Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. november 2017síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 6. november 2017 · Nr. 129 Upsafiski­skapur er á einari leið Trolaraflotin er á ymiskum leiðum, men spurningurin er, hvussu óstøðuga veðrið ávirkar fiskiskapin Vilmund Jacobsen Fríggjadagin vóru flestu partrolarar til fiskiskap, og skipini koma inn at landa, sum henda vikan gongur. Upsafiskiskapurin er framvegis á einari leið. - Eitt partrolarapar er á Reykja­nesrygginum og fisk­ ar tosk, kongafisk og blá­ longu - og eitt par er vestan­ fyri og fiskar kongafisk.  Tað vistu tey at siga á Fiska­marknaði Føroya fríggja­dagin.  Tveir djúpvatnstrolarar eru eisini á rygginum og fiska tosk. Teir koma helst inn at landa síðst í hesi vik­ uni. Ein djúpvatnstrolari fisk­ar upsa og landar ætl­ andi í dag. - Djúpvatnstrolararnir, sum frysta veiðina umborð, fiska allir á djúpum vatni eft­ir svartkalva, og so fáa teir eis­ini nakað av kongafiski. Fríggjadagin, áðrenn hann øtlaði veðrið, vóru tríggir trolbátar norðan fyri og fiskaðu tosk og hýsu. Teir fingu eisini nakað av flat­ fiski og upsa. - Ætlandi landa trol­bát­ arnir fyrst ella miðskeiðis í hesi vikuni, vistu tey á Fiska­ marknaði Føroya at siga. Herfyri sjósetti MEST triðju tvíkiljuna í røðini, sum Bakka­ frost skal hava. Henda tvíkiljan, sum er bygginummar 111, verður knýtt at alibrúkinum í Norðdepli og hevur fingið navnið Kópasteinur. Nýggjar vørur á hillunum Vilmund Jacobsen - Tað er umráðandi, at ein fyritøka ikki stendur í stað. Neyðugt er við menning og tillaging til broyttar umstøður og øðrvísi marknað. Vit mugu fylgja við í tí, sum marknaðurin krevur og ikki minst viðskiftafólkini. Tað sigur Høgni Hansen, stjóri hjá Poul Hansen heilsølu, nú fyritøkan - í triðja ættarliði - fer um tey níti árini. Vit spurdu eisini Høgna Hansen, hvat tað nýggjasta hjá samtakinum er. Hann vísir á, at krøvini til heilsølur gerast størri og størri, og stórur partur av vørunum, sum verða seldar, hava lutfalsliga stutt haldføri, samstundis sum flutningsmøguleikarnir eru vorðnir betri. - Tað nýggjasta hjá okkum er, at vit hava gjørt samstarvsavtalu við Rema1000, sum er ein stórur veitari av gerandisvørum í Skandinaviu og Baltisku londunum. Stjórin vísir á, at vælumtóktu vørurnar hjá Rema1000 í næstum verða at síggja í handlunum kring landið, sum Poul Hansen heilsøla leverar til. - Rema1000-samtakið hevur ment og framleitt egin merki av nógvum vørum, og nógvar av hesum vørum hava eisini vunnið týðandi testir á marknaðinum sum dygdarvørur. Høgni Hansen sigur, at Rema1000 eisini hevur eitt stórt úrval av vistfrøðiligum vørum, og samtakið hevur ment pakning, sum fer væl við umhvørvinum og sum minkar um matoyðsl. - Hetta er eisini eitt av virðunum, sum Á-handlarnir arbeiða fyri. Pakningur við viðskera hjá Rema1000 er eitt nú deildur í fleiri smá rúm, soleiðis at tú sum brúkari ikki nýtist at lata øll rúmini upp í senn. Hetta økir um haldføri og fremur minni matoyðsl. Stjórin vísir á, at Rema1000 vørurnar koma at avloysa First Price og Gestus, sum so líðandi fara av hillunum hjá Poul Hansen heilsølu, og hann heldur, at samtakið hevur gjørt eitt gott val við at taka upp samstarv við Rema1000. Runavíkar Kommuna lýsir nú eftir nýggjum bókavørði, eftir at Svend Højgaard segði seg úr starvi. Hann hevur staðið á odda fyri Bókasavninum við Løkin í hálvt sætta ár. Umsóknarfreistin til starvið, sum nú er lýst leyst, er sett til 15. november í ár. Veksandi útboð førir til lækkandi laksaprísir Sambært Nordea, væntar bankin eina øking í útboðnum av laksi í ár á 4,6 prosent í mun til 2016, og væntandi er, at útboðið fer at veksa við 10 prosentum í fjórða ársfjórðingi í ár Vilmund Jacobsen Sambært uppgerð hjá Akva­ fakta fullu laksa­prís­irnir í viku 43 niður um 50 norskar krónur fyri kilo. - Hetta er stívliga 14 norsk­ar krónur minni, enn laksurin fór fyri í somu viku fyri einum ári síðan. Tað veit Vinnuhúsið at siga í dag, sum vísir til norsku keld­una – www.kyst.no Lagt verður aftrat, at hetta bert er aðru ferð í ár, at laksaprísurin fer niður um 50 norskar krónur fyri kilo. Økt útboð Ein frágreiðing frá Nordea, sum kom í oktober undir heitinum “Wind of change”, vísti á, at skjótt veksandi bio­massi er í norsku aliring­ unum, eins og útboðið úr Chile eisini væntast at veksa. - Tí væntar Nordea sum heild økt útboð og lægri laksa­prís í komandi árs­fjórð­ ing­unum. Sambært Nordea, vænt­ar bankin eina øking í útboðn­ um í ár á 4,6 prosent í mun til 2016, harav væntandi er, at útboðið fer at veksa við heili 10 prosentum í fjórða árs­fjórðingi í ár. - Aftrat hesum væntar Nordea eina øking í útboðn­ um í 2018 á 8 prosent, leggur Vinnu­húsið aftrat. Áðrenn hann øtlaði veðrið, vóru tríggir trolbátar norðanfyri Bæði í ár og næsta ár er væntandi, at útboðið av laksi fer at veksa, og hetta trýstir í løtuni laksaprísin