hósdagur 2. november 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. NOVEMBER 2017
SOSIALURIN 128
22
S
amstundis sum fleiri og
fleiri almenn bókasøvn
lótu upp í londunum utt
anum okkum, varð fyrsta
føroyska almenna bókasavnið eis
ini sett á stovn – nevniliga Færø
Amts Bibliotek.
Upplýsingarhugsjónin um
dannilsi og fólkaupplýsing hevði
ført til fatanina, at bókasøvn
skuldu vera frítt atkomulig fyri
almenninginum, um mentanar
samfelagið skuldi halda áfram at
mennast. Hendan fatanin breiddi
seg í Evropa fyrst í 1800-talinum
og gjørdi, at bókasøvn, sum higartil
høvdu verið privat ogn hjá fúrstum
og ríkmonnum, nú blivu almenn.
Hesi privatu bókasøvnini vóru
partur av grundarlagnum undir
fyrstu opnu og almennu bókasøvn
unum, sum vanliga fólkið – fyri
fyrstu ferð - fekk fría og ókeypis
atgongd til.
Men í útjaðarunum vóru al
oftast eingi privat bókasøvn av
týdningi, og tí máttu bókasøvnini
her byggjast upp uppá heilt aðrar
mátar. Í 1826 varð eitt lesifelag sett
á stovn í Havn, og eitt lagaligt gjald
varð ásett fyri bókalán. Teir ið
stovnaðu felagið vóru Jens David
sen (1803-1878) og Mikkjal Müller
(1785-1849).
Árið eftir at lesifelagið varð
stovnssett fingu hesir báðir odda
mennirnir bræv frá danska forn
frøðinginum og vísindamanninum
Carl Christian Rafn (1795-1864), ið
hevði grundlagt Stiftsbókasafn
Íslands í Reykjavík í 1818, og í bræv
inum greiddi hann frá stovnsset
anini av hesum bókasavninum.
Brævið frá Rafn mann óivað
hava verið atvoldin til, at Jens
Davidsen, í okt. 1826, setti seg í
samband við C.C. Rafn og bað um
stuðul, at seta føroyskt bókasavn
á stovn. Rafn var fúsur at hjálpa,
og í svarinum, dagf. 3/6-1827 skrivar
hann:
»...jeg skal staae bi efter
Evne, thi først maa der vistnok
tænkes paa at samle Bøger.« ...
»Biblioteket maa være offentligt
og Bøgerne udlaanes gratis, naar
det tilsigtede Formaal, Oplysnings
og Kundskabers Udbredelse, skal
lettest opnåes.«
M.A.Jacobsen: Føroya Amts
Bókasavn 1828-1928, Tórsh. 1929, s.
59-60
Rafn eggjaði einum breiðum
skara av fólki at geva bøkur til
hetta komandi bókasavnið, og
longu í apríl 1827 kom fyrsta bóka
sendingin - 62 bøkur - sum hann
og aðrir góvu føroyska bókasavn
inum. Og komandi árini streymaðu
bøkur frá útheiminum til bóka
savnið í lítla høvuðsstaðin í Norð
uratlantshavinum
Grundað á nógvu bókagávurnar
og stóra vælviljanum frá borgar
um, embætisfólkum í Havn og frá
útlendskum stuðlum, varð Færø
Amts Bibliotek grundlagt 5. nov
ember 1828.
Fyrstu bøkurnar á
Færø Amts Bibliotek
Bøkurnar ið hoyrdu til Færø Amts
Bibliotek standa í dag á einari
goymslu hjá Føroya landsbóka
savni, og ein skrá yvir savnið kom
út í 1909:
Katalog over Færø Amts Biblio
tek, udgivet med understøttelse af
Kultursministeriet og Færøernes
Lagting ved R.C. Effersøe og J.
Lauritsen, Thorshavn, 1909.
Savnið er ikki heilt fullfíggjað
longur, og ikki allar bøkurnar í
kataloginum frá 1909 eru at finna.
Í fororðinum í Katalog over
Færø Amts Bibliotek stendur:
Jens Davidsen (1803-1878)
Jens Davidsen var frá byrjan ein
av oddamonnunun viðvíkjandi
stovnssetan av føroyskum
bókasavni, og hann virkaði
sum bókavørður á Færø Amts
Bibliotek inntil hann doyði í 1878.
Carl Christian Rafn (1795-1864)
Carl Christian Rafn var
danskur fornfrøðingur.
Hann setti Det kongelige
Nordiske Oldskriftselskab
á stovn og var limur í Den
Arnamagnæanske Kommisssion
og Oldsagskommisssionen.
Hann grundlegði fyrstu
bókasøvnini í Íslandi,
Føroyum og Grønlandi:
Stiftsbókasafn Íslands í
Reykjavík, 1818 – seinni
Landsbókasafn Íslands.
Færø Amtsbibliotek í Havn, 1828
– seinni Føroya Landsbókasavn.
Landsbókasavnið í Nuuk, 1829
– Nunatta Atuagaateqarfia.
Fyrstu bókasavnshúsini.
Myndlistakvinna er Flora Heilmann, 1927
Fyrsta bókasavnið varð tikið í brúk í 1829, og varð bygt oman fyri Quillingsgarði í
Havn. Tað er á Lað, omanfyri Áarvegin, har Finsen-merkið stendur við inngongdina
til Amtmansborgina, og har, ið Krókabrekkan byrjar eitt vet longur uppi.
Í dag eigur Føroya Lívstrygging húsini í Quillingsgarði.
Færø Amts Bibliotek og
Týskvøldið 7. nov. verður tiltak á
Landsbókasavninum um fyrsta
almenna bókasavnið í Føroyum
– Færø Amts Bibliotek – sum
varð sett á stovn í 1828, og nakrar
av teimum fyrstu bókunum á
savninum verða vístar fram.
TÍÐARGREIN
VÍGDIS BJARNADÓTTIR
Bókavørður og cand. mag. í mentan og miðling