Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-06, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. november 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. november 2017 · Nr. 129 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vikan ið fór Ein “bumba” brestur til NSÍ ársveitsluna leygarkvøldið, tá felagið boðar frá, at Sámal Erik Hentze er nýggjur venjari hjá felagnum. Og meiri NSÍ. Felagið boðar í vikuni frá, at Jóhan Troest Davidsen er nýggjur maður í hópinum. Hann hevur verið liskipari hjá HB seinnu árini. Víkingur setur Maurice Ross sum venjara fyri tey komandi tvey árini. Hann sigur við skotskar miðlar, at fýra feløg hava víst honum áhuga. Eitt av teimum var NSÍ. Eftir samráðingar í nakrar dagar, verður íslendski Heimir Guðjónsson settur sum venjari hjá HB. Hann er fyrrverandi venjari hjá FH og Gunnari Nielsen. Til FM á stuttgeil vinnur Óli Mortensen 16 gull og tvey silvur. Tað er nýtt met. Gamla metið átti Pál Joensen við 15 gull. Rógvi E. Nielsen hevur tryggjað sær IM-norm til EM-kappingina í talv, sum er á Kreta í hesum døgum. Áki Egilsnes skorar tíggju mál fyri KA av Akureyri vann 22-17 á Stjarnuni í næstbestu deildini í Íslandi. KA liggur á odda í deildini við seks sigrum fyri seks dystir. ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Sámal Erik Hentze, nýggjur venjari hjá NSÍ José Mourinho, venjari hjá Manchester United, sá ikki saman dystin sum øll hini Chelsea skoraðu í einastu løtuni, har teir vóru omaná Eg søki allatíð nýggjar avbjóðingar Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Jóhan Troest Davidsen Aldur: 29 ár Starv: Fótbóltur, NSÍ Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1: HB, B36 og Víkingi 2: Eina ferð, 2007 3: Skála 4:. Álvaro Morata 5: Glen Ståhl 6: Liðskipari hjá EB/ Streymi 7: Pauli Poulsen 8: Marco van Basten Hey Jóhan, tú hevur skift til NSÍ. Hvat er høvðusorsøkin? Eg metti, at tað kundi vera sunt við eini nýggjari avbjóðing, og vónandi vera við til at lyfta mítt avrik við nøkrum prosentum. Tað eru eisini aðrar orsøkir, millum annað at familjan býr á eystara armi á Skálafjørðinum. Tú sigst hava verið á veg fyrr, hevur tú verið nær fyrr? Eg havi verið í samráðingum við NSÍ fyrr. Man kann tó ikki siga, at eg havi verið á veg til NSÍ fyrr, hóast tað onkuntíð hevur verið lokkandi. Tað hevur verið ótrúliga spennandi at umboðað HB, har eg havi trivist ótrúliga væl øll árini. Hvussu nógv telur tað, at tað er títt barndómsfelag? Tað telur øgiliga nógv. Eg havi allatíð verið vísur í, at eg fór at skifta til barndómsfelagið, um eg einaferð valdi at fara frá HB. Nú er Bagge eisini venjari, eru tit longu ein lítil FM favorittur? Tað er ikki so viðkomandi at tosa um FM-favorit nú í november mánað. Kappingin er lang, og eg vænti, at mynstrið í toppinum fer at líkjast tí, sum hevur verið undanfarin ár. Men eg haldi vit hava eitt spennandi lið, sum kann gera seg galdandi. Tað sama kann eisini sigast um Víking, KÍ, B36 og HB. Hvat gleðir tú teg mest til komandi kappingarár? Sum heild gleði eg meg til at sleppa í ta gulu blusuna aftur, og til at royna at hjálpa liðfeløgunum við at vinna fótbóltsdystir. Tað verður heilt serligt at sleppa at spæla heimadystirnar við Løkin aftur! Hetta er Joey Barton um Joey Barton. Hann er ein umstríddur spælari, sum er føddur í Liverpool og uppvaksin í einum hørðum umhvørvi. Bókin er, sum flestu aðrar nýggjar fótbóltsbøkur, væl skrivað og tað verður ikki spart upp á krútið við røvarasøgum og meiningum. Trupulleikin við Joey Barton er, at hann heldur at hann kundi verið eins góður og Frank Lampard og Steven Gerrard. Hann hevur sum flestu aðrir spælarar í hasara støðu, eina ørgrynnu av umbering fyri hví hann ikki kláraði tað. Onkursvegna er Joey Barton ringur at avlesa. Hann er klókir á økjum, ella lat okkum heldur kalla tað at hann hevur lisið nakrar góðar bøkur. Hann smæðist ikki at tveita runt við orðatøkum og líváskoðanum, men tú situr eisini við kensluni, at hann bara spælir klókur, tí løtu seinni tveitur hann onkran undir bussin. Tað stendur heldur ikki á, at hevja seg sjálvan. Fleiri ferðir er tað hann sum spælari, ið hevur broytt okkurt taktist í hálvleikinum, sum vinnur hansara liði dystin. Her kundi verið áhugavert, um bara onkur kundi váttað tað. Ein bók, sum leggur ein ringan smakk eftir sær. Í hesum Donald Trump tíðum, har alt mótspæl til høpileysar sannleikar bara skal svínast til, passar Joey Barton væl inn. Bókin má lesast við fyrivarni, tí hasin ein landsdysturin hevur givið manninum stórheitvandvid. LES HANA UM: Tú heldur at Joey Barton er áhugaverdur og ert til reiðar at lata hann fáa orðið IKKI LESA HANA UM: Tú væntar tær eina bók við javnvág og sakligum argumentum HVUSSU ER AT LESA: Sum flestu stórar fótbólts­bøk­ ur, so er hon løtt at lesa og væl skrivað HVAT SIGUR TÚ: Eg haldi ikki hon er verd at brúka tíð upp á, men í neyð­ini er hon fínur lesnaður, men tú mást hava fyri­varni FAKTA: Joey Barton er í dag nógv frammi á Twitter og tað er mangan ein harður tóni. Eisini luttekur hann nógv í kjaki í ymisk­um útvarps­ støðum. Joey Barton: No Nonsense 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! 1 Sámal Erik Hentze hevur vunnið FM sum høvðusvenjari hjá trimum feløgum. Hvørjum? 2 NSÍ ætlar sær FM, men hvussu oftani hevur felagið vunnið FM? 3 Ahmed Mujdragic, sum hevur spælt við KÍ, hevur skift felag. Til? 4 Chelsea vann í gjár 1-0 á Manchester United í gjár. Hvør skoraði málið? 5 Suðuroyingarnir hava fingið nýggjan venjara. Hvør er hann? 6 Rógvi Egilstoft Nielsen hevur fingið IM-Norm til EM í talv, men hvørjum spælir hann fótbólt við? 7 Eisini 07 Vestur hevur sett venjara fyri komandi kappingarár. Hvør er hann? 8 Hvør er spælari á myndini?