hósdagur 2. november 2017síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. NOVEMBER 2017
SOSIALURIN 128
25
1941,øll manningin doyði. Vit fáa
at vita, hvussu tað kendist, tá
ið manningin á Sea King undir
krígnum kom aftur í øllum góðum,
eftir at øll vón var mist um teir.
Marin Skipanes
(1916 – 2011)
Marin var ættað úr Kvívík. Hon
misti eina 12 ára gamla systir
av tuberklum og sjálv bleiv hon
sjúk. Hon var niðri undir krígn
um og lærdi til sjúkrasystir. Kom
heim aftur aftaná kríggið bleiv
hon hjálparfólk hjá tuberklalækn
anum, Vilhelm Magnussen, á hans
ara ferðum kring landið at “pirka”
fólk fyri tuberklar. Tí varð Marin
kallað Pirkan. Ferðingin við báti
og til gongu var ofta buldrasligt.
Marin giftist við Andrias Skipanes,
sum hon hitti sum sjúkling á Sana
toriinum.
Dinnafía Ferjá
(1917 – 2008)
Dinnafía var frá Gjógv, har hon
búði alt livið. Tá í tíðini var ikki
tosað um vanlukkur og mist
mannalív. Men Dinnafía greiddi
frá, hvussu tey heima frættu um
og upplivdi vanlukkuna umborð á
Acorn í 1928, tá ið fýra gjáarmenn
brendu i hel. Hon fór til Vágs at
arbeiða fisk, og til gongu í grind
í Hvalba. Hon mátti fara aftur til
Gjáar, tí meslingar vóru farnir
at ganga. Teir ræddust fólk sum
pestin. Dinnafía giftist við Jógvani
Sofus, sum eisini var gjáarmaður.
Ása Michelsen (1918 – )
Ása er av Landavegnum, sum tá
ikki var roknað fyri at vera rættu
liga í Havn. Hon fór niður sum
ung. Tá fór hon at vitja sína týsku
vinkonu. Hana var hon komin
at kenna, beint tá ið Hitler hevði
fingið valdið. Tær eru framvegis
vinkonur og tosa javnan saman í
telefon. Ása dugdi væl at svimja,
og sum ung svam hon ikki heilt
vandaleyst um Hvannasund. Hon
arbeiddi hjá amtmanninum, tá ið
Føroyar vórðu hersettar í 1940.
Ása giftist við Helge Michelsen,
kendur sum Helge í Smæruni.
Hensia Jacobsen (1919 – )
Hensia er ættað úr Streymnesi.
Hon greiðir frá lagnunum hjá
nógvum av teimum, sum mistu
síni av vanlukkum á sjónum í
hennara ungdómi, sum t.d. Lottu,
sum misti allar sínar fimm synir.
Hon kom at tæna hjá Sannu og
Poul Restorff. Tá plagdi Denna
Mohr, systir Sannu, at koma á vitj
an við synunum Høgna og Poul.
Hennara uppgáva var tá at fara í
býin við Poul, sum kundi vera nóg
so buldrasligur! Seinni kom hon
til Syðrugøtu og giftist við Poul
Andreas á Dunganum.
Anna á Váli (1920 – 2016)
Anna á Váli var fødd í Havn men
vaks upp í Norðradali hjá Josefinu
og Óla Reinert. Hon mintist
glaðing, tá ið grindaboð skuldu
glaðast út í Koltur. Tá ið farið
var til handils var tað við rossi til
Havnar. Ein slík ferð aftur og fram
tók tríggjar tímar hvønn vegin.
Eina ferð mundi hon komið illa
fyri av einum tarvi. Men hon visti
akkurát, hvussu tarvurin skuldi
kyrrast.
Anna giftist við Líggjas á Váli,
sum var úr Svínoy. Bæði tey og
teirra børn hava ríkað okkara fólk
við teirra sangi.
Mathilda Jacobsen
av Eiði (1920 – )
Mathilda kennir til at missa. Inn
anfyri fýra ár misti hon mammu,
systir og tveir brøður, sum fórust
við Nólsoy í 1934. Hon minnist
hvussu tað var at bíða og bíða, til
tað fekst vissa um lagnuna hjá
brøðrunum. Tí kundi hon ikki
konfirmerast í hvítum kjóla! Mat
hilda kom m.a. at arbeiða í húsi
hjá mammu Sofus Poulsen, okk
ara manni í Aberdeen í hálva øld.
Hon er framvegis vinur við ættina.
Mathilda hevur enn koyrikort.
Hon giftist við Petur hjá Pansar
anum í Havn.
Gerda Einarsson
(1922 – 2010)
Gerda var av Tvøroyri. Hon var
fødd Mortensen og var bæði av
kapitalista- og sosialistaætt. Páp
in, Edvard, var ein leiðandi inn
an fafelagsrørsluna á Tvøroyri.
Mamman var úr Puntabyrgi.
Gerda kom at arbeiða á skriv
stovuni hjá AT, fyritøkuna hjá
arbeiðarafeløgunum á Tvøroyri, í
síni tíð var ein tann fremsta fyri
tøkan í Føroyum. Gerda giftist
við Poul Einarsson, sum var av ís
lendskari ætt. Tey róku í mong ár
Hotel Tvøroyri.
Jonny Lamhauge (1926 – )
Jonny er fødd og býr í Rituvík. Hon
var nýføðingur, tá ið systirin, 16
ára gamla Valentina, fekk ta sjúku,
sum lammaða hana fullkomiliga.
Jonny kom at brúka alt sítt ar
beiðslív at taka sær av sjúku
systrini. Hetta er ein hugtakandi
og einastandandi frásøgn um um
sorgan.
Ásla Kjærbæk (1926 – )
Ásla er ættað úr Sumba. Blaðung
fall hon fyri bretska hermanninum
Stan. Hann fór úr Føroyum aftur
og var fyri so ógvusligum hending
um, at hann misti minnið. Tað fekk
hann ikki aftur, fyrr enn hann sá
Áslu!
Naena Danielsen
(1927 – 2012)
Naena var úr Syðrugøtu. Hon
giftist við Sigurd Danielsen av
Hvítanesi. Tey búsettust í Havn.
Naena hevur havt fleiri frásagnir
bæði um sína ætt og um lívið í
Syðrugøtu. Eisini hevur hon greitt
frá um Hvítanes. Í hesi bók greiðir
hon serliga frá sínum barndómi
fram til skúlagongdina og bretsku
hersetingina, sum merkti bygd
arlívið. Hetta er partur av tí, hon
skrivaði niður við tilskilan av, at
tað skuldi ikki koma fram fyrr enn
eftir, at hon var deyð.
Maria Hansen (1928 – )
Maria er ættað av Nesi í Eystur
oynni. Hon gekk í skúla og til sang
hjá Hans Jacob Højgaard. Mamm
an var úr Gøtu, so hagar fóru tey
ofta – til gongu. Hon var á yngri
árum í Danmark men kom heim
aftur at hjálpa beiggjanum, sum
hevði mist konuna. Í 1957 eygleiddi
hon íslendska trolaran, Goðanes,
tá ið hann rendi á Flesjarnar og
skiparin druknaði. Hon giftist til
Norðragøtu við Andreas Hansen.
Tey máttu senda fyrsta barnið til
Danmarkar.
Jovina Højgaard (1931 – )
Jovina er úr Æðuvík. Lesarin fær
ein góða lýsing av lívinum í eini
slíkari bygd. Tá ið pápin skuldi
føra hana til Havnar, heldur enn
at taka rutubátin av Toftum, vóru
tey bæði við at ganga burtur. Hon
giftist við Ólavi Højgaard í Havn
og fekk sær handil, sum gekk væl
til SMS kom. Eina ferð var hon so
sjúk, at læknin, sum hevði verið
uttanlanda, ikki skilti, at eingi
deyðsboð vóru komin av henni.
Jovina gjørdist einkja og er nú gift
við Erlingi Petersen á Eiði.
Hervør Djurhuus (1932 – )
Hervør er ættað úr Húsavík. Henn
ara lív fekk eina harða byrjan. Hon
misti á ungum árum bæði síni
foreldur og bæði síni systkjum.
Sum barn eygleiddi hon eina
bátavanlukku, sum kravdi tvey
mannalív. Hon kom ung til Havnar
og giftist við Andrew Djurhuus,
ættaður frá Innan Glyvur. Hann
hevði eisini mist fleiri av sínum
næstringum. Men munurin á livi
líkindini var, at í Húsavík áttu tey
jørð, men tað áttu tey ikki Innan
Glyvur.
Komandi partur
Í komandi parti greiðir
Naena Danielsen frá
síni ætt í Rituvík
Neytakona við blikkdyllu.
Koltur 1949
Kvinnur koyra torv til hús.
Tær royta fugl.
Tær vaska fisk í Ósánni í Klaksvík.
Kona við kørðum. Eiði 1947.