Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. november 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. november 2017 · Nr. 129 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 UNDIR FÝRA EYGUM Hvat land kundi tú hugsað tær at vitja? – Eg kundi hugsað mær at vitja allan heimin, so eg royni at taka ein lítlan heimspart í senn. Næsta stop verður vónandi Australia. Hvat hevði tú gjørt, um tú vanst eina millión? – Eg hevði heilt sikkurt brúkt pengarnir sum startkapital til at keypt eini lítil hús. Eyðun Klakstein Sóley Danielsen var bert seks ára gomul, tá ið hon fyrstu ferð steig á pall fyri at spæla sjónleik. Síðani hava sjón­leikur og pallframførsla verið ein týðandi partur av hennara lívi og gerandisdegi. –  Eg varð drigin av at standa á palli og byrjaði longu sum barn at spæla sjón­leik. Eg havi altíð havt gott hugflog og evni at inn­ liva meg í tað, sum eg upp­livi, og við árunum dugdi eg at síggja, hvat góður sjónleikur veru­liga kann, sigur Sóley Danielsen. –  Sjónleikur kann koma inn á evni, sum eru trupul at tosa um, og hann kann lýsa tingini frá fleiri vinklum. Sjón­leikur kann átaka sær ein leiklut í samfelagnum, sum eingin annar fær, og hann kann geva eina nuani­ seraða mynd av ymiskum viður­skiftum, sigur hon. Sóley Danielsen fór í 2009 á sjónleikarskúla í Onglandi – Kogan Academy of Dramatic Arts –  har hon tók eina fimm ára útbúgving, eina master, í Science of Acting, og eftir útbúgvingina kom hon heimaftur til Føroya og hevur síðani fingist við at spæla sjónleik og at undir­ vísa børnum og ungum í sjón­leiki. Sóley hevur eisini skrivað og leikstjórnað leikir –  seinast framførdi hon leikin Músina og týskaran á Tjóðsavninum –  og hon hevur spælt í sjónleikum og filmum. –  Eg sleppi at liva fleiri lív. Eg livi mítt vanliga lív sum Sóley, men so sleppi eg eisini at vera ein heks, ein víkingur ella okkurt annað. Eg sleppi at uppliva at vera ónd, glað ella góð innan fyri nakrar karmar, sum ikki eru okkara vanliga verð. Tað er sera spennandi og stuttligt, sigur Sóley Danielsen. Sjónleikur letur upp Sjónleikur hevur í øldir verið brúktur sum undirhald, men eisini nógv meira enn tað. Sjónleikur kann viðgera tey mest eymu persónligu viður­ skiftini og teir mest týðandi sam­felagsligu saman­hangir­ nar. –  Sjónleikur gevur fólki møguleika at fylgja persón­ ligum viðurskiftum sera tætt. Áskoðararnir sleppa at kaga inn í lyklarholið ella gjøgnum vindeygað hjá fólki og síggja, hvat onnur fólk stríðast við, og hvussu tey liva lívið samanborið við teirra egna lív. Gjøgnum sjón­leik kanst tú forvitnast og uppliva nógv, sum annars ikki ber til, sigur Sóley Danielsen hart og týðu­ligt. Júst tað er nakað, hon mangan fær at vita frá teimum nærmastu, at hon tosar hart, kanska í so hart við­hvørt, og hon viðurkennir við einum smíli, at tað er ein lítil arbeiðsskaði. – Onkursvegna er forvitni ein drívmegi í sjónleiki, tað er lov at sneyta í persónligum viður­skiftum hjá øðrum fólki, og sjónleikur letur upp fyri møguleikum og dialogi í samfelagnum. Hetta kann gerast á ymiskan hátt, tað veldst um tilfarið. Eingin góða mamma Sjónleikur gevur Sóley Daniel­sen møguleikan at for­djúpa seg í leiklutir, um­ støður og søgulig viðurskifti. –  At spæla sjónleik er ikki so glamourøst, sum fólk kanska halda. Sjónleikur snýr seg í stóran mun um at læra seg lang handrit uttanat, so mann veruliga er inni í tí. Tað eru langar nætur við kaffi og lesing. Eitt er at lesa eina bók á 300 síður, men tá ið tú hevur lært teg eitt handrit á 300 síður uttanat, ert tú veruliga inni í tí. – Eg seti meg eisini altíð inn í viðurskiftini kring leikin. Eg vil vita, hvat persónarnir hugsa og halda, hvussu sosial, sam­felags­ lig og søgulig viður­skifti vóru, eg granski tíðina og umstøðurnar, og brúki tað til at skapa ein trúð­ verdugan leiklut, sigur Sóley Danielsen. – Tá frumsýningin er, so er eingin góða mamma. Tá skalt tú bara spæla, líka­ mikið um tú heldur teg vera klára ella ikki. Hinvegin er tað eisini sera gevandi at arbeiða við nøkrum, sum blívur liðugt. Tað er gevandi at uppliva ofta at seta sær mál, arbeiða fram ímóti tí og náa málinum. Sjónleikarar brúka seg sjálvar á palli. Teir brúka kropp, kenslur og úttrykk framman fyri fólki, og fyri van­lig fólk kann tað ljóða sum ein stór avbjóðing at stilla seg fram og kanska eisini útstilla seg á palli. –  Eg havi spælt sjónleik, síðani eg var seks ára gomul, og tí hava eg gjøgnum árini vant eg við at standa á palli. Gjøgnum útbúgvingina havi eg fingið amboð og teknikkir til at handfara ymisku støðurnar, sigur Sóley Danielsen. – Eg eri framvegis ner­vøs, tá ið eg skal á pallin, men tað er tí, at tað hevur nakað at siga fyri meg. Vit eru floksdjór, og vit vilja verða góðkend og partur av flokk­ inum. Vit vilja ikki kiksa og verða útihýst. Tí fært tú ein natúrligan nervøsitet, tá ið tú ert í vanda fyri at kiksa. Men vit hava eisini eitt yvirlivilsisinstinkt, sum temur nervøsitetin, og so skulu vit eisini minnast til, at menniskju kiksa viðhvørt, og tað ræður bara um at koma víðari. – Sum sjónleikari kiksar tú undir einum spotlighti, men tú doyrt ikki av tí. Fólk eru fyrigevandi, og tað er eisini umráðandi, at tú ert góð við teg sjálva og lærir at góðtaka, at onkuntíð gong­ ur tað ikki heilt, sum tað skal. Tú skalt ansa eftir tær sjálvari, ikki verða eirinda­ leys kritisk, men altíð leggja teg eftir at gera tað so gott sum gjørligt og so eftirmeta framførsluna út frá tí, sigur Sóley Danielsen. Offrar nógv Arbeiðið sum sjónleikari kann vera sera krevjandi. Fyri­reikingin, venjingin og spælið krevur nógva orku og brúk av kenslum. – Sjónleikur snýr seg um teknikk, og tú venur teg við at hava alt kensluregistarið opið. Vit hava kapasitet at verða góð menniskju og ónd menniskju, og sum sjón­ leikari skalt tú hava fatur á ymiskum kenslum til ymiska tíð. –  Tá ið tú hevur eitt arbeiði, sum er so krevjandi, er tað gott at kunna fara burtur frá øllum aftur. Í sam­ bandi við sjónleik stilli eg meg fram og skal stundum gera vart við meg, men annars eri eitt óinteressant og privat menniskja. Mær dámar væl at sita í frið og lesa ella skriva, sigur Sóley Danielsen. –  Mentalir teknikkir frá sjón­leikinum hjálpa mær eisini í privatlívinum. Skalt tú kunna leypa út í stórar upp­gávur, skalt tú eisini vera væl fyri og hava eina kenslu av, at tú megnar uppgávuna. Tú skalt hava skil í tínum tingum og privatlívi, tí tá ið tað stendur á í arbeiðnum, er tað gott at hava tryggar karmar og góðar rutinur at fella afturá. –  Tað eru tíðarskeið, har eg má siga við familju og vinir, at nú havi eg eina stóra verk­ætlan fyri framman, og tit koma ikki at síggja nakað serligt til mín í eina tíð. Eg má seta meg inn í leikir og leiklutir, og tá má í tíðarskeiðum offrað tey nærmastu. Men eg havi eisini brúk fyri teimum, og tí mugu tey tíðarskeiðini ikki verða ov long. Tíbetur eru familja og vinir skiljandi, og tað gera alt lættari at liva við, sigur Sóley Danielsen. EG SLEPPI AT LIVA FLEIRI LÍV – Eg livi mítt vanliga lív sum Sóley, men so sleppi eg eisini at vera ein heks, ein víkingur ella okkurt annað, sigur sjónleikarin Sóley Danielsen, sum heldur at sjónleikur gevur fólki møguleikan at lúra ígjøgnum lyklarholið