mánadagur 6. november 2017síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 6. november 2017 · Nr. 129
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TB/FCS/Royn:
Status:
Tilgongd: Glenn Ståhl (Venjari)
Frágongd:
Søgurnar siga um TB/FCS/
Royn... Suðuroyingar fingu í
vikuskiftinum nýggjan venjara,
tá Glenn Ståhl úr Svøríki varð
kunngjørdur sum avloysari
fyri Maurice Ross. Úr Suðuroy
ljóðar at Glenn Ståhl fer at
taka onkran svenskan leikara
við sær til at styrkja um liðið
hjá suðuroyingum til komandi
kappingarár. Tó eru fleiri leikarar
hjá suðuroyingum, ið enn ikki
hava longt sín sáttmála. Millum
annað stóra stjørnuskotið, Búi
Egilsson. Tað er heldur ikki greitt
enn um norsku leikararnir, Mats
Walberg og Marius Berntzen,
vera verandi í Suðuroy komandi
kappingarár.
07 Vestur:
Status:
Tilgongd: Pauli Poulsen (Venjari)
Frágongd:
Søgurnar siga um 07 Vestur... Í
07 Vestur hava teir flestu longu
longt sín sáttmála til komandi
kappingarár, soleiðis at hópurin
kemur at minna nógv um hópin,
ið spældi við í Effo-deildini í júst
farna kappingarárið. Tó væntast
at nýggi venjarin, Pauli Poulsen,
fer at fáa eitt sindur av styrki
til hópin komandi kappingarár.
Men hvørjir leikarar, ið 07 Vestur
fer at styrkja seg við, er enn
ógvuliga ógreitt.
AB:
Status:
Tilgongd: Sorin Anghel (Venjari)
Frágongd:
Søgurnar siga um AB... Í AB eru
tey greið yvir at styrkur skal til í
leikarahópinum, um felagið ætlar
sær at yvirliva komandi kappingarár.
Sum skilst hevur nýggi AB venjarin,
Sorin Anghel, eisini ynski um at
fáa fleiri nýggjar leikarar til AB til
komandi kappingarár. Ein leikari sum
næstan við fullari vissu fer at spæla
við AB komandi ár, er Tóki á Lofti,
sum farna kappingarár spældi við
EB/Streymi. Hann hevur fyrr spælt
við AB, og ynskir sum skilst at skifta
aftur til AB, av tí at hann er búsitandi
í Havn. Afturat honum tykist ein
miðverji og ein vinstri bakkur
eisini at vera ógvuliga ovarlaga á
ynskilistanum hjá AB til komandi
kappingarár.