Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-02, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. november 2017síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 3. NOVEMBER 2017 SOSIALURIN 128 26 ÍTRÓTTUR Níggju nýggjar kappingar, har í millum Føroya sterkasta kvinna og boksing við føroyskum luttakarum, eru millum kappingarnar, ið verður til nýggja tiltakið Showdown. Til samans verða 14 ymiskar kappingar við fitness og styrki. – Ein av fyrimyndunum er Arnold Schwarzenegger og hansara Arnold Classic, sigur Jákup Súni Berg TILTAKIÐ VIÐ ARNOLD SCHWARZENEGGER SUM FYRIMYND Showdown: TRÓNDUR ARGE U m tvær vikur verður um­ fatandi til­takið – Show­down – í høll­ini á Hálsi. Talan er um í fleiri førum slóðbrótandi kapp­ingar, meðan tað í øðrum førum er talan um at lyfta kappingar á eitt hægri al­tjóða stig. Millum tær 14 kappingar­ nar, eru níggju fyri fyrstu ferð í skipaðum umstøðum. Tær eru Føroya sterkasti kvinna, Cross-fit, Rolling Thunder, Captain of Crush, Kettle­bell, boksing, Miss Før­ oyar, sjómanstak og vekt­ lyfting, sum vit kenna tað úr olympisku leikunum. Umframt tað, so verða eisini sterkmans kapping, Bikini-fitness, Woman’s figure, Men’s physique og styrki­lyfting, sum vit eisini hava sæð seinnu árini. Fyrimyndin er Arnold Schwarzenegger Høvðusfyriskipari er Jákup Súni Berg. Hann hevur sjálvur luttikið í Føroya sterkasti maður og hevur seinnu árini eisini verið fyri­ skipari av fleiri tiltøkum. Nú er hann høvðusskipari fyri Showdown, sum hann ætlar skal veksa seg til ein altjóða virda kapping. - Fyrimyndin er Arnhold Classic. Vit koma aldrin at kunna røkka tí stignum, men vit tráa eftir at blíva tað í norðurlondum, og brúka teirra standard sum fyrimynd. Tað er ein kapping, sum øll vilja luttaka í og tá tú vinnur hana, so er tað eitt góðskustempul, sigur Jákup Súni Berg. Hann hevur seinastu árini arbeitt við at fáa v e n j i n g a r ­m i ð ­s t ø ð i n a Burn, at koyra. Tað er eisini ein partur av øllum samanhanginum, tí Showdown verður ein pallur har ítróttargreinar, sum hava við styrki, kropsligan vakurleika og annars venjing at gera. - Burn hevur eina hugsan um, at skapa karmar til allar fit­ness ítróttargreinarnar, sum eru. Fyrr hevur tað mangan verið í óskipaðum virðurskiftum. Nú ynskja vit at skapa ein pall, har fólk koma at hyggja, sigur fyri­ skiparin og leggur afturat: - Eitt mál er at fáa altjoða góðkendar dómarar til at døma, og fylgja altjóða reglum. Í so máta verður alt lagt í eina fasta legu og kemur at lúka altjóða krøv. Vit sum venjingarstøð kunnu ikki standa fyri øllum ítróttar­greinunum, men vit ynskja at bjóða øllum við, sigur Jákup Súni Berg. Hann sigur eisini, at hetta er ein tanki, sum hann hevur havt í longri tíð og at tíðin nú er røtt at fara í gongd við tiltakið, sum skal seta Føroyar á altjóða fitness­ kortið. - Eg ynski at seta Show­ down á altjóða fitnesskortið, tá yrkiskappingarnar inn­an fitness, strongman og líkandi eru. Nógv av hesum hava hava ávísar kappingar, sum tey lut­taka í gjøgnum eitt ár. Eg ynski, at Showdown er ein av kappingnum, sum tey skriva fyrst í kalendaran, sigur Jákup Súni Berg. Hann leggur afturat, at tað verður stórur dentur lagdur á, at allar kappingar­ nar á tiltakinum eru fyri­ skipaðar á altjóða høgum stigi. Tí verða verða altjóða reglu­gerðir eisini fylgdar og ynski er at fáa altjóða góð­kendar dómarar til so nógvar kappingar sum til ber. - Hetta er ein partur av dreyminum, men tað skal merkjast at kappingin er væl fyri­skipað og tað skal verða gjørt ordiligt, sigur Jákup Súni Berg. Føroya sterkasta kvinna Ein av kappingunum, sum verður fyri fyrstu ferð nakrantíð, er Føroya sterkasta kvinna. Fyribils hava tvær kvinnur meldað til. Tær eru Armgarð Arn­ bjarnar­dóttir á Rógvi, sum er av Toftum, og Tóra Martinss­dóttir úr Vágunum. Tað eru onkrir aðrir luttakarar á tilmeldingar­ listanum, meðan onkrar hava meldað frá. Tí er møguligt, at tað verða fleiri enn tveir luttakarar til søgu­ ligu kappingina. - Tankin hevur verið til í eina tíð, men ongin hevur gjørt nakað við tað. Sjálvandi skulu tær verða ein partur av tiltakinum. Tað hevur eina ferð verið fimasta kvinna, men ongntíð nakað av hesum slagi, sigur Jákup Súni Berg. Her er ætlanin, eins við fleiri av smærru kapp­ ingunum, at hetta skal verða startskotið. Ætlanin er í framtíðini, at eisini hava altjóða kappingar í Føroyum fyri kvinnur í styrki. Eins og OL Ein onnur av nýggju kapping­unum er vektlyfting. Her er talan um sama slagi av vektlyfting, sum vit síggja til OL. Tekniska heitið er Clean and Jerk og Snatch. Tað er tá ein lyftari lyftir eina vektstong frá gólv og upp um høvd. Sum skilst, so hava onkrar minni kapp­ ingar verið fyrr her í Før­ oyum, men ongantíð á tí stigi, sum vit gera nú. Millum annað koma dómarar frá IWF (International Weight Federa­tion), sum er altjóða sam­bandið hjá vektlyfting. Eisini verður styrki­ lyfting, sum eisini er kent sum Powerlyfting. Har eru øvilsini squat, bonkpress og deadlift. Miss Føroyar í nýggjum hami - Eisini verður Miss Føroyar kapping. - Her hava aftur verið aðrar kappingar, men ongantíð við tí altjóða at­ liti, sum vit hava í hesum førinum. Talan verður um altjóða reglur og altjóða dómarar. Hartil sleppur Miss Føroyar at luttaka í Miss Universe, sigur Jákup Súni Berg. Umframt Miss Føroyar, so verða Bikini-fitness, Womans figure, Men’s physi­que eisini á Show­ down tiltakinum. Hesar kappingar­nar hava verið javnan seinnu árini. Fleiri smærri kappingar Tað verða eisini fleiri smærri kappingar, sum ikki eru navnframar í føroyska ítróttar­heiminum. Har í millum sjómanstak, sum mong tó munnu kenna aftur. Her er serstakt borð keypt, sum verður brúkt til altóða kapping. Kettlebell er kent, kanska serliga í Klaksvík, meðan Cross-fit eisini er við at fáa fastartøkur í Føroyum. Heldur ókendari eru Rolling Thunder og Captain of Crush, sum helst verða tvær av minstu kapp­ ingunum til tiltakið, sum verður í høllini á Hálsi 17. og 18. novembur. TRONDUR@SOSIALURIN.FO