Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-02, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. november 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. NOVEMBER 2017 SOSIALURIN 128 23 “Ved Udgangen af sidstledne Aarhundrede bestod Bogsamlingen af noget over 6000 Bind, hvori­ blandt der fandtes adskillige værdi­fulde Værker. Mange af Bøg­erne fortjente at blive lettere til­gængelige for Almenheden, end Til­fældet havde været hidindtil. Dette har man opnaaet dels ved affattelse af en systematisk For­ tegn­else af bøgerne...” Eitt lítið úrval av hesum nógvu fyrstu bókunum á Færø Amts Bibliotek verða vístar á fram­sýn­ ingini Bókasavning & bóka­savnið, sum verður at síggja í for­høll­ini á Lands­bókasavninum frá týs­degn­ um 7. nov.. Framsýningin kastar eisini ljós á netverkið av fólkum, sum fyrst í 1800-talinum var við til at byggja eina føroyska bókliga mentan upp. Ígjøgnum katalog, skrásetingar og signaturar sæst nevniliga ein slóð av ymiskum eigarum, gevarum og seljarum. Høvuðskeldan, ið hevur verið brúkt til hesa framsýningina, er Bókaøkingarskráin (við lista­før­ ing yvir nýkomnar bøkur) fyri árini 1827-1842, og í henni sæst m.a. hvør hevur givið ella selt bøkurnar til FAB. Bæði Bókaøkingarskráin og fyrsta bókin ið er skrásett í henni, verða at síggja á framsýningini. Bøkur við eini søgu Fleiri av bókunum á framsýningini hava eina søgu at fortelja, og ein teirra er bókin Lexicon Islandico- Latino-Danicum hjá Biörn Haldor­ son, sum kom út 1814. Hetta var ein tann fyrsta bókin, sum kom á Færø Amts Bibliotek, og hon er nr. 63 í bókaøkingarskránni: Haldorson, Biörn: Lexicon islandico-latino-danicum. Islandsk Lexicon. Ex manuscriptis Legati Arna-Magnæani cura R. K. Raskii editum. Præfatus est P.E. Müller. Vol. 1—2. Havniæ 1814. Gevari: Det nordiske Old­skrift­ selskab, 1827 Søgan aftanfyri hesa bóka­gáv­ una er hendan: W. Hammershaimb (1744-1828), sum var landfúti í Føroyum, hevði stóran áhuga í føroyska málinum, og átti eitt rættiliga stórt bókasavn. Í 1824 fekk hann stóra handritið til føroysku orðabókina, ið Jens Chr. Svabo (1746 – 1824) hevði arbeitt uppá. Hammershaimb sendi í 1827 handritið hjá Svabo til “Det nord­ iske Oldskriftsselskab” í Keyp­ mannahavn, og afturfyri sendi Oldskriftsselskabet hesa íslendsku orðabókina, sum Rasmus Rask gav út í 1814, til Færø Amts Bibliotek. Hendan dýrmetta gáva verður um­talað í ársyvirlitinum hjá Old­ skrifts­selskabet fyri 1827, og har stendur: “Da adskillige Færøboer begynde at lægge sig efter Islandsken, men savne de fornødne hjælpemidler, saa fandt selskabet det passende, til Gengjeld for denne kjærkomne Foræring, at skjenke et Exemplar af Bjørn Haldorssons af Prof. Rask udgivne islandske Lexicon til det nyoprettede Amtsbibliotek i Thorshavn. ” (M.A.Jacobsen: Føroya Amts Bókasavn 1828-1928, Tórsh. 1929, s. 5-6) Á framsýningini verða eisini aðr­ar av bókum Hammershaimbs at síggja. Hann átti bæði vís­inda­lig­ ar og skaldsligar bøkur, og tá hann doyði vóru hesar seldar á upp­boði, og Færø Amts Bibliotek keypti 217 teirra. Framsýning, framløgur og tónleikur Týskvøldið 7. november kl. 19.30- 20.30 letur framsýningin “Bóka­ savning & bókasavnið” upp á Føroya landsbókasavni, og tveir fyrilestrar fara hetta kvøldið at kasta ljós á hetta týdningarmikla tiðarskeið í føroyskari tjóðarbygging. Skráin verður hendan: Vælkomin: Annika Smith, landsbókavørður. Fyrilestur: Kim Simonsen: At byggja tjóðina - Bókasøvn og aðrir stovnar sum samleikahjálparar. Tónleikur: Angelika Nielsen og Ívar Bærentsen spæla løg úr nótabók Svabos. Fyrilestur: Ole Wich: H.C. Lyngbye og bókagávurnar til Færø Amts Bibliotek 1829 og 1834. Kaffi, smákøkur og høvi at hyggja at framsýningini. Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin. Framsýningin, ið kann síggjast komandi vikurnar, er úrslit av samstarvi millum: Føroya Landsbókasavn / Vígdis Bjarnadóttir & Network for European Travel Writing to the Romantic Far North / Ole Wich Bókaøkingarskráin 1827-1842 og fyrsta skrásetta bókin í henni: Saxo: Norges Konge-Krønike af Snorre Sturlesøn, fordansket ved N.F.S. Grundtvig, bd. 1-3. – Kbh. 1818-1822. Gevari: N.F.S. Grundtvig, 1827. Mynd: Birgir Kruse fyrstu bøkurnar TÍÐARGREIN C.C. Rafn sendi leiðbeiningar til Jens Davidsen og Mikkjal Müller um ætlaða føroyska bókasavnið, og ráddi teimum m.a. til at útvega eina bókaøkingarskrá: “En Masseprotokol for det første maa anskaffes, hvor Bøgerne indføres efterhaanden, som de indkomme i fortløbende Nr. med Givernes Navne i en Rubrik ved Siden, samt Indsendernes.” C.C. Rafn í brævi til Davidsen og Müller, dagf. 3. Juni 1827. Bókaøkingarskráin verður víst fram á framsýningini, og í henni síggjast hesir upplýsingarnir ið Rafn viðmælti. Og komandi árini streym­ aðu bøk­ur frá útheiminum til bóka­ savnið í lítla høvuðsstaðin í Norð­ur­atlants­ havinum