Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-06, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. november 2017síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 6. november 2017 · Nr. 129 KANNABIS-HEILIVÁGUR Áki Bertholdsen – Eg fari ikki at geva mínum sjúklingum kannabis- heilivág. Tað ger Marjus Dam, kommunulækni í Vágum, og for­maður í Kommunu­lækna­ felagnum, púra greitt. Og hann sigur, at so kunnu politikarar samtykkja akkurát hvat teir vilja á hesum øki, tí hann ætlar sær ikki at gera eftir boðunum. –  Eg fari at halda meg strangt til tey heilsufakligu til­mælinum á hesum øki, sigur Marjus Dam. – Og so leingi heilsufakligi serkunnleikin heldur, at manna­gongdin ikki skal broytast, fari eg ikki at broyta mannagongd, sama hvat Løgtingið samtykkir, ella hvat Sirið Stenberg, lands­stýriskvinna í heilsu­ mál­um, tekur avgerð um, leggur hann afturat. Løgtingið skal taka støðu Kannabis heilivágur hevur verið nógv umrøddur í seinastuni og í Danmark hevur Fólkatingið nú gjørt av, at fara undir eina fýra ára roynd, har kommunulæknar fáa heimild til at geva ávísum bólk­um av sjúklingum, heili­ vág við Kannabis. Kjakið hevur um kanna­ bis heilivág hevur eisini tikið seg upp í Føroyum og serliga er tað Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Mið­flokkin, sum eisini er kommunu­lækni, ið hevur strongt á at fáa eina skipan í Føroyum, sum líkist teirri donsku. Sirið Stenberg lands­ stýris­kvinna í heilsumálum, hevur sagt, at hon vildi hava eitt heilsufakligt tilmæli um hendan spurningin, og at hon fór at rætta seg eftir tí. Hetta heilsufakliga til­ mælið hevur hon fingið frá Landslæknanum, og Lands­ apotekaranum og teir mæla frá at broyta tað skipan­ina sum longur er, har nakrir yvirlæknar á Lands­sjúkra­ húsinum kunnu geva ávísum sjúk­lingum nøkur góðkend sløg av kannabis- heilivági í samráð við Landslæknan. Hin­vegin hevur Sirið Sten­ berg enn ikki tikið nakra form­liga avgerð í málinum. Men Jenis av Rana hevur boðað frá, at vil Sirið Stenberg ikki geva kommunu­læknum loyvi at geva sjúklingum kannabis heili­vág, fer hann at leggja upp­skot fyri Løgtingið um tað, og sostatt skal ein politisk støða takast í málinum Ein óskikkur Marjus Dam heldur, at tað er ein óskikkur, at politikarar ganga og áleggja læknum, hvønn heilivág teir skulu brúka. – Politikarar skulu halda seg langt burtur frá at av­ gera, hvønn heilivág, sjúk­ lingar skulu fáa, sigur hann. –  Tað eru læknafakligir myndugleikar, og bara teir, sum skulu gera av, hvør heilivágur kann verða nýttur til hvørjar sjúkur, heldur kommunulæknin í Vágum. Hann vísir á, at manna­ gongdirnar fyri at fáa eitt slag av heilivági góðkent til sjúku­viðgerð, eru ómetaliga strangar og drúgvar. Men hann minnir eisini á, at hóast tað er ein long, og nágreinilig tilgongd at fáa eitt slag av heilivági góðkent, hava vit kortini dømi um, at tað hevur fingið vanlukkuligar av­leiðingar at taka hann, tí longdini hevur hann havt hjá­árin við sær, sum eingin hevði kunna roknað út framman­undan. Samstundis vísir hann á, at enn eru ikki nøktandi royndir gjørdar við kannabis heilivági til at vissa fæst fyri, at hann gagnar sjúk­ lingunum, og ikki hevur óheppin hjáárin við sær í longd­ini. Og av tí sama eru heilsu­myndugleikarnir ógvuliga varnir við at geva loyvi til, at hann verður brúkt­ur. –  Eg fari at halda meg til heilsufakligu tilmælini, og so leingi teir mæla frá, at kommunulæknar fáa standandi loyvi út útskriva kanna­bis-heilivág, fari eg at halda meg til tað, sigur Marjus Dam. Bíðar eftir serkunnleikanum Marjus Dam sigur, at tað kann væl vera, at miðvísar royndir fara at vísa, at kannabis heili­vágur er gagn­ ligur at brúka í sjúku­við­gerð. Men til tann dagin, heilsu­ myndug­leikar­nir geva grønt ljós, fari eg heldur ikki at útskriva kanna­bis­heilivág. –  Og tað fari eg heldur ikki at gera, hóast Løgtingið skuldi samtykt at givið leyst, tí spurningurin um, hvønn heilivág, vit kunnu brúka, er ikki ein spurningur, politikarar hava nakað sum helst við at gera, leggur hann afturat.  –  Tað er so ymiskt, sum sagt verður um kanna­bis­ heilivág. Summi siga, at hann hjálpir fyri ávísum sjúkum, og onnur siga, at hann hjálpir fyri at kalla øllum. Men vit vita lítið um tað, og tí haldi eg, at tað er heilsufakligi myndugleikin, sum skal taka avgerð um vit skulu brúka kannabis heilivág, ella ikki, sigur Kommunulæknin í Vágum. –  Mælir heilsufagligi myndugleikin til, at vit eiga at brúka kannabis heilivág til ávísar sjúkur, fara vit sjálvandi at brúka tað, akkurát, sum vit brúka Pano­ dil fyri høvuðpínu. Hann sigur, at í løtuni verða nakrar royndir gjørdar við kannabis-heili­ vági. Og tað eru ávísir sjúk­ lingar, sum fáa gagn av tí, men spurningurin er um vit skulu geva leyst, tí ein trupulleiki er, at vit vita lítið um langtíðarárinini av kanna­bis-heilivági –  Eg føli meg tryggan við teirri skipan, sum er í dag, og tað er ikki rætt at løgtingið tekur heilsufakliga myndugleikan av ræði, tí tað hava politikararnir als ongan førleikar til yvirhøvur, sigur Marjus Dam. – Hetta er alt ov alvorligt til at farast kann fram eftir fummum og tað kann ikki vera so, at tað skulu vera atkvøðugreiðslur í Løg­ tinginum, sum skulu vera av­ gerandi fyri, hvønn heilivág vit brúka, sigur Marjus Dam. Og hann heldur, at so leingi vit ikki hava fingið neyðugu váttanina fyri, at kannabis-heilivágurin hevur tað gagnligu ávirkan vit vilja hava, eiga vit ikki at broyta mannagongd. Og hóast politikarar skuldu komið til eina niðurstøðu, sum er í stríð við heilsufakligu til­ mælini, ivast Marjus Dam ikki í, hvat hann fer at halda seg til, og tað eru tey heilsu­ fakligu tilmælini. MARJUS DAM FER IKKI AT GEVA SJÚKLINGUM KANNABIS Eg fari ikki at geva mínum sjúklingum heilivág við kannabis, hóast løgtingið samtykkir tað, sigur Marjus Dam, kommunulækni, og formaður í Kommunulæknafelagnum Tað fari eg heldur ikki at gera, hóast Løg­ting­ið skuldi sam­ tykt at givið leyst Tað hava politikar­ arnir als ongan før­ leikar til Tað kann ikki vera politikarar sum skulu gera av, hvønn heilivág vit brúka, sigur Marjus Dam. Undir øllum umstøðum fer hann ikki at akta slík boð, sigur hann