Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. november 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. november 2017 · Nr. 130 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Vit eiga at vera stolt av teimum ungu í Føroyum, tí tey skikka sær fyri­myndar­ liga væl. Tað heldur Mariann Reinert, politistur, sum hev­ ur børn og ung sum sítt ser­ øki hjá hjá politinum. Hon er nevniliga SSP politistur í Føroyum. SSP er eitt samstarv ímillum skúla, sosialar myndugleikar og politi, við tí endamáli at halda ungfólk burtur frá kriminali­teti. Endamálið er eisini at leggja ein atburð niður í ungdómin, sum ikki er til skaða fyri tey sjálvi. Hevur borið frukt Og tað er alt, sum bendir á, at tað samstarvið hevur borið frukt SSP politisturin sigur, at hagtølini hjá løg­regluni vísa, at tað hevur ongan­tíð verið so lítið av ungdóms­ kriminali­teti, sum tað er nú. –  Í fjør hendi tað nevni­ liga, at ikki ein tann einasti ung­dómur undir 18 ár, varð skuld­settur fyri harðskap, sigur Mariann Reinert. Hon leggur dent á, at her er ikki talan um ung, sum eru dømd fyri harðskap. Her er talan um ung, sum eru skuldsett fyri harðskap, men tað eru ikki allar skuld­ setingar, sum enda við ein­ um dómi. Mariann Reinert sigur, at tað er aldrin hent áður, at ongin 15, 16 ella 17 ára gamal er skuldsettur fyri harðskap ímóti øðrum fólkum í eitt heilt ár. Í hvussu so er, er tað ongantíð sent, síðani tey fóru at føra hagtøl yvir gongdina. Fyri nøkrum árum síðani var tað ikki óvanligt, at blaðung fólk, undir 18 ár, framdu harðskap. Men hag­ tøl­ini vísa, at talið er fallið javnt hesi seinastu árini. Í 2006 vórðu nevniliga 22 ung undir 18 ár skuldsett fyri harð­skap.  Síðani er talið støðugt minkað, til tað í fjør kom heilt niður á null. Gongdin er akkurát tann sama, tá ið vit hyggja eftir tøl­unum fyri herverk, tí tey eru eisini fallin nógv hesi seinastu árini. Í 2006 vórðu 34 ungfólk undir 18 ár skuldsett fyri her­verk, men síðani er talið minkað javnt, og í fyrrárið vóru tey bara tvey í tali og í fjør vóru tey seks. Og støðan er tann sama, tá ið hugt verður eftir tøl­ unum fyri stuldur, tí eisini tey eru nógv fallin hesi seinastu árini. Fyri nøkrum árum síðani var tað ikki óvanligt, at 20-30 ung undir 18 ár vórðu skuld­ sett fyri stuldur, men hesi trý seinastu árini er talið komið niður á 13-15. Tølini fyri 2013 bróta rætti­liga frá, tí hetta árið vórðu 32 ung undir 18 ár skuld­sett fyri harðskap. – Ein grund til tað var, at hetta árið gjørdi løgreglan eitt serligt átak ímóti stuldri úr handlum. Í tí sambandi fóru handil úr handli at heita á eigaran um at boða okkum frá tá ið tey varnaðust, at tað varð stolið úr handlinum, sigur Mariann Reinert. –  Vit greiddu handils­ fólk­unum frá, at tað hevur ómeta­liga stóran týdning, at vit fáa fatur á teimum, sum stjala við tí endamáli at fáa tey at broyta kós ímeðan talan enn er um smáttarí av kriminaliteti, sigur hon. Og hon sigur, at hetta er helst ein orsøk til, at talið fyri 2013, brýtur rættiligt frá. Hon sigur, at hagtølini fyri í ár eru ikki gjørd upp, men hon hevur onga ábending yvirhøvur um, at støðan er øðrvísi í ár enn í fjør. Gongdin er greið Mariann Reinert er fullgreið yvir, at hesi tølini siga ikki allan sannleikan, tí sjálvsagt henda lógarbrot, løgreglan einki fær at vita um. Men hinvegin ivast hon heldur ikki eina løtu í, at hesi tølini vísa eitt rák, og eina gongd, har ung­dóms­krimi­ naliteturin er nógv mink­ aður seinastu árini. Hon vísir eisini á, at í hesum tølunum eru bara bein­leiðis kriminell viður­ skifti tikin við. Tað merkir, at al­skyns brot á ferðslulógina, útborað prutl, og onnur slík mál, eru ikki tald við. –  Hetta er ein gongd, vit eru ómetaliga fegin um. Men tað er ikki komið av sær sjálvum, at tølini fyri ung­ dóms­kriminalitet eru fallin so nógv, sigur hon. Hon heldur, at ein stóran part av heiðurinum eiga for­eldrini, sum yvirhøvur eru ógvuliga tilvitað um trivnaðin hjá børnunum. Men so heldur hon eisini, at eisini tey ungu, eru nógv meiri tilvitað nú enn tey hava verið. –  Eg haldi ikki, at tey ungu, sum stjala, eru serliga høgt í metum hjá hinum ungu, heldur hon Ómetaliga stóran týdning Mariann Reinert heldur eisini, at tey ungu, og for­ eldur teirra, eru ógvuliga greið yvir týdningin av at tey ungu eru í einum sterk­ um felags­skapi. Tað, hon hugsar um, eru at børnini, og tey ungu, eru við í skipaðum frítíðar­ítrivi, saman við ábyrgdar­fullum vaksum fólki, antin tað so er í ítrótti av ymsum slagi, um tað er tón­leikur, hjá skótum, í sam­ kom­um, ella hvar tað kann vera.   – Tað er fyribyrgjandi í allar mátar og tí vóna vit, at tann part­urin av barna- og ung­dóms­lívi­num ikki dettur niður­fyri, men kanska verður styrktur enn meiri. Og hjá teimum, sum ikki hava eitt frítíðar­ítriv frá barns­beini av, er tað ongan­ tíð ov seint at byrja. – Tað er kappróður eitt dømi um, tí tað er ikki fyrrenn børnini eru í hálvvaksin, at tey fara at rógva kapp, sigur SSP politist­urin.  –  Tað hevur ómetaliga stóran týdning, at børn og ung hava okkurt at ganga upp í í frítíðini, tí tað svitast ikki, at tað er tá ið tey ganga og keða seg, at tey kunnu koma á eina skeiva kós, sigur SSP politisturin. Hon heldur, at ongin hevur sagt tað betri enn ein svimji­lærari, sum einaferð segði í samrøðu við KvF um børn­ini og tey ungu, hann vandi, at »so leingi tey eru í hyli­num hjá mær, ganga tey ikki í býnum og bróta rútar« –  Tað snýr seg um at styrkja tann góða felags­ skapin til børnini og tey ungu, tí annars er vandi fyri at tey finna ein felagsskap, sum hevur ringa ávirkan á tey. Og Mariann Reinert heldur eisini, at saman­um­ tikið hava børnini, og tey ungu rættiliga góðar um­ støður, tí tilboðini eru nógv. Gott samstarv gevur úrslit Men Mariann Reinert heldur eisini, at alt tað fyri­byrgjandi UNGDÓMUR OG KRIMINALITETUR TEY UNGU HAVA ALDRIN SKIKKAÐ SÆR BETRI ENN NÚ Kriminalitetur ímillum tey ungu í Føroyum hevur sett eitt gleðiligt met, tí hann hevur ongantíð verið so lítil sum nú. Men tað er ikki komið av sær sjálvum, sigur Mariann Reinert, politistur Gevast vit at støvsuga táið tað er reint, verður tað skjótt rættiliga støvut aftur GONGDIN ER GÓÐ Hendan talvan vísir gongdina í ungdómskriminalitetinum hesi seinastu árini. Og gongdin er góð, tí í fjør hendi tað fyri fyrstu ferð, at ongin undir 18 ár varð skuldsettur fyri harðskap. Men yvirhøvur eru tølini nógv fallin hesi seinastu árini. Tann teigurin, sum nevnist »PVT«, er brot á politiviðtøkurnar, har ungdólk eru ólátað, uttan at vera harðlig. Dømi um tað eru ungfólk, sum rætta politistum longutong, sum vísa løgregluni afturpartin, sum ikki gera eftir boðum frá politistum, ella annað skal av ólátaðum atburði, sum politistarnir ikki vilja standa model til. Har tað stendur »Lov om euf« er talan um brot á lógina um rúsevni