Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. november 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. november 2017 · Nr. 129 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Arnstein Niclasen Sjónvarpið sýndi herfyri ein film um vinnulívsmannin J. F. Kjølbro, sum á fyri­mynd­ar­ lig­an hátt bygdi upp eitt fjøl­ tátt­að virksemi, ið ikki hevði sín líka í landinum, og sum vakti ans og virðing um lond, ið vit tá høvdu samskifti við. Eitt spennandi films­upp­ drag um ein framúr í­verk­ set­ara. Trý av barna­børn­um hansara lótu her koma til kennar, hvussu tey mint­ust teirra forfedrar á Bisk­ups­ støð – ommuna, Karina (1882- 1952) og abban, Jógvan (1887- 1967). Og hetta komu hesi trý barnabørnini bara væl frá. Kjølbro var ein einari, ið helst eingin rættiliga kendi, og hann gjørdi ikki nógvan háva burtur úr sær. Hóast hann gjøgnum viðrák og and­róð­ur lívsins kendi eina ov­ur­honds ábyrgd og av­ bjóð­ing hangandi á hálsinum hvørja løtu, tað eygað var opið. Hann var inntonktur av lyndi og greiður, táið hann við høvi bar fram sína á­skoð­an. Dugdi og tordi at taka av­gerð­ir. Hittinorðaður. Heilsaði dámliga børnum, hann møtti, við: “Hvussu eit­ ur tú og pápi tín?” Og júst soleiðis, sum ommu­dótt­urin væl greiddi frá, var teirra sámiliga lívs­ førsla, og soleiðis kendu vit tey við, sum grannar. Pápi átti “Dragasund” saman við Kjøl­bro og førdi skip hjá parta­fel­agnum úti við 30 ár. Ein systir var arbeiðsgenta hjá Kjølbro og í handlinum á Bisk­ups­støð í fleiri ár. Sagt varð, at Karin var effektiv - eis­ini við hús - og Jógvan sera frið­ar­ligur at umgangast. Mikla virðing áttu hesi bæði í heimi okkara. Bæði Kaj Johannesen, rok­skipari og Andrew Sloan, ið tal­aðu við jarðarferðina, áttu Kjøl­bro­’sa álit og vinalag. Men upp­livdi og kendi nakar av hinum statistunum í film­ i­num Kjølbro - ella tíðina tá - yv­ir­høvur? Undantikin er Svenn­ing Johannesen (fødd­ ur í 1925), ið mynstraði sum trol­a­r­a­skip­ari á “Norð­búgv­ a­num” bara 21 ára gamal! Ó­trú­ligt, ha? At lesa sær nakað til er gott. Men tað er bara ikki tað sama, sum at uppliva og vera við í átøkunum. Lisið kundi eisini verðið úr bókini um Kjøl­bro, sum kom út í fyrr­ árið og helst hevði enn fleiri fadd­r­ar. Okkurt bekl kom tó fyri í filminum, ið fleiri, sum høvdu okkara dagligu gongd í sam­komuni, ikki kenn­ast við. Eitt var, at Jens Clæm­ int Is­ak­sen og Kjølbro, ann­ ar sat á fyrsta beinki í stýri­ borði og hin í bakborði, hes­ir vóru fíggindar undir lækn­ a­stríðnum - hóast brøður í Bet­esda. Hetta var helst betri ó­sagt. Eisini hetta, um at onk­ur helt, at Kjølbro átti at verð­ið beindur burtur úr sam­kom­ uni við heimild í hans­ara luttøku undir lækna­stríð­ num. Og at Kjølbro tá bað henda mannin um lykilin, tí hann hevði jú bæði latið grund­øki til salin og stuðlað virks­eminum munandi. Hetta líktist bara als ikki Kjøl­bro’sa verumáta, og mann helst vera enn ein myta sum aðrar um Kjølbro? At onkur hinvegin kann hava meint hetta við­ víkjandi læknastríðnum, ber kanska til at hugsa, men ber valla til at prógva. Ikki tí, í lívsins margfaldi – eisini í samkomum, kirkjum og mill­um trúgvandi annars - eru eisini fólk “fátæk í anda”, sum kunnu loypa fram­ av sambært 1. kor. 1,26: “Tit eru ikki mangir vísir eft­ir holdinum, ikki mangir mekt­ igir, ikki hábornir.” Filmurin ber eisini fram eina veruleikafjara á­skoð­ an á ein kjarna í sjálvum sam­komu­lív­inum. Hetta, at ein ávís­ur stuðul til virksemið, av hes­um økir um ræðisrættin. Hetta er ikki eftirfarandi. Tí hesi við­ ur­skifti hoyra vitiliga neyvt “loyni-kamarinum” til. Í djúpi hjart­ans ímillum hin óhefta ein­staka og Tann Almáttuga. Og hetta verður tí als ikki brúkt sum leysakast millum manna við ómátahildin høvi. So­leiðis er tað bara. Eisini er tað ein myta, at Kjøl­bro “vildi leggjast á alt”. Hetta var ikki so. Har vóru tá vala fyritøkur sum p/f J. J. Jac­obsen, Jens Clæmint Isaksen, Joensen & Olsen o.fl., sum Kjølbro hevði eitt sera gott samstarv við. Og hann var teim ofta hentur í á­vik­um. Onkur kann kanska eisini undr­ast á, hví eingin av børn­ u­num hjá Kjølbro , sum so, tóku undir við ella lut í hes­ um “sannheitserkennilsi” (s­o­leið­is sum tey gomlu mál­ bóru seg), sum Karin og Jógv­ an trúliga stóðu í - fyri lívið? Men tað er eitt annað mál. Men fyri børnini hjá Karini og Jógvani Kjøl­bro og eftirkomarum teirra hevur tað helst mang­ an ikki verið lætt at bera í gerandisdegnum, henda øvundin og mis­tonki­lig­ger­ ing­in, sum liggur so tætt und­ir húðini á okkum mann­ a­børn­um mótvegis teimum, sum nú einaferð duga betri at fóta sær í samfelagnum ella í lívinum annars. Á­skoð­ an­ir sum: “Ja, hvat mann has­ i­n Jógvan Fríðrik, sonur “Ole Klokker”, halda seg vera?”. “ Og táið Kjølbro doyr, tá fer Be­tesda fallit!” (Hetta seinna hoyrdi eg fleiri ferðir millum menn). Heimunum hjá Evaldi og Nølla hava vit, sum vuksu upp har á leið, bara gott at bera. Fyri børnini nærindis funn­ust ikki blíðari og meiri fyri­kom­andi (og vakrari) kon­ur innan fyri Klakk enn Gerdu og Thurid. Øll mannaverk eru ó­full­ kom­in. Og søguskriving eig­ur tí eingin at havast at einsa­mallur - uttan eina neyva og serkøna ritstjórn. Tí søgu­frøði er ikki nøkur eks­akt vísindagrein, og menn meta/gita mangan skeivt. Soleiðis er tað. Annars var filmurin bara hug­fars­lig­ur viðhvørt, og kanska átti manningin í KvF at lagt meiri doyin á tílíkar lýs­ing­ar av samfelagsligum á­huga – heldur enn tær mangan møðsomu sam­røð­ ur­nar og tíðindini vit fáa – ofta í bestu senditíð. Tí fleiri framúr dugnalig fólk eru har undir lonini í Sortu­díki. Tað vita vit. Ein filmur um Kjølbro Meginfelag Før­oyskra Studenta Føroyski búskapurin, Setrið og talið av lesandi er í stórum vøkstri, og hetta fegnast vit um. Men allar medaljur hava sum kunnugt eina baksíðu, og hend­an er tíanverri einki und­an­tak. Góði búskapurin, sam­an við blómandi ferða­vinn­uni og ymiskum øðr­um, hevur við sær, at bú­stað­ar­kostn­ að­ur­in er støðugt vaksandi, með­an útboðið er relativt mink­andi. Hetta hevur við sær, at tað er ógjørligt hjá flestu lesandi í Føroyum at finna eitt stað at búgva – sum ikki er eitt kamar heima hjá mammu og babba. Tað almenna sær út til at hava meira enn ilt við at loysa hendan trupulleikan, ella at taka hann í álvara. Tó so, at nýggja almenna koll­ egie ‘Finsen’ er ein roynd at loysa trupulleikan, so eru tær 37 íbúðirnar bara eru ein dropi í havinum í mun til tørv­in. At privata vinnulívið vel­ ur at nýta ein part av kapi­ tali­num hjá sær til at loysa ein slík­an trupulleika er alla æru vert. Men tað sum nú hendir við kolleginum ‘Mark’, gerst meira og meira ó­tesp­i­ ligt at eygleiða. Íbúðirnar, sum í for­vegin eru lítlar og alt ov dýr­ar og har man skal gjalda eyka fyri børn, eru nú bara tøkar fyri tann les­andi 11 mánaðir um árið. Hetta seinasta kom fram leyg­ar­dagin 5. november, í einari sam­røðu við eigaran av ‘Mark’, í tíð­inda­send­ing­ ini hjá KVF. Tað vísir seg, at tey lesandi binda seg til at flyta út úr teirra íbúðum 30. juni hvørt ár, og sleppa ikki at flyta inn aftur fyrr enn 1. au­gust. At tvinga vaksin fólk út úr heimi sínum á hend­an hátta var ikki ein trup­ul­leiki fyri eigaran, tí hann helt, at tey bara kundu flyta heim aftur til mammu og babba hendan mánaðin. Sam­ bært honum, var tað ikki tí, at Mark hevði ætlanir við íbúðunum í julimánaði, men tí at hetta var nakað, sum mann vanliga ger á næm­ing­ a­heim­um. MFS heldur, at man eig­ ur at kalla ein spaka fyri ein spaka. Hetta er ikki á nakr­an hátt ‘vanligt’ fyri eitt koll­ egie - hetta er sera óvanligt. Ong­in rakstrarlig atlit tala fyri hesum, og hetta er sera trupult hjá teimum les­andi – hugsa tær at skula pakka øll tíni ting hvørt ár, og so verða heimleys í ein mán­ að! Einasta orsøkin til at hetta verður gjørt er sjálv­ andi, at eigarin ætlar at nýta íbúðirnar sum hot­el/ vallaraheim í bestu ferð­a­ tíð – also skulu tey les­andi góðtaka at onkur fremm­ and­ur svevur í teirra song, brúk­ar teirra vesi og teirra køk, meðan tey eru heimleys. MFS heldur, at vit eru við at kenna Mark, men spurn­ ing­ur­in er, um Mark kennir sær nak­að mark. MFS: Er nakað Mark?