Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. november 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. november 2017 · Nr. 129 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 PENSJÓNSKIPANIN Spara landinum pengar -ØLL FARA AT FÁA PENSJÓN Nýggja pensjóns­ skipanin verður meira samhaldsføst – landskassin sleppur bíligari Árni Gregersen Búskaparliga haldførið er høvuðs­ orsøkin til at politiska skipanin í mong ár hevur arbeitt við at gera eina nýskipan av pensjónunum í Før­oyum. Fleiri Búskaparráð hava víst á, at tá ið tað ræður um at spara pen­ ing saman til tey, sum fara av ar­ beiðs­marknaðinum vegna aldur, tá eru Føroyar eftirbátur, sæð í mun til grannalondini. Føroyingar fingu fólka­pen­sjón­ ina í 1959. Tað var eitt risaframstig, men havast skal í huga, at síðani tá er livialdurin longdur við nógvum árum. Tað vil siga, at í dag er ein lut­ falsliga nógv størri partur av før­oy­ ingum yvir 67 ár í mun til tey, sum vóru tað fyrst í seksti-árunum. Gamaní, summi hava spart sam­ a­n til egna eftirløn seinastu ár­ini, men fyri ein stóran part av før­oy­ ing­um er fólkapensjónin tað, sum tey lýta, tá ið tey fara av ar­beiðs­ markn­aðinum. Sæð út frá einum samfelags­ sjón­armiði og tá ið ein varar av al­ mennum kassum, so er pesnjónin vorð­in alt ov dýr nú. Almennu Før­ oyar hava ikki ráð at gjalda so stóra fólkapensjón út, tá ið talið av fólki á arbeiðsmarknaðinum minkar mun­ andi komandi árini, setti í mun til teirra, sum skulu hava pensjón. Tí kemur nýggja pensjóns­skip­ an­in. Politiskar ósemjur At tað hevur veirð ómetaliga torført at fáa eina breiða politiska semju um, hvussu pensjónsskipanin skal síggja út, ber uppskotið hjá sam­ gong­uni og Sjálvstýri boð um. Parlamentariski stuðulin hjá sitandi samgongu, Sonja Jógvans­ dóttir, uttanflokka­ting­kvinna, tek­ ur ikki undir við upp­skotinum og tað gera teir tríggir andstøðu­flokk­ arnir Sam­bands­flokk­urin, Fólka­ flokkurin og Miðflokkurin heldur ikki. Fólkaflokkurin hevur ikki verið partur av samráðingunum um pen­ sjónirnar síðani í januar, meðan Sambandsflokkurin tó hevur verið á fleiri fundum seinni. Miðflokkurin hevur langt síðani boðað frá, at tey eru ikki partur av eini semju, sum er. Serliga Fólkaflokkurin hevur funnist hvasssliga at, at tað í veru­ leiknum er talan um at áleggja ein størri skatt á borg­ar­arnar. Hetta tí ein størri partur av pensjónini skal gjaldast gjøgn­um Arbeiðs­ markn­aðar Eftir­lønar­grunn­in, ella Sam­haldsfasta, sum hann verður nevnd­ur millum manna. Hetta er helst størsti mun­ur­in millum teir størru andstøðu­flokk­ arnar og smgonguna. Andstøðu­ flokkarnir vilja hava, at løntak­ar­ ar­nir skulu spara meira saman til egnar pensjónir, meðan samgongan vil, at størri partur av pensjónini skal vera samhaldsføst. Sambandsflokkurin er heldur ikki við, tí hann ikki vil ganga við til, at grundupphæddin í fólka­pen­ sjón­ini verður lækkað og at enda eftir teirra meting fer at hvørva í mót­rokningum. Sambandsflokkurin vil hava, at grundupphæddin fer upp aftur á tað, sum hon hevur verið Sonja Jógvansdóttir sigur, at hon fyrst og fremst ikki tekur undir við skipanini, tí at mótrokningin hjá teimum, sum forvinna pening við síðuna av pensjónini, er alt ov høg og ógvuslig. -Men har eru eisini fleir teknisk viðurskifti í skipanini, sum eg ikki kann taka undir við, sigur hon. Væl nøgdir semjuflokkar Samgongan sum stendur hand­an pensjónsnýskipanina sam­an við Sjálvstýri, tykist væl nøgd við úrs­ litið. Tær báðar lands­stýris­kvinn­ urnar, Eyðgunn Samuelsen, Javn­ aðarflokkurin, og Kristina Há­foss, Tjóðveldi, siga: -Sum hendan semja er dømi um, so er tað ikki soleiðis, at fíggjarligt haldføri og sosialur tryggleiki eru mótsetningar. Tí við semjuni kunnu vit siga, at vit hava funnið eina loysn, sum bæði økir um trygg­ leik­an fyri núverandi og komandi pen­sjónistar, og eisini økir um hald­førið í pensjónsskipanini sum frá líður. Sum hjáløgdu uppskot bera boð um, so er hetta í stóran mun gjørt við at økja um samhaldsfestið í pen­sjónskipanini, og við at gera skip­anina meira smidliga, við størri atliti til, at fortreytirnar hjá teim­ um eldru eru ymiskar. Í semjuni verður sagt, at talan er um trý aðalmál, sum ætlanin er at røkka: 1. Tryggja hægri pensjón til pensjónistar við lágari og miðal inntøku 2. Gera tað meira lønandi at arbeiða eftir pensjónsaldur 3. Styrkja fíggjarliga haldførið og framtíðartryggja væl­ ferð­ar­samfelagið Uppskotið hevur við sær, at tá ið nýggja skipanin fer at virka frá 1.januar 2020, tá vera tvær skipanir galdandi í Føroyum. Tær eru ikki ólíkar, men tey sum eru fødd fyri 1.januar 1953 fáa pensjón eftir nú­ gald­andi skipan, meðan tey sum eru fødd eftir 1.januar 1953 fáa pen­ sjón eftir nýggju skipanini. Uppskotini verða nú send til hoyringar og eftir ætlan verða tey løgd fyri tingið í desmber.