Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. november 2017síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 8. november 2017 · Nr. 130 -Men vit taka ikki undir við fiskivinnunýskipanini. Tað hava vit hjørt heilt greitt, sigur Jógvan Skorheim, for­ maður fyri Sjálvstýri. Í Tjóðveeldi er semja um uppskotið, eisini sum tað er broytt. Tey viðurskifti, sum gjørdu eitt sindur av óró í flokkinum upprunaliga, tykjast vera fingin uppá pláss. Í Javnaðarflokkinum er støðan ein heilt onnur. Tað er væl kent, at serliga teir báðir tingmennirnir úr Suður­oy, Bjarni Hammer og Kristin Michelsen, alla tíð­ina hava funnist at upp­ skotinum – líka frá fyrsta degi. Sum málið liggur í dag, er tað onki, sum bendir á, at teir báðir taka undir við tí, sum endaliga kemur úr vinnu­ nevndini, henda ikki stórar broytingar. So sjálvt um øll sam­ gongu­fólk hava skrivað undir, at tey taka undir við einari ávísari semju, so er mál­ið í leysum lofti enn. Á vatnrørunum ljóð­ar eisini, at millum Javnaðar­ fólk merkist, at tey troyttast av øllum tosinum og allari mótstøðuni millum fólk móti fiskivinnunýskipanini. Tað kann helst stað­ festast, at vinnan og and­ støð­an hevur vunnið stríð­ið um holdningin hjá al­menn­ ingi­num til fiski­vinnu­ nýskipan­ina – í hvussu so er uttan­fyri høvuðsstaðin. Vinnunevndin Vinnunevndin er tann nevndin í Løgtinginum, sum skal gera politiska bein­ arbeiðið eftir at uppskotið frá landssstýrinum hevur verið til 1.viðgerð. Vinnunevndin hesuferð er eitt sindur serlig, tí sam­ gongan í Løgtinginum er í veruleikanum minniluti í vinnunevndin. Hetta kemst av samstarvið millum Sjálv­ stýri og samgonguna, sum var tá ið nevndirnar vóru valdar. Samgongan hevur for­ mannin í vinnunevndini, men hon er eitt sindur bund­ in av, at tað er andstøðan sum hevur meirlutan. Í hesum døgum verða mein­ingarnar brýndar, men sæð út frá aktuellu politisku støðuni, er onki sum bendir á at vit fáa eina kollvelttandi ný­skipan av fiskivinnuni. Til tess eru ójavnarnir ov stórir – eisini inni í sam­ gonguni. Jógvan Skorheim, Sjálvstýri, hevur gjørt púra greitt, at Sjálvstýri tekur ikki undir við uppskotinum til fyrisiting av sjófeingi Aksel V. Johannesen, løgmaður og samgongu­ leiðari, noyðist at fáa síni fólk uppá pláss, skal samgongan standa saman um sjálvt lógaruppskotið FISKIVINNA