Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-06, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. november 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 6. november 2017 · Nr. 129 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... André Olsen Ársins ungi leikari í føroyskum fótbólti 2017, Michal Przylski, sum hetta kappingarárið hevur spælt við Skála, fekk í seinastu viku heldur óvæntaði boð frá pólska fótbólts­sam­bandi­ num. Pólska fót­bólts­sam­ bandið boðaði honum frá, at hann var út­tikin til U20 lands­liðs­sam­ling í Póllandi í komandi viku, har áhugi var fyri at síggja ársins unga leikara í føroyskum fótbólti nærri. Sunnukvøldið møtti Michal Przybylski inn saman við pólsku dreingjunum. Kann ikki spæla á føroyska landsliðnum Sum støðan er í løtuni er Pólland einasti møguleiki hjá Michal Przbylski fyri at spæla landsliðsfótbólt. Hóast Michal Przbylski hevur búð í Føroyum síðani hann var tvey, er passið hjá honum pólskt, og kann hann tí ikki umboða Føroyar á nøkrum landsliðið. Í summar søkti Michal Przybylski tó um at fáa føroyskan ríkis­ borgara­skap, og gongst tað honum sum ætlað, kann hann longu í komandi ári vera tøkur hjá føroyska lands­liðnum. Um hann altso ikki tá er landsliðsaktuellur hjá Póllandi. Michal hevði verið landsliðsaktuellur Eftir kappingina hevur Michal Przbylski hildið seg í gongd við at vant saman við føroysku U21 lands­lið­num, og sambært U-21 lands­liðs­ venjaranum, Eli Hentze, hevði Michal Przybylski sjálv­sagt verið aktuellur til før­oyska U-21 landsliðshópin, um hann kundi verið tøkur sum føroyingur. -Michal Przybylski hevur havt eitt gott kappingarár, og longu fyri einum ári síðani setti eg meg í samband við hann um støðuna hjá honum. Í løtuni er hann tó ikki tøkur til føroyska lands­ liðið, hóast hann hevur sent umsókn um at blíva før­ oyskur ríkisborgari. Man kann siga tað soleiðis at tá hann verður innkallaður til landsliðsvenjing hjá Pól­landi, har tað búgva 38 millión­ir, vildi tað verið løgið um hann ikki var aktuellur til føroyska U-21 landsliðið. So ja, hann hevði avgjørt verið inni í myndini um hann hevði havt loyvi at spæla fyri Før­oyar, sigur Eli Hentze, U21 landsliðsvenjari. Vit fáa ikki pressað uppá Virgar Hvidbro, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum sigur, at í Fótbóltssambandinum er man jaligur fyri at fáa Michal Przybylski til at blíva lands­ liðs­aktuellan føroying, men at Fótbóltssambandið ikki fær pressað uppá fyri at fáa tað ígjøgnum. -Slíkar umsóknir sum tann hjá Michal Przybylski taka vanliga minst hálvt annað ár at viðgera, og fyri uttan at geva jalig viðmælir, fær Fótbóltssambandið ikki trýst á nakrar knøttar fyri at viðgerðin skal ganga skjót­ ari, sigur Virgar Hvid­bro, aðalskrivari í Fótbólts­sam­ bandinum. Víðari sigur Virgar Hvid­ bro, at í førum tá leikar­arar ynskja at fáa før­oyskar ríkis­borgaraskap, er tað um­ráðandi tað eru leikar­ ar­nir sjálvir, ið fyrst og fremst arbeiða fyri at fáa tað ígjøgnum, og ikki nakar annar partur, ið trýsta uppá fyri at fáa tað ígjøgnum. -Hóast einki dømi hevur verið so greitt sum hetta hjá Michal Przybylski, har drongurin hevur búð í Føroyum síðani hann var tvey, er umráðandi at ynski fyrst og fremst kem­ ur frá leikaranum sjálv­um, tí at avgerðin um at skifta ríkisborgaraskap, er ein stór avgerð, har vit sum Fótbóltssamband, ikki fáa trýst nakran til at søkja um føroyskan ríkis­borgara­ skap, sigur Virgar Hvid­bro, aðal­skrivari í Fót­bólts­sam­ bandinum. Framtíðin verður ikki greið hesa vikuna Michal Przybylski, sum altso gjørdist ársins ungi leik­ ari í føroyskum fótbólti í 2017, og sum í løtuni ikki er sáttmálabundin við nak­að felag, sigur at enda, at ein avgerð um hansara fót­bólts­ framtíð, ikki verður tikin enn. -Eg dugi ikki at siga nakað um mína fótbóltsframtíð enn. Eg veit í øllum førum tað, at ein avgerð um fram­ tíðina ikki verður tikin í hesari vikuni, sigur Michal Przbylski. andre@sosialurin.fo Øll feløgini sett venjara Í vikuskiftinum er ársins ungi leikari í føroyskum fótbólti 2017, Michal Przybylski, farin til Póllands, har hann er innkallaður at møta inn fyri at venja saman við pólska U20 landsliðnum ÁRSINS UNGI LEIKARI VENUR VIÐ PÓLSKA LANDSLIÐNUM Tað var ikki hissini venjaratíðindi, sum blivu kunngjørd í farnu viku. Mikkjal Thomassen (KÍ), Jákup á Borg (B36) og Heðin Askham (EB/Streymur) eru einastu venjararnir, sum halda fram í sínum starvið til komandi kappingarár. Tað hevur eisini ligið í luftini leingi, tí hesir eru allir væl lýddir, har teir eru. Tá er tað meiri hugsunarsamt, at sjey feløg seta nýggjan venjara til komandi kappingarár. Í øllum teimum einstøku førunum fylgir ein søga við, men tað er ein rímiliga stór útskifting. Her eru venjararnir Maurice Ross (Víkingur), Sámal Erik Hentze (NSÍ), Heimir Guðjónsson (HB), Eyðun Klakstein (Skála), 07 Vestur (Pauli Poulsen), Gunnar Ståhl (TB/FCS/Royn) og Sorin Anghel (AB). Hinvegin er tað ein positiv støða hjá fleiri av feløgunum, at tey longu nú – 6. novembur – kunnu fara undir fyrireikingarnar til komandi kappingarár. Hetta hevur ikki altíð verið so væl skipað í føroyskum fótbólti, men tað er greitt, at skalt tú verða við í oddinum, so mást tú venja alt árið við eini ætlan. Venjaraleikluturin er nógv broyttur seinnu árini. Tíðin við Sir Alex, sum var venjari hjá Manchester United í 26 ár, er farin. Tað er líka Arsene Wenger, sum hongur í hjá Arsenal, men tað er ikki við mýkindum frá viðhaldsfólkunum. Tað eru 11 umfør farin av Premier League kappingini og longu nú eru tríggir venjarar koyrdir. Nú verður spennandi at fylgja gongdini í komandi kappingarári í Føroyum. Flytingin av Sámal Erik Hentze til NSÍ fær mest pláss í blaðnum í dag. Hetta er eitt áhugavert skifti, sum kom óvart á, eftir at hann boðaði frá at hann fór at taka eitt sabbatár. Nú er brádliga trýst á NSÍ, men spurningurin er um ikki onkur kemur inn, sum er til reiðar at taka trýsti á seg. Eisini verður spennandi at síggja Maurice Ross taka yvir í Víkingi, sum er tvífaldur FM vinnari og skal spæla Champions League aftur komandi ár. Eisini HB hevur fingið spennandi venjara í Heimir Guðjónsson, sum hevur hildið FH í oddinum í íslendskum fótbólti í tíggju ár. Løgið at longu gleða seg til kappingarárið 2018! trondur@sosialurin.fo