týsdagur 7. november 2017síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 8. november 2017 · Nr. 130
UNGDÓMUR OG KRIMINALITETUR
Áki Bertholdsen
– Vit skulu ansa eftir, at vit ikki gera
trupulleikan størri enna hann er.
Tað heldur Mariann Reinert, politistur,
sum hevur børn og ung sum sítt serøki hjá
løgregluni í Føroyum. Hon er nevniliga
SSP politistur. SSP er eitt samstarv
ímillum skúla, sosialar myndugleikar og
politiið, við tí endamáli at halda ungfólk
burtur frá kriminaliteti. Endamálið er
eisini at leggja ein atburð niður í ung
dómin, sum ikki er til skaða fyri tey sjálvi.
Tá ið Løgtingið herfyri hevði orðaskifti
um, hvussu okkara rúsdrekka- og rús
evnapolitikkur skal vera framyvir, vóru
tað rættiliga nógvir løgtingslimir, sum
søgdu, at tað er ein trupulleiki, at børn, og
blaðung, ganga úti og vála um náttina.
Ein av teimum var Djóni Nolsøe
Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðar
flokkin. Hann er eisini pedagogur, og
hann gjørdi seg til talsmann fyri, at vit
skulu gera, sum tey gera í Íslandi, har tað
er bannað blaðungum at ganga úti um
náttina. Tað heldur hann, at vit skulu gera,
tí hann heldur, at tað líkist púra ongum, at
blaðung ganga úti og vála um næturnar.
Fyribyrging er vegurin fram
Einum so víðgongdum stigi tekur Mari
ann Reinert ikki undir við, tí hennara
sannføring er, at vegurin fram er meiri
upplýsing og fyribyrging, heldur enn eitt
forboð á hesum øki.
Tað segði hon við www.in.fo herfyri.
Hon leggur eisini afturat, at tað eru
ómetaliga fá blaðung, sum ganga úti um
næturnar. Og tey allarflestu av teimum
ungu skikka sær fyrimyndarligar væl, og
tí heldur, at skal alt nú fara at snúgva seg
um tey heilt fáu, sum elva til trupulleikar,
er tað spell.
Hon vísir eisini á, at bæði royndirnar
hjá politinu, og tær kanningar, sum eru
gjørdar, vísa, at tað eru ógvuliga fá blað
ung, sum hava roynt rúsevni. Og hon
heldur, at tað er at fegnast um.
Hon ásannar kortini, at tá ið blaðung
fólk kortini ganga úti um næturnar, er
tað tí at foreldrini onkusvegna ikki klára
at hava neyðugu ávbyrgd av børnunum.
– Men vit skulu vera varin at lasta
tey børnini fyri nakað, tí mangan liggur
okkurt aftanfyri atburðin hjá hesum
børnum og ungum.
Og hon staðfestir somuleiðis, at hjá
teimum, sum koma illa fyri av rúsevnum,
ella øðrum, er trupulleikin stórur, bæði hjá
teimum og teirra familjum. Og sjálvandi
skulu tey, hjálpast.
– Men tann hjálpin er ikki treytað av
einum útigongubanni, sigur hon.
Hon vísir á, at vit hava barnaverdir og
hennara varhugi er, at tær virka væl.
Hon staðfestir samstundis, at øll,
varnast, at eitt barn ella ein ungdómur,
hevur trupulleikar, kunnu boða barna
verndini frá.
– Tað er enntá so, at í roynd og veru
hava vit øll skyldu at boða frá, tá ið vit
varnast, at børn og ung ikki hava tað gott,
ella vera forsømd. Men tá ið ung koma í
óføri, er tað tí, at onkur vaksin ikki hevur
fingið eyga á trupulleikan í nóg góðari tíð,
ella hevur forsømt sína fráboðanarskyldu.
– Eru vit stúrin um eitt barn, eiga vit at
boða frá alt fyri eitt, tí tað, sum ger munin,
er fyribyrging og aftur fyribyrging, sigur
Mariann Reinert.
Vit skulu ikki
kóka suppu
av einum
trupulleika
sum ikki er
SPELL Tað hevði verið spell, skuldi alt kjakið nú
farið at snúð seg um tey heilt fáu, sum trupulleikar
standast av, heldur Mariann Reinert, politistur
arbeiði, sum ymsir myndug
leikar gera, hevur borið
frukt.
Á nógvum økjum er tað
eisini eitt gott samstarv
ímillum ymsar myndugleikar
um hesi viðurskifti, eitt nú
er SSP skipað til tað sama.
Eitt gott dømi um hetta sam
starvið er ”Sig frá” átakið hjá
Almannamálaráðnum, sum
er eitt miðvíst átak ímóti
harðskapi, hevur givið gott
úrslit.
– Eg haldi at tað vísir seg
at tað hevur sína ávirkan, at
landsstýrið hevur eitt slíkt
átak, tí yvirhøvur eru fólk
nógv vorðin meiri tilvitað
um harðskap.
Mariann Reinert sigur,
at eisini SSP hevur loftað
»Sig
Frá«
átakinum,
og
eitt, tey gera, er at bjóða
øllum níggjunda flokkum
í
landinum
fyribygjandi
undirvísing um harðskap.
Og hon sigur, at teir allar
flestu skúlarnir taka av
hesum tilboðnum. Sostatt
fáa næstan allir næmingar í
níggjunda flokki undirvísing
í tveir tímar um harðskap í
víðastu merking.
– Vit tosa við næmingar
nar um, hvussu tey, sum
eru fyri harðskapi, ella sum
búgva í einum heimi við
harðskap, føla tað. Og vit
tosa um støðuna hjá teim
um, ið fremja harðskap, og
um annað mangt í hesum
sambandi.
Eitt eru so tað arbeiðið,
sum myndugleikarnir gera,
og tað arbeiðið, sjálvboðin
gera
í
felagsskapum
av
ymsum slagi. Men Mariann
Reinert heldur eisini, at tað
er sumt, sum bendir á, at
ungfólk sita meiri inni nú,
enn tey gjørdu fyrr, og ein
orsøk til tað, er at tey ungu
brúka so nógva tí framman
fyri telduni.
– Ein orsøk til fellandi
ungdómskriminalitetin
kann eisini vera, at tey ungu
fáa nokk av spenningi á
telduni, heldur enn at ganga
úti, og kanska gera ónáðir tí
tey keða seg.
– Tað eru nógv viðurskifti,
sum tilsamans gera tað, at í
roynd og veru er støðan eina
standandi góð í Føroyum á
hesum øki, sigur Mariann
Reinert.
Men hon heldur, at tað
hevur stóran týdning, at vit
ikki sláa okkum til tols við, at
tølini fyri ungdómsharðskap
eru so nógv fallin. Tí heldur
hon, at tað hevur ómetaliga
stóran týdning, at alt tað
fyribyrgjandi
arbeiðið
heldur fram.
– Tað sigur seg sjálvt, at
gevast vit at støvsuga táið
tað er reint, verður tað skjótt
rættiliga støvut aftur, sigur
Mariann Reinert.
Í roynd og veru er
støðan einastandandi
góð í Føroyum
EINASTANDANDI
Samanumtikið er støðan einastandandi góð í Føroyum á hesum øki, og
tað eiga vit at fegnast um, sigur Mariann Reinert, politistur