mánadagur 6. november 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. november 2017 · Nr. 129
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Eiðis kommuna hevur seinnu árini
verið fyri stórari menning – við
nýggjum fótbóltsvølli, nýggjum
bygda-og ítróttarhúsi, sum verður
bygt við fótbóltsvøllin og við
mentanarhøll í skúlanum.
Í dag lata so nýggju venjingar
hølini í Hólmanum upp, og fyrstu
dagarnar verða fólk í hølinum
ávísar tíðir, har hesi fara at seta
onnur inn í, hvussu ymisku venj
ingarmaskinurnar skulu brúkast.
Eiðis kommuna hevur lagt út
á sína heimasíðu kunning um
kostnað fyri at brúka hølini, og
hvør skipanin verður við lykli og
øðrum í samband við nýtslu av
hølunum.
Bíligari hjá eiðisfólki
Í kunningini sæst, at tað verður
bíligari hjá borgarum í Eiðis komm
unu at brúka hølini enn hjá fólki,
sum eru búsitandi í øðrum komm
unum.
Skipanin verður hon, at eitt
húski bert fær ein lykil, og gjald
ast skal, áðrenn lykilin verður út
flýggjaður - ein til tríggjar dagar
eftir gjalding.
Sagt verður eisini í kunningini, at
lyklarnir til venjingarhølini kunnu
heintast á kommunuskrivstovuni –
ella við at venda sær til Odd Ejdes
gaard.
- Tað ber til at koma á skrivstov
una at gjalda, men her verður ikki
tikið ikki ímóti korti. Mælt verður
tískil til at gera fasta flyting.
Um heimasíðuna hjá kommun
uni ber eisini til at tilmelda seg til
venjingarhølið í Hólmanum.
300 sitipláss undir taki
Tá ítróttar-og bygdahúsið í Hólm
anum stendur liðugt, verður stórur
salur, sum rúmar umleið 250-300
fólkum, í ovaru hæddini, og í hesi
hæddini verður eisini stórkøkur og
stórt høli til frítíðarskúla.
Tað er í niðaru hæddini, at stóra
fitness-hølið er, og her er ætlanin,
at almenningurin - ung sum gomul
– skulu kunna brúka øll tey nýggju
venjingaramboðini.
Tá verkætlanini í Hólmanum
stendur liðug, verða umleið 300 siti
pláss til áskoðarar undir taki.
Útlendsk
ferðafólk á
haruveiði
Vilmund Jacobsen
Fyrsti harudagur í ár var hós
dagin 2. november, tá loyvt
varð aftur at skjóta harur.
Loyvt er at skjóta fram til árs
lok, tá harutíðin er av.
Har hagar verða seldir og
keyptir til haruskjóting, er
vanligt, at menn skjóta teir ger
andisdagar, tá hugur er til tess.
Í Nólsoy hevur í fleiri ár
verið vanligt at skjóta í ein dag
og onkuntíð í tveir, tá hin fyrri
dagurin ikki eydnaðist.
Leygardagin vóru nólsoy
ingar og skutu harur, og við
sær høvdu teir eisini tvey út
lendsk ferðafólk, ein frans
mann og eina avstralska kvinn
ur, sum eisini sluppu at royna
seg, tá flettingin kom fyri.
Harudagurin í Nólsoy gav 17
harur, sum ikki er eitt stórt tal
ein slíkan dag í Nólsoy.
Á Facebook-síðuni – Nólsoy
Nú & Tá – eru myndir frá haru
degnum og á viðheftu mynd,
sum Anfinn Nielsen hevur
tikið, er tað Steph úr Avstralia,
sum sleppur at royna seg, tá
hara verður flett.
IRF: Hesa vikuna fær IRF í Leirvík eina ballingarmaskinu,
so brennistøðin kann taka ímóti ruski, nú tekniskt brek er
á gamla ketlinum á brennistøðini. Í dag tekur IRF ikki ímóti
burturkasti, men húsarhaldsposar verða heintaðir sum vant.
- Tað er tann gamli ketilin, sum verður skiftur út í februar
næsta ár, ið støðugt gevur okkum trupulleikar, sigur IRF.
Vánalig
útlit til
útróður
Tað verður óstøðugt
veður, men batn
andi streymur teir
næstu dagarnar
Vilmund Jacobsen
Fríggjadagin vóru seks línuskip til
fiskiskap undir Føroyum. Skipini
fiska serliga longu og brosmu.
Haraftrat var eitt línuskip til
fiskiskap undir Íslandi og hetta
skipið, sum hevur mest av toski,
landar væntandi fyrst í hesi vik
uni.
Av línuskipunum, sum fiska
undir Føroyum, koma væntandi
eitt ella tvey skip inn at landa
hesa vikuna og tey, ið eftir eru,
koma neyvan fyrr enn í aðru viku.
Streymurin er harður, men
batnar, sum henda vikan gongur.
Veðrið er einki serligt í løtuni,
og meginpartin av vikuni verður
nakað av vindi.
Tey línuskip, sum liggja, fara
væntandi út aftur, tá streymurin
batnar, og veðrið verður brúkiligt.
Útlitini til útróður hesa vikuna
eru einki serlig, nú streymur og
veður ikki eru heilt til vildar.
- Fiskiskapurin hjá útróðrar
bátunum er framvegis smáligur,
siga tey á Fiskamarknaði Føroya.
Føroya Skipara-og
Navigatørfelag hevur sent út
yvirlýsing, har felagið tekur
fult undir við føroyskum
sjúkrarøktarfrøðingum í tess
verkfalli og krøvum um betri
lønarsømdir og treytir
Í dag letur venjingarhølið upp
Tað er ein stórur dagur á Eiði í dag, nú nýggju venjingarhølini í Hólmanum lata upp
Nøkur línuskip eru til
fiskiskap undir Føroyum,
men flestu eru nýliga byrjaði
túr. Mynd: Tilvildarlig