Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. november 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. november 2017 · Nr. 130 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Innkallingarnar í Løgtingsins vinnu­nevnd eru lidnar og nú er politiska arbeiðið eftir at gera, so álitið um fyrisiting av sjófeingi kann leggjast fyri tingið. Fimm borgarstjórar hava hesa vikuna verið á gátt hjá vinnu­nevndini. Allir vendu teir tummilin niðureftir í sam­band við tað uppskot, sum í løtuni er til viðgerðar. Havast skal í huga, at ein av borgarstjórunum um­boð­ ar ein samgonguflokk í tingi­ num og ein annar hevur áður sitið á Løgtingi fyri ein annan samgonguflokk, eins og hann í hesum tíðarskeiðnum eisini hevur umboðað sama flokk á Fólkatingi. Uppskotið sum skal avloysa lógina um vinnu­ ligan fiskiskap, var lagt fram í farnu tingsetu, men datt burtur. Nú hevur tað fing­ið 1.við­gerð og liggur í vinnu­ nevndini. Sjálvt um uppskotið undan ólavsøku var væl og virði­liga viðgjørt, so valdi vinnu­nevndin at kalla hópin av fólki inn, nú nýggja upp­ skot­ið hevur verið til við­ gerðar. Grundgevinganar eru, at broyt­ingar­nar í mun til fyrra upp­skot­ið eru so nógvar, at neyðugt er at hoyra vinnuna aftur. Lítil undirtøka Eftir allar hoyringarnar stend­ur fast, at so at siga ong­in í vinnu­ni tekur undir við upp­skoti­num, sum nú ligg­ur á borði­num. Vinnan hevur nógv at finnast at, men kortini er tað ikki ein samd vinna, sum kolldømir alt uppskotið um fyri­siting av sjófeingi. Meðan stóru aktørarnir hava gjørt vart við, at teir­ ra partur minkar og at tað veðrur torført at liva við, so eru tað aðrir partar av vinnu­ ni, sum halda, at tos­ið um atkomuligheit hjá nýggjum fólki, als ikki gerst betri. Politiska undirtøkan er eisini so sum so. Andstøðan hevur fleiri ferðir gjørt greitt, at hon ikki tekur undir við upp­ skotinum. Eisini Sjálv­ stýri, sjálvt um flokkurin í tveimum førum annars stuðlar samgonguni. Sjálv­ stýri tekur undir við fíggjar­ lógini og við pensjóns­ný­ skipanini. NÚ STENDUR Á VIÐ UPPSKOTINUM UM NÝSKIPAN AV FISKIVINNUNI Politiska beinarbeiðið er eftir áðrenn vinnunevndin kann lata tinginum álit í málinum Vinnan er ímóti uppskotinum, men tað er ikki ein samlað vinna, sum kolldømir alt uppskotið FISKIVINNA