hósdagur 2. november 2017síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. NOVEMBER 2017
SOSIALURIN 128
24
Óli Jacobsen
Nýggj bók við kvinnusøgum:
Siðsøga
SIÐSØGA
Óli Jacobsen
H
óast tað ikki hevur
verið tilætlað, so havi
eg í míni søguskriving
eisini havt nógvar
frásagnir um lívið hjá føroyskum
kvinnum.
Tvær bøkur hava verið kvinnu
søgur burturav. Tær eru bøkurnar
um Elsu Jacobsen, trúboðara í
Etiopia, og Onnu Evensen, gift
við próstinum Jens Christian
Evensen.
Bókin Havið tók teir er eisini
um umstøðurnar hjá teimum, sum
sótu eftir, tá ið menninir gingu
burtur. Tískil er henda bók fyri ein
stóran part kvinnusøga, sum lýsti,
hvussu væl kvinnurnar megnaðu
gerandisdagin og fingu børnini
undan, tá ið maðurin var fallin frá.
Tað vóru út móti 40 kvinnur, sum
vóru keldur til hesa bók.
Umframt hetta havi eg havt
nógvar frásagnir hjá kvinnum
fyrst í FF-blaðnum og síðani í
Sosialinum.
Søgan hjá “vanligum”
kvinnum
Her er talan um „vanligar“ kvinnur,
sum ikki hava gjørt vart við seg al
ment, men sum tó hava havt sín
virkna og avgerandi leiklut í sam
felagnum.
Íblásturin til heitið á hesi bók er
sangurin hjá Hans Andreas Djur
huus "Tit sum í fjøru fóru", har tað
vóru „tit sum við ár í hendi“, sum
„bygdu hetta land.“ Hetta er tískil
ein fagnaður av monnunum.
Tað eru eisini nógvar bøkur
skrivaðar um kendar menn, men
hetta er ein bók um „ókendu
kvinnuna“.
Hon hevur havt ein ógvuliga
stóran týdning í samfelagnum.
Menninir vóru til skips ella høvdu
annað útiarbeiði. Konurnar vóru
heima og høvdu ábyrgdina av hús
arhaldinum. Hetta var í sær sjálv
um ein stór avbjóðing, ikki minst
sum tíðirnar vóru tá. Tað hevur
eisini verið hugtakandi at hoyra
frá kvinnunum sjálvum, hvørjar
avbjóðingar tær høvdu.
Havi ofta verið spurdur, um eg
fór at geva út í bók tað tilfar, eg
havi havt í bløðunum.
Hetta gav hugskotið at geva út
hesa bók við kvinnusøgum. Tær
eru skrivaðar frá 2003 til 2017.
Í bókini eru 20 frásagnir kvinn
ur, sum eru føddar frá 1890 til 1932.
Tær hava livað í eini tíð, sum er
søga hjá vaksandi parti av fólk
inum.
Tær flestu havi eg tosað bein
leiðis við. Men í nøkrum førum er
talan um niðurskrivaðar frásagnir,
sum eg havi redigerað.
Bókin spennir vítt. Her er talan
um kvinnur frá stórt sæð øllum
pørtum av landinum. Tær eru frá
størsta plássinum, Havnini, til
eina ta minstu bygdina, Trøllanes.
Hesar kvinnur hava ymiskar bak
grundir bæði andaliga og verðs
liga. Hetta er tískil teirra søga og
lýsir eitt tíðarskeið, sum er farið
í søguna. Her er sum so ikki bara
talan um kvinnusøgu. Umrøddir
eru sjálvsagt eisini menn í teirra
lívi sum hjúnafelagar, pápar og
brøður.
Endamálið við hesi bók er tískil
at varðveita søguna um hetta
tíðarskeið fyri eftirtíðina.
Myndirnar eru úr bókini Fiska
fólk hjá Jóan Paula Joensen.
Kvinnurnar eru hesar:
Mathilda Jacobsen úr
Kaldbak (1890 – 1982)
Mathilda fór ung til Danmarkar
og kom at arbeiða á barnaheimi
í Århus. Her gjørdist hon ein væl
umtóktur leiðari. Tá ið børnini
vuksu til og skuldu út á arbeiðs
marknaðin, søkti hon ikki um
arbeiði til teirra. Hon kravdi ar
beiðsgevararnar at geva teimum
arbeiði. Tað varð sagt um hana, at
hon gjørdist mamma at 500 børn
um.
Lisa Jacobsen
(1899 – 1992)
Lisa var ættað úr Fuglafirði, men
giftist og búsettist á Syðradali K.
Upprunaliga var tað fosturdóttirin,
Maud Heinesen, sum fekk hesa
frásøgn niðurskrivaða.
Her greiðir Lisa frá m.a. frá
læknakynstur og sjúkrahús í
Mikladali, sum eisini hevði ein
tann fremsta handil í sýsluni.
Kensluborið greiðir hon eisini frá,
hvussu maðurin, Eliseus, upplivdi
forlissið við Ernestinu í 1930.
Anna Askham
(1901 – 2005)
Anna var havnarfólk og gjørdist
104 ára gomul. Samrøðan við
hana var, tá ið hon var 102 ár. Ein
stuttlig frásøgn hjá henni er, tá ið
hennara skúlaflokkur í 1914 var á
Skansanum á kongsins føðingar
degi. Tá ið skotið varð fyri kongi,
mundi tað elvt til diplomatiska
kreppu við Bretland. Eisini mintist
hon til Halley halastjørnuna, tá ið
fólk óttaðust dómadag.
Johanna Mathea Skaale
(1906 – 2008)
Johanna Mathea var av Trøllanesi.
Hon giftist við Sigfred Skaale,
sum umframt nógv annað eisini
var borgmeistari í Havn. Johanna
Mathea kom úr eini av mest fjar
skotnu bygdum í landinum, har
farast skuldi um fjøll fyri at koma
til næstu bygd. Hon var eisini í
Danmark og arbeiddi á seymi
stovu, og var við til at seyma
kjólan hjá Alexandrinu drotning
til trúlovingarveitsluna hjá krún
prinsaparinum Ingrid og Frederik
í 1935.
Dora Nielsen
(1911 – 2009)
Dora var keypmansdóttir í Leir
vík, dóttir Leirvíks Jóannes. Hon
greiðir frá handils- og reiðaravirk
seminum hjá pápanum. Fyrsta
fiskaturking var at hanga salt
fiskin upp at turka í teirra egnu
stovu. Hon giftist við Dánjal Niel
sen av Vatnsoyrum. Undir krígn
um búðu tey á Skála, har Dánjal
arbeiddi á Skipasmiðjuni. Aftaná
kríggið fluttu tey til Vatnsoyrar,
har Dora fekk sær handil. Og so
fekk hon sær nakað so óvanligt
tá fyri eitt konufólk, koyrikort.
Hanna í Pálshúsi
(1913 – 2008)
Hanna var av Eiði. Sum nógvar
ungar gentur fór hon til Danmark
ar at tæna, m.a. á Sjómansskúl
anum í Svendborg. Har hitti hon
Petur Jacobsen úr Hvalvík, og tey
blivu trúlovað. Hann fór út at sigla.
Í 1941 varð skip hansara og mann
ing tikin í Leningrad í Russlandi.
Hetta merkti, at einki samband var
teirra millum í fimm ár. Hon visti
ikki, um drongurin var livandi ella
deyður. Men Hanna bíðaði trúføst,
og í 1946 giftust tey.
Brynhild Absalonsen
(1916 – 2013)
Brynhild var av Viðareiði. Hon
greiðir frá gerandisdegnum í
bygdini. M.a. frá skúlagongdini
og um tá ið fólk bestiltu vørur úr
Paris. Brynhild giftist við Steffan
Absalonsen, sum var fiskimaður.
Tey bæði kundu úr teirra lofts
vindeygað eygleiða jólaskipið
søkka í Fugloyarfirði í desember
Tað eru ikki nógvar bøkur skrivaðar bara við kvinnusøgu. Men nú
er so ein bók útkomin um lívið hjá 20 “vanligum” kvinnum
TÆR BYGDU LAND
TÆR BYGDU LAND
Óli Jacobsen
20 kvinnusøgur um gerandislívið í 20. øld
Perman er kendi málningurin “Føroysk hetja” hjá Sigrun Gunnarsdóttir