Íverksetarar hava serligan
týdning fyri fiskivinnuna
Íverksetarar hava serliga stór
an týdning fyri samfelagið í
tíðarskeiðum, har tað eru stórar
broytingar. Tað er ein stór avbjóð
ing hjá fyritøkum at umstilla seg
frá einum ídnaðarbúskapi til ein
alheims vitanarbúskap. Tað er
ofta lættari hjá nýggjum fyritøk
um at taka nýggja tøkni og nýggj
ar arbeiðshættir í brúk og á henda
hátt ávirka framleidni og vælferð
ina. Nýggjar fyritøkur økja trýstið
á verandi fyritøkum til at vera
meira úrslitagóðar og at koma við
nýggjum vørum og tænastum.
Fiskivinnan skal gerast eggjandi
fyri íverksetarar, tí íverksetarar
vilja byggja sínar egnu dreymar.
Á Vinnudegnum í ár segði Tommy
Ahlers, íverkseti og formaður í
Iverksætterpanelet, sum danska
stjórnin hevur sett á stovn: “Byggir
tú ikki tínar egnu dreymar, so
hjálpir tú øðrum at byggja teirra
dreymar.”
“Tey, ið eru svangast vinna,”
var ein annar av boðskapunum
hjá Tommy Ahlers. Tað eru ikki
tey, sum eru klókast ella ríkast, ið
eydnast sum íverksetarar. Tað eru
tey, sum eru svangast. Fiskivinnan
hevur brúk fyri svangum íverkset
arum.
At lóggeva fyri antitrust, er at
lóggeva ímóti tí skaðiligu ávirk
anini, sum monopol- og stórar fyri
tøkur hava á tí fríu kappingina. Orð
við sama týdningi sum antitrust er
antimonopol.
Viðmerkingar til viðmerkingarnar frá Kappingareftirltinum til
Løgtingsmál um uppskot til løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi
Antitrust vil kveikja
fiskivinnuna
Fiskivinnan hevur eitt ómetaliga stórt vakstrarpotentiali fyri føroyska
samfelagið. Fyri at fáa størst møguligt avkast av fólksins ogn, má nýggja
fiskivinnulóggávan tryggja góðar karmar fyri nýskapan í fiskivinnuni. Føroyar
hava brúk fyri svongum íverksetarum og vitanarstørvum í fiskivinnuni
fyri at leggja búskapin um frá ídnaðarbúskapi til alheims vitanarbúskap
TORG
ARBEIÐI
BHC Smíð timbur & snikkaratænasta
Hava tygum brúk fyri húsasmiðum,
ella múrarum? Vit fáast við alt
timburarbeiði, uttan sum innan, eisini
kunnu vit bjóða okkum framm til
ymiskt múraraarbeiði. Hevur hetta
tygara áhuga, ja so royn okkum, ring
tlf.218991 og vit kunnu práta um
tygara tørv
BHC Smíð timbur & snikkaratænasta
BHC Smíð Timbur & snikkaratænasta
Treingja hús tykkara til ábøtur? Vit
átaka okkum alt timburarbeiði, vit
garantera dygdarsmíð, skjótt og til ein
rímiligan kostnað. Royn okkum! B.H.C
smíð
tlf. 218991
BINgo
Basarur
Basarur verður í KFUK í Havn,
leygardagin 18. novembur kl. 15, við
eydnuhjóli, tombula og kaffisølu. Nógvir
góðir vinningar
KFUK Varðagøta 9
Bingo
Bingo verður við Margáir mánakvøldi 6.
novembur kl 19
EB-Streymur
Býli Í FØRoyum
Hjálp
Mamma og trý børn søkja búðstað.
7500kr mdr við el og hita. Roykja ikki,
drekka ikki, hava ikki kelidjór, fara væl
um og gjalda til tíðina. Er landfast, so
er áhugi. Skula verða úti herfrá 1.nov
Tlf 722646
Íbýð ynskist til leigu
Friðaligt par søkir íbúð í meginøkinum,
skjótast gjørligt Roykja /drekka ikki.
Fara væl um og gjalda til tíðina.Hava
ikki kjelidjór
tlf 529056
HúSARHAldstól
FLATSKERMAR OG HVÍTVØRUR TIL
LEIGU
SAMSUNG 43 FLATSKERMAR,
VASKIMASKINUR. TURKIMASKINUR
OA.TIL LEIGU VIÐ KEYÐSRÆTTI. EINKI
DEPOSITUM, ÓKEYPIS ÚTKOYRING UM
ALT LANDIÐ. MEGNA.FO
RADIOVERKSTAÐIÐ TLF 251160
YMISKt
Brúdleyp
11. november giftast Ester Kjelnæs,
Rituvík og Oddmar Justinussen,
Norðragøta. Vígslan verður í Gøtu
kirkju kl 11:00. Veitslan verður fyri
innbodnum.
Jørð til sølu í Sandavági
Jørð í Sandavági 1542m² til sølu
332760
Tað eru ikki tey,
sum eru klókast
ella ríkast, ið
eydnast sum
íverksetarar.
Fiskivinnan
hevur brúk
fyri svangum
íverksetarum.