Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-06, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. november 2017síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 6. november 2017 · Nr. 129 UNDIR FÝRA EYGUM Spælir og undirvísir Sóley Danielsen er í løtuni knýtt at Frískúlanum í Havn, sum júst hevur havt 10 ára hald. Hon skapar smærri og størri sjónleikir við børnunum og læraratoyminum, og í løtuni gera tey ein sangleik. Í januar skal hon undir sjón­ leika­frálæru fyri børn og ung í Sjónleikarhúsinum í Havn –  hetta er samstarv við kvøld­ skúlan í Havn. –  Mær dámar sera væl at undirvísa í sjónleiki. Tað eru ikki nóg nógvar sjón­leika­verk­ ætlanir til at liva av at spæla sjónleik allatíðina, og so er tað gott at kunna undirvísa eisini, sigur Sóley Danielsen. Fyrst í komandi ári fara hon og Julia í Kálvalíð, leikstjóri, undir eina filmsverkætlan. Tað er stuttfilmur, sum kallast Trompetin, og sum Sóley Danielsen hevur skrivað hand­ ritið til. Talan er um eina romantiska komediu. Í heystferiuni spælir Sóley leikin Músin og týskarin, og í næstum fer hon at hava skúla­ sýn­inginar av leikinum. Sóley hevur eisini spælt við í svensku sjónvarpsrøðini Gabriel Klint, sum verður sýnd í næstum, og hon hevur avtalu um at vera við í aðru og triðju sesong eisini. – Nógv annað liggur eisini og bíðar eftir stuðli ella teim­ um røttu sam­starvs­pørtunum. Eg eri altíð til dystin fús og fari heilt sikkurt at finna uppá nógv annað at gera afturat hes­um, sigur Sóley Danielsen. UM Sóley Danielsen Um . Sóley Danielsen er úr Havn og arbeiðir sum sjónleikari og sjónleikalærari. Hon hevur master útbúgving í The Science of Acting frá Kogan Academy of Dramatic Arts í London. Eftir fimm ára skúlagongd í London kom Sóley í 2013 heimaftur til Føroya at búgva og hevur fyrst og fremst arbeitt innan sjónleik síðani. Sóley hevur skrivað og leikstjórnað fleiri leikir, og hon hevur verið við í leikum sum Heksirnar, Óðins eyga og Shakespeare systrarnar. Eisini hevur hon spælt við í stuttfilmum, sjónvarpsrøð og annað. Hvat gert tú, tá ið tú slappar av? – Mær dámar best at slappa av við sjeikinum, familju og vinfólki. Eisini dámar mær væl at lesa og at skriva og ordiliga fordjúpa meg í okkurt evni. Eg eri fastur gestur á bókasavninum, har eg ofta fari heim við fleiri bókum um sama evni – til dømis um Føroya søgu ella aðrar søguligar hendingar. Hvør er besti lutur, sum tú eigur? – Tað má næstan verða teldan, so eg fái skrivað og gjørt annað samskiftisarbeiði í samband við sjónleik.