mánadagur 6. november 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. november 2017 · Nr. 129
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
arnstein niclasen
kjak síða 10
Ein
filmur um
Kjølbro
kjak
síða 10
MFS:
Er nakað
Mark?
Hevur Jógvan Skorheim frægari
politiskt tev enn hinir?
Tað er ein góður spurningur. Í
øðrum málum kunnu vit skjóta
honum í skógvarnar, at hann er
populitiskur. Dømi um tað er málið
um burkaforboðið.
Vit kunnu meina tað vit vilja um
burkaforboð. Men aktuelt er tað
ikki. Hann kundi akkurát tað sama
lagt uppskot fyri tingið at friða
Slættaratind fyri fílar og giraffar, so
ósannlíkt er tað at møta kvinnum
við burka ella niqab í Føroyum.
Avtalurnar
við
samgonguna
um fíggjarlógina og um pensjóns
nýskipanina eru nýtbrot í før
oyskum politikki. Vit skilja væl, at
Fólkaflokkurin og Sambandsflokk
urin leggja so nógv fyri at fáa ann
an týdning í hesar avtalur, enn tað,
sum Jógvan Skorheim sjálvur hev
ur sagt.
Í øðrum londum er tað púra van
ligt, at andstøðuflokkar gera avtal
ur við stjórnina um eitthvørt, tað
síggja vit til dømis ofta í Danmark.
Tað er eisini fleiri ferðir komið
fyri, at andstøðan í Fólkatinginum
hevði kunna felt stjórnina – men
heldur velur at lata vera við at gera
semju um eitthvørt politiskt mál.
Leiðslan í danska Javnaðar
flokkinum veit val, at tað lønir seg
at hjálpa Løkke av og á – og at seta
síni fingramerki á politikkin, sum
stjórnin hjá Løkke rekur. Og Løkke
veit eins væl, at hann má gera tað
sama, tá hann er í andstøðu. Hetta
er bara politikkur. Men hetta er ikki
politikkur, sum vit hava sæð í Løg
tinginum.
Her snýr tað seg altíð – og slett
ikki bara hjá hesari andstøðuni –
um at fella tað til eina og hvørja tíð
sitandi landsstýri.
Ógvuliga óbúgvin politikkur má
sigast.
Tí er tað áhugavert, sum Jógvan
Skorheim er farin undir við at gera
semjur við samgonguna. Hetta er
nakað, sum aðrir flokkar eiga at
læra av, tí tað má altíð bera til at
gera semjur. Og tað kann ikki passa,
at tingfólk eru so rúkandi ósamd
um alt – bæði fiskivinnunýskipan
og pensjónsnýskipan, bara tí at tey
eru í hvør sínum politiskum parti,
andstøðu og samgongu.
Nú eru Javnaðarflokkurin og
Tjóðveldi samd um stýrisskipan.
Fólkaflokkurin og Javnaðarflokk
urin samtyktu Samhaldsfasta og
ALS fyri fjórðingsøld síðani. Tvey
sera týdningarmikil sosial amboð.
Sjálvandi kunnu flokkar í and
støðu og samgongu semjast um
framtíðar pensjón og um framtíðar
fiskivinnu – um viljin er til staðar.
Men tað er helst størsti trupul
leikin, at skortar við viljanum.
er skorheim snildari?
Nýggjastu tølini
frá Akstovuni
vísa, at sølan av
nýggjum bilum
aftur fór at vaksa
í oktobermánaði
Vøksturin í søluni av nýggj
um bilum hevur verið risa
stórur í fleiri ár. Men í síðsta
mánaði vóru sølutølini – í
mun til sama tíðarskeið í
fjør, slakari. Talan var um
eina
afturgongd
fyrstu
níggju mánaðirnar upp á 2,22
prosent.
Men hendan afturgongd
in er vend til framgongd, tá
tølini fyri oktober eru írokn
að.
Tí
í
oktobermánaði
vórðu seldir 62 fleiri nýggj
akfør enn sama mánað í
fjør. Og tað hevði við sær, at
sølutølini fyrstu 10 mánað
irnar í ár vóru 14 framman
fyri sama tíðarskeið í fjør.
Teir fyrstu 10 mánaðirnar
í fjør vóru seld 2.344 nýggj
akfør, og fyrstu 10 mánaðir
nar í ár vóru seld 2.358. Tað
er ein framgongd upp á 0,6
prosent.
Vit kunnu soleiðis stað
festa, at sølan av nýggjum
bilum er stagnerað – men
samstundis
at
hon
enn
kvinkar uppeftir.
Bilasølan veksur aftur
Eitt nýbrot í Føroyum –
men púra nátúrligt aðrastaðni
Sølan av nýggjum bilum higartil í ár er 2,2 prosent hægri enn
somu tíð í fjør
Føroyar Skipara- og Naviga
tørfelag stuðlar nú alment
sjúkrarøktarfrøðingum,
sum eru í verkfalli. Felagið
hevur sent soljóðandi yvir
lýsing út:
»Føroyar Skipara- og Nav
igatørfelag vil hervið siga
frá, at felagið tekur fult
undir við og stuðlar Før
oyskum Sjúkrarøktarfrøð
ingum í tess verkfalli og
krøvum um betri lønar
sømdir og treytir.
Føroyar
Skipara-
og
Navigatørfelag átalar, at
gjørdar lønaravtalur hjá
Starvsmannafelagnum
skal verða lønarkarmur fyri
aðrar lønarbólkar.
Føroyar Skipara- og Nav
igatørfelag virðismetir tað
stóra arbeiði, sum okkara
sjúkrarøktarfrøðingar
og
alt starvsfólkið í almanna
verkinum fremur tirvnaðin
í Føroyum at frama. Fíggj
arliga gongdin og vælferðin
í føroyska samfelagnum
heimiðlar, at nú er stundin
komin, at hesir lønarbólkar
fáa virðilig lønarviðurskifti.
Føroyar
Skipara-
og
Navigatørfelag
heitir
á
Fíggjarmálaráðið um at
sýna stórsinni yvir fyri
teium,
sum
skapa
tey
bleytu virðin í samfelagn
um.«
Skrivað
undir
yvir
lýsingina vegna Føroyar
Skipara- og Navigatørfelag
hevur Annfinnur Garðalíð,
formaður.
Skiparar stuðla
sjúkrasystrum
Annfinnur Garðalíð er formaður í Føroyar Skipara- og
Navigatørfelag
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin