hósdagur 2. november 2017síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 3. NOVEMBER 2017
SOSIALURIN 128
27
ÍTRÓTTUR
Tórshavn Boksing, er navnið á einsata føroyska
boksifelagnum. Í samband við Showdown tiltakið
í Høllini á Hálsi, verða fyri fyrstu ferð føroyskir
boksarar við.
Høvðusmaðurin handan Tórshavn Boksing er
Martin Meng Wojciechowski. Hann hevur búð í
Føroyum í tíggju ár, tosar danskt, men skilur væl
føroyskt. Seinastu tíðina hevur boksing fingið veruliga
ferð á í Føroyum. Tað leggjast fólk afturat í hvørjum og
tað sæst í hølinum hjá Bilrøkt, tá venjing er.
Fríggjakvøldið 17. novembur verður fyrsti
boksidysturin í Føroyum, har ein føroyskur boksari
er partur av tí. Teir tríggir boksarnir, sum hava fingið
boksiloyvi eru Geir Thomsen, Bjartur René Nielsen og
Christian Christiansen. Tíverri sær út til, at Bjartur
René Nielsen má geva avboð, tí hann hevur brotið
nøsina.
Eg trúgvi upp á, at boksing í Føroyum kemur at
veksa í næstum. Vit arbeiða við at fáa samarbeiði við
donsk boksifeløg og tað legst bara afturat við fólki,
sum melda seg til Tórshavn Boksing. Hetta er bara
byrjanin, sigur Martin Meng Wojciechowski, ið venur
føroysku boksarnar.
Boksing
í framgongd