Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-06, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. november 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. november 2017 · Nr. 129 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 André Olsen Hetta vikuskiftið hava heili fýra Effo-lið kunngjørt sín venjara til komandi kapp­ingar­ár. Fríggjadagin boðaðu HB, 07 Vestur og Suður­oy­ingarnir frá at avtala var gjørd við venjara til komandi kappingarár, og seint leygarkvøldið brast NSÍ stóru bumbuna, tá felagið á 60-ára veitsluni, kunngjørdi at Sámal Erik Hentze, verður nýggjur venjari hjá NSÍ kom­ andi kappingarár. Sostatt hava øll Effo-liðini til komandi kappingarár nú fingið venjara, men í leikara­ hópunum hjá teimum flestu væntast nógvar broytingar. Vit hava her gjørt eitt yvir­lit yvir hóparnar hjá teim­um ymisku liðunum til kom­ andi kappingarár, og hvat søgurnar siga rørir seg í teimum ymisku feløgunum. Víkingur: Status: Tilgongd: Maurice Ross (Venjari) Frágongd: Sámal Erik Hentze (Venjari), Sorin Anghel  Søgurnar siga um Víking… Við Sosialin fyri viku síðani greiddi Maurice Ross frá, at ein at uppgávunum hjá honum í sínum komandi felagið fór at vera at byggja felagið upp. Sostatt er greitt at tað fer at vera nakað av broytingi í Víkinga hópinum komandi ár í mun til júst farna kappingarár. Sum skilst er Víkingur eitt av nógvum feløgum, ið liggur framvið eftir ársins unga leikara, Michal Przybylski. Eisini liggur Víkingur framvið eftir ÍF miðvallaranum Boga Reinert Petersen. Stór óvissa valdar í Víkingi um fleiri leikarar. Serliga stór er honum rundanum Erling Jacobsen, Hans Jørgen Djurhuus, Fróða Benjaminsen, Hans Paula Samuelsen og Filip Djordjevic. Í løtuni er tað bara Hans Jørgen Djurhuus av teimum, ið hava sáttmála komandi ár, men tað er ikki heilt víst um hann fer at spæla fótbólt aftur komandi ár, av tí at hann er komin upp í árini. KÍ: Status: Tilgongd: Kristoffur Jakobsen  Frágongd: Jonas F. Rasmussen, Ahmed Mujdragic, Atli Danielsen  Søgurnar siga um KÍ... KÍ hevur leingi dyrgt eftir at fáa fatur á HB verjuleikaranum, Bartal Wardum, sum sunnukvøldið longdi sín sáttmála við HB. Eisini hevur KÍ leingi verið sett í samband við Hákun Edmundsson, sum í ár spældi fyri Skála. Tað tykist enn sannlíkt at Hákun Edmundsson fer at vera kunngjørdur sum nýggjur leikari í KÍ innan stutta tíð. Av nýggjum leikarum, ljóðar eisini fyri víst at KÍ fer at styrkja seg við tveimum nýggjum serbiskum leikarum. Tann eini av teimum báðum verður helst ein verjuleikari, av tí at frágongdin í verjupartinum hevur verið størst í vetur. Men tað ljóðar eisini at hin av teimum báðum er ein álopssinnaður leikari, ið skal spæla eitt av teimum fremru plássunum á KÍ liðnum. KÍ hevur eisini verið í samráðingum við Boga Reinert Petersen hjá ÍF, men sum skilst takkaði hann nei til tilboðið frá KÍ. Higartil er Kristoffur Jakobsen úr ÍF einasti nýggi leikari hjá KÍ til komandi kappingarár. B36:  Status: Tilgongd: Trygvi Askham Frágongd: Tórður Thomsen, Gestur B. Dam, Pætur Petersen Søgurnar siga um B36... Higartil hevur tað verið ógvuliga friðarligt rundanum B36 til komandi kappingarár. Venjarin er hin sami, og lítil broyting tykist vera í hópinum. Fyri tey flestu varð tað greitt í eina tíð, at Trygvi Askham skuldi avloysa Tórð Thomsen sum B36 málverja til komandi kappingarár. Tað ljóðaði longu í summarsteðginum. Einasta sum er eitt sindur óvæntað í B36 higartil, er at Gestur Bogason Dam hevur skift úr felagnum til EB/Streym. Sum skilst verður í løtuni arbeitt við at styrkja B36 hópin til komandi kappingarár. Við Rás 2 aftaná kappingarenda segði Jákup á Borg at tað helst komu tveir nýggir leikarar til. Tá var sannlíkt at annar fór at vera Michal Przybylski. Men sum skilst eru samráðingarnar millum Michal Przybylski og B36 í seinastuni slitnaðar. Tí er ógreitt hvør í øllum førum tann eini av teimum nýggju leikarunum vera. Tað tykist tó ógvuliga sannlíkt at hin av teimum báðum nýggju er fyrrverandi B36 leikarin, Jónas Tór Næs, sum eftir eitt kappingarár í íslendska ÍBV, komandi ár aftur fer at spæla í føroyskum fótbólti. NSÍ: Status: Tilgongd: Sámal Erik Hentze (Venjari), Johan Troest Davidsen  Frágongd: Anders Gerber (Venjari), Jann Ellingsgaard  Søgurnar siga um NSÍ... Hóast tað er tíðliga, tykist NSÍ longu nú at vera millum avgjørdu FM-biðlarnar til komandi kappingarár. Felagið hevur styrkt seg markant hesa seinastu vikuna. Fyrst við verjuprofilinum, Jóhan Troest Davidsen, og síðani við venjaranum, Sámal Erik Hentze, sum hevur vunnið FM-heitið við øllum teimum oddaliðunum, ið hann hevur havt ábyrgdina fyri. Tað tykist eisini sum um at NSÍ fer at styrkja seg uppaftur meira. Sum skilst er NSÍ ógvuliga áhugað í at knýta Øssur M. Dalbúð afturat hópinum til komandi kappingarár. Hann er uppvaksin í NSÍ. Harafturat ljóðar eisini at NSÍ er í samráðingum við Boga Reinert Petersen, sum í ár spældi fyri ÍF. HB: Status: Tilgongd: Heimir Guðjónsson, Dan í Soylu, Ari M. Olsen   Frágongd: Jóhan Troest Davidsen, Rókur av Fløtum Jespersen  Søgurnar siga um HB... Fríggjadagin boðaði HB frá at íslendski Heimir Guðjónsson, sum síðani 2008 hevur vant íslendska toppliðið, FH, verður nýggjur venjari í HB. Í FH hevur Heimir Guðjónsson heili fimm ferðir vunnið íslendska meistaraheitið. Seinni um kvøldið – fríggjakvøldið – segði Heimir Guðjónsson við íslendsku fótbóltsheimasíðuna, fotbolti.net, at HB til komandi kappingarár millum annað fór at vera styrkt við íslendskum leikarum. Afturat teimum, hevur HB eisini ætlanir um at styrkja seg við Erlingi Jacobsen úr Víkingi, sum allan seinasta vetur eisini var settur í samband við HB. Hann er búsitandi í Havn, og er sum skilst opin fyri at spæla fótbólt í høvuðsstaðnum. Í HB eru tað tó fleiri av leikarunum frá júst farna kappingarárið, ið ikki hava longt sín sáttmála. Skála:  Status: Tilgongd: Eyðun Klakstein (Venjari), Ahmed Mujdragic  Frágongd: Pauli Poulsen (Venjari), Valerian Iobashvili, Mamuka Torondjadze, André Olsen, Jann Martin Mortensen  Søgurnar siga um Skála... Leygarkvøldið fekk Skála sín fyrsta styrk í leikarahópinum til komandi kappingarár, tá Ahmed Mujdragic, sum tvey tey seinastu árini hevur verið stinnur í KÍ verjuni, var kunngjørdur sum nýtt keyp. Tað væntast eisini at fleiri aðrar broytingar vera í hópinum hjá Skála. Sum skilst er felagið í samráðingum við Tórð Thomsen. Hann er fyrsta val hjá felagnum til at avloysa Andras Gango, ið møguliga gevst at spæla fótbólt. Eisini hevur fyrispurningur verið eftir Sebastian Pingel hjá HB, sum fyrr hevur spælt undir Eyðun Klakstein í B36. Stór óvissa valdar rundanum tveir av stóru profilunum hjá Skála í farna kappingarárið. Teir eru Michal Przybylski og Hákun Edmundsson. Í løtuni tykist útlitini at vera størri fyri at teir báðir ikki fara at spæla við Skála komandi kappingarár, men heldur fara at skifta til onnur lið. Bogi Reinert Petersen úr ÍF hevur verið nevndur sum styrkur fyri ein av teimum báðum. EB/Streymur: Status: Tilgongd: Ari Ó. Ellingsgaard, Gestur B. Dam, Pætur Petersen Frágongd: Sjúrður Jacobsen, Ari M. Olsen, Trygvi Askham, Dan í Soylu Søgurnar siga um EB/Streym... Í EB/Streymi er tað mesta longu komið uppá pláss til komandi kappingarár. Felagið hevur longu gjørt avtalu við tríggjar nýggjar leikarar, meðan fýra eru farnir úr hópinum frá farna kappingarárið. Tað er tó heilt víst at ein nýggjur skal inn afturat, tí at nýggjur málverji skal finnast fyri Trygva Askham, ið er farin til B36. Harafturat ljóðar at tveir fyrrverandi profilar kanska aftur vera at síggja í EB/ Streyma troyggjuni til komandi kappingarár. Tað eru Hans Pauli Samuelsen, sum kemur til úr Víkingi, og Marni Djurhuus, sum farna kappingarár ikki var at síggja á vøllinum. Sostatt tykist sum um at EB/Streymur av álvara er í ferð við at stabilisera seg sum felag aftur, eftir at teir í 2016 vóru eitt rend í næstbestu deildini. NÚ HAVA ØLL FINGIÐ VENJARA Fyri góðum mánað síðani, manglaðu sjey av 10 Effo-liðum í 2018 venjara. Aftaná hetta vikuskiftið hava øll nú fingið venjaraspurningin uppá pláss, men í teimum ymisku hópunum væntast broytingar nógvastaðni