mánadagur 6. november 2017síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 6. november 2017 · Nr. 129
PENSJÓNSKIPANIN
Árni Gregersen
Nýggja pensjónsskipanin fer hava
ein hægri pensjónsaldur við sær,
men hækking kemur spakuliga.
Frá 1.januar 2030 hækkar pen
sjónsaldurin eitt ár og frá 2025 fer
hann upp við seks mánaðum. Tað
er við í semjuni um eina nyggja
skipan fyri pensjónir, sum er gjørd
millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi,
Framsókn
og
andstøðuflokkin
Sjálvstýri.
Skipanin er nú send til hoyring
ar hjá viðkomandi pørtum og ætl
anin er, at hon skal leggjast fram í
Løgtinginum í desember.
Ein onnur broyting í sipanini er,
at inngjaldið til Arbeiðsmarknaðar
Eftirlønargrunnin hækkar uppí trý
prosent fyri arbeiðsgevaarar og
arbeiðstakarar. Hetta fer sjálvandi
eisini at hava eitt størri útgjald við
sær.
Kravið um, at løntakarar sjálvir
skulu spara 15 prosent saman í eft
irløn lækkar samstundis, so kravið
til egna uppsparing í staðin verður
12 prosent.
Skipanin verður býtt í tvey. Ein
skipan til teirra, sum nærkast pen
sjónsaldri ella eru pensjónistarr og
ein skipan til teirra, sum eru fødd
eftir 1.januar 1953.
Í semjuni verður sagt um hetta:
-Endamálið við tveimum skip
anum er at veita tryggleika um
inntøkugrundarlagið hjá teimum,
sum longu eru pensjónistar og
hjá teimum, sum eru um at gerast
pensjónistar. Hesi sleppa nú undan
at verða rakt av broytingum við
stuttum skotbrá.
-Tó fáa tey hægri útgjald úr
Samhaldsfasta og árliga prístals
hækking av veitingum, og tað fer
at hækka pensjónina hjá verandi
pensjónistum – eisini frameftir.
Gjørt verður tó vart við, at hjá
teimum, ið onga aðra inntøku hava
enn almenna pensjón og Sam
haldsfasta, hevur tað ikki stórvegis
fíggjarligan týdning, hvørjari skip
an tey eru í. Tey fáa hægri pensjón
enn í dag, og á leið sama útgjald í
báðum skipanum.
Fyri tey, sum eru í verandi skip
an, er tó broytingin, at veitingarnar
verða prístalsjavnaðar. Gjaldið úr
Samhaldssfasta verður eisini eitt
sindur hægri – á leið 1200 krónur
um mánaðin.
Broytingar neyðugar
Flokkarnir, sum hava gjørt semju
um nýskipanina siga rættuliga
greitt, at neyðugt er at broyta pen
sjónsskipanina, tí annars gerst hon
ov dýr.
Havandi í huga tær avbjóðingar,
sum framtíðar aldursbýtið í fólkin
um fer at hava við sær fyri almenna
búskapin, má ásannast, at tað verð
ur trupult at halda áfram við nú
verandi pensjónsskipan sum frá
líður.
Tað krevur munandi skatta
hækkingar, almennar sparingar
ella lækkingar av veitingum til
pensjónistar. Neyðugt er tí við til
lagingum, sum tryggja skipanina
fíggjarliga frameftir.
Hetta er eisini ein fyritreyt fyri
at tryggja, at tað almenna frameftir
hevur ráð til at veita tær tænastur,
ið eru neyðugar, eitt nú innan
heilsuverkið og eldraøkið.
Polistiskt verður eisini sagt,
at hetta er neyðugt at gera, so
samfelagið framhaldandi fer at
hava ráð til allar vælferðartæn
asturnnar, sum vit hava í dag, til
dømis heilsuverk, undirvísingar
verk og eldrarøktina.
Árni Gregersen
Fýra flokkar standa aftanfyri semj
una um pensjónsnýskipanina.
Teir tríggir samgonguflokkarnir
Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og
Framsókn. Tilsamans hava hesir
tríggir flokkar 16 tinglimir av 33, so
tað er ikki nóg mikið til meirluta í
tinginum.
Sonja
Jógvansdóttir,
uttan
flokkatingkvinna, er vanliga parla
mentariska grundarlagið undir
samgonguni og teimum uppskot
um, sum samgongan kemur við.
Í hesum føri hevur hon tó greitt
boðað frá, at hon ikki tekur undir
við pensjónsnýskipanini.
Í staðin fyri tekur Sjálvstýri við
tveimum tingmonnum undir við
skipanini, so tey nú eru 18 tingfólk,
sum standa aftanfyri skipanina.
-Vit hava sagt, at vit halda, at
tað er neyðugt við einari nýskipan
og tí eru vit partur av semjuni um
skipanina, sigur Jógvan Skorheim,
formaður fyri Sjálvstýri.
Hóast
flokkurin
samstarvar
við samgonguna um hetta mál – á
sama hátt sum flokkurin ger tað
við uppskotinum til fíggjarlóg fyri
næsta ár – so undirstrikar formað
urin, at flokkkurin ikki er partur av
samgonguni.
-Vit taka ikki undir við fiski
vinnunýskipanini.
Tað
stendur
fast. Hinvegin halda vit at samstarv
er vegurin fram og tí arbeiða vit
saman um mál, sum vit taka und
ir við, sigur Jógvan Skorheim, for
maður í Sjálvstýri.
Í sambandi við, at flokkurin tek
ur undir við uppskotinum til fíggj
arlóg fyri 2018, segði formaðurin, at
flokkurin fekk nakrar íløgumiljónir
til Klaksvíkar.
Spurdur um, hvat flokkurin fær
fyri at taka undir við nýskipanini ,
sigur formaðurin:
-Sjálv skipanin er so mikið góð
og hon er neyðug, at hetta eisini
er eitt stig á vegnum við okkara
politiki.
Sama
tal av
løntak
arum
At pensjónsaldurin
hækkar, fer at hava við
sær, at vit fara at hava
sama tal av løntakarum
sum vit hava nú
Árni Gregersen
Haldføri í búskapinum uppá longri sikt
er høvuðsorsøkin til at pensjónin verður
broytt.
Føroyingar
liva
munandi
longri
nú enn fyrr. Tað vil eisini siga, at vit
liva longri eftir at vit eru farin av
arbeiðsmarknaðinum enn vit gjørdu
fyrr.
Fyri almenna kassan hevur hetta
við sær, at peningurin til pensjónirnar
til øll teirra, sum eru yvir 67, krevur so
nógv, at ráð ikki verður til allar aðrar
vælferðartænastur.
Tí hevur Búskaparráðið víst á, at tað
er alneyðugt at gera nakað fyri at tryggja
haldføri í búskapinum.
Í uppskotinum til pensjónsnýskipan,
eru tvær avgerandi broytingar, sum
hjálpa tann vegin.
Onnur
broytingin
er,
at
tað
verður tvungið at gjalda meir inn til
Samhaldsfasta. Tá ið skipanin er farin
at virka fult, gjalda løntakarar og ar
beiðsgevarar hvør trý prosent av lønini
inn í grunnin.
Hin grundin er, at í 2025 hækkar
pensjónsaldurin uppí 67 og eitt hálvt ár
og í 2030 uppí 68 ár.
Hetta fer at hava við sær, at í staðin
fyri, at talið av pensjonistum hækkar
úr 7.500 til 12.500, so hækkar talið uppí
11.000 í staðin fyri. Tað sigur seg sjálvt,
at á leið 1500 færri pensjónistar ger tað
munandi bíligari fyri almenna kassan og
Samhaldsfasta.
Hendan broytingin ger, at haldføri
verður munandi betri enn um núverandi
skipan heldur fram.
Av
tí
at
tað
almenna
og
kommunurnar gjalda nógv inn – eisini
sum arbeiðsgevarar – so fer tað at kosta,
men í samlaða roknstykkinum er hald
føri og vinningurin rættuliga stórur
Verður hildið fram við núverandi
skipan versnar almenna haldføri einar
400 miljónir krónur í dagsins pengum.
Nýggja skipanin ger, at haldføri
batnar 700 miljónum krónum um árið
í 2060. Talan er tá um pengar í dagsins
krónum.
Pensjónsaldurin
upp í 68 ár í 2030
Frá 2020 fara vit at hava tvær pensjónsskipanir
– eina til teirra sum eru fødd áðrednn 1.januar
1953 – eina til teirra, sum eru fødd seinni
Sjálvstýri bjargar
hesi nýskipanini
Sjálvstýri er farið í tætt samstarv við samgonguna, men formaðurin
noktar fyri, at flokkurin nú reelt er ein partur av samgonguni
Sjálvstýri
tekurundir við
pensjónsnýskipanini,
men Jógvan Skorheim
undirstrikar, at
flokkurin ikki er
partur av samgonguni
Sonja jógvansdóttir
vísir fyrst og fremst á
mótrokninganar, sum
gera, at hon ikki tekur
undir við skipanini.
Aksel V. Johannesen,
løgmaður og
samráðingarleiðari,
lovaði, at skpanin
verður løgd fram í
heyst og tað er nú
gjørt - hóast ongin
breið semja er gjørd.