týsdagur 7. november 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. oktober 2017 · Nr. 130
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HEILSA
Góð úrslit
í nýggjari
viðgerð
móti
krabba
Ein nýggj samanseting av heilivági kann
leingja um lívið hjá sjúklingum, sum skulu
skurðviðgerast fyri krabbamein í vælindi
og maga. Í hesi greinini verður eisini greitt
frá, hvussu ymisku kanningarnar verða
gjørdar, og hvønn týdning hesar hava fyri, at
sjúklingurin fær røttu viðgerðina
Vilmund Jacobsen
Viðgerðin, sum nú skal setast í verk
sum standardviðgerð til danskar
sjúklingar, er ein munandi betran
fyri sjúklingarnar.
Sjúklingar, sum skulu skurð
viðgerast fyri krabbamein í væ
lindi, magamunni, sum er opið
úr vælindi og niður í magan - og í
maganum sjálvum - fáa longu í dag
medisinska viðgerð við kemo, bæði
fyri og eftir skurðviðgerð.
Hesa viðgerð skulu sjúklingar
framhaldandi hava, men framyvir
verður tað ein nýggj samanseting
av evnum í kemoviðgerðini, sum
verður brúkt.
- Ein nýggj kanning, sum saman
ber nýggju viðgerðina við ta gomlu,
hevur nevniliga víst eitt munandi
betri úrslit fyri sjúklingarnar, og tí
verður henda viðgerð nú sett í verk
í Danmark.
Tað sigur Lene Bæksgaard, yvir
lækni á Ríkissjúkrahúsinum og
sum viðger sjúklingar við eitt nú
magakrabba.
- Talan er um munandi framstig,
sum gagna sjúklingunum á fleiri
økjum, sigur hon.
Umfatandi kanning
Í kanningini vórðu 716 sjúklingar
við magakrabba ella krabba í gong
ini millum maga og vælind býttir
upp í tveir bólkar. Í tí eina bólkinum
fingu sjúklingarnir nýggju sam
ansetingina av kemoevnum – og í
hinum bólkinum fingu teir gomlu
standardviðgerðina.
- Úrslitini vóru týðilig. Millum
teir sjúklingar, sum fingu nýggju
kombinatiónina, vóru fleiri, sum
kundu gjøgnumføra viðgerðina. Í
fleiri førum minkaði krabbasvull
urin, soleiðis at hann kundi takast
burtur allur, sum hann var. Nógv
fleiri yvirlivdu krabban, og tað vóru
færri eftirrák eftir skurðviðgerðina.
Yvirlæknin á Ríkissjúkrahús
inum vísir á, at talan er um eina
munandi betran í viðgerðini hjá
nevndu sjúklingum, og hon leggur
dent á, at tað kennist væl at fáa
møguleikan at gera nakað nýtt fyri
hesar sjúkligar.
- Kemoevnini í nýggju saman
setingini eru annars vælkend,
nevniliga docetaxel, oxaliplatin og
fluorouracil/leucovorin, sigur Lene
Bæksgaard.
Kanningar fyri magakrabba
Tá illgruni er um krabbamein í mag
anum, er vanligt, at fyrsta kann
ingin er ein kikarakanning - ella
gastroskopi - av maganum, og undir
hesi kanning kann eisini takast ein
biopsi ella vevnaðarsýnislutur.
Ávísar kanningar hava til enda
máls at finna út av, um talan er um
krabbamein ella ei. Í øðrum kann
ingum verður roynt at fáa greiði
á, hvussu nógv sjúkan møguligan
hevur spreitt seg.
Við einari vanligari kikarakann
ing verður magin kannaður við
einum longum, boyggiligum kikara
við ljósi. Kikarin verður førdur inn í
munnin og niður ígjøgnum vælindi.
Læknin sær, hvussu slímhinnurnar
síggja út, og um broytingar eru.
Áðrenn kanningina, fær sjúkl
ingurin sum oftast staðdoyvandi
sprey í munn og svølg og møguliga
stillandi heilivág.Tað hevur onga
pínu við sær at taka biopsi, og tá
royndin er tikin, verður sýnislut
urin kannaður fyri at finna út av,
um krabbakyknur eru í honum.
Tað tekur vanliga umleið eina viku,
áðrenn svar kemur upp á kanning
ina, og tað er ikki, fyrr enn svarið
fyriliggur, at endalig niðurstøða
kann gerast.
Um tað ikki letur seg gera at
fáa eina sjúkugreining við vanlig
ari kikarakanning, kann sjúkling
urin verða kannaður við einum
serstøkum ultraljóðkikara, soleiðis
at størri vissa fæst fyri sjúkugrein
ingini.
Aðrar kanningar
Hevur sjúklingur fingið staðfest
magakrabba, kunnu ymiskar kann
ingar gerast sum kunnu staðfesta,
hvussu vítt sjúkan er farin, og um
møguleiki er at bjóða skurðviðgerð.
Kanningar, sum talan tá kann
vera um, eru hesar –
•
Endoskopisk ultraljóðkanning
(EUS)
•
Laparoskopisk ultraljóðkann
ing (LUS)
•
Ultraljóðskanning
umframt
CT- og MR-skanning
Magakrabbi kann spreiða seg við
blóði og gróðrarvatni út í likamið,
oftast til nærliggjandi gøgn og
likamslutir í búkrúminum ella til
lymfurnar.
Skanningar verða brúktar til at
meta um, hvørt skurðviðgerð skal
fremjast – ella um viðkomandi skal
hava aðra viðgerð. Eisini verður
kannað eftir, um sjúklingurin skal
hava medisinska viðgerð fyri eina
møguliga skurðviðgerð.
Fyri at venda aftur til onkrar av
kanningunum, kann vísast á, at ein
laparoskopisk ultraljóðkanning er
ein kanning, har ultraljóðskanning
verður kombinerað við eina kikara
kanning av búkrúminum. Henda
kanning fer fram undir fullari
doyving.
Læknin førir eitt lítið rør inn
gjøgnum nalvan og blæsir koltví
súrni inn í búkrúmið. Síðan kann
læknin við einum kikara kanna bú
krúmið fyri møguligar broytingar
og serliga hyggja eftir, um talan er
um spreiðing.
Nú kann læknin eisini koyra enn
eitt lítið rør inn gjøgnum nalvan við
einum ultraljóðskannara. Enda
málið er tá at skanna ymisk gøgn
og likamslutir, eitt nú livur, milt,
høvuðspulsæðr, bris og maga.
Ultraljóðskanningar
Ultraljóðskanningar eins og CT- og
MR-skanning verða allar brúktar
til at meta um, hvørt magakrabbin
hevur spreitt seg. Hava læknarnir
við skanningunum illgruna um, at
krabbin hevur spreitt seg, verða
vevnaðarsýni – ella biopsi – tikin.
Ultraljóðskanning er ein kann
ing av likamsins innaru gøgnum
við ikki-hoyrbarum ljóðbylgjum.
Livur og gróðrarvatnsknútar í
búkrúminum eins og gróðrarvatns
knútar á hálsinum verða kannað
við ultraljóði.
CT-skanning er hinvegin ein
háttur fyri røntgenkanning, har
ein røð av myndum verða tiknar
av likaminum úr ymiskum vinkl
um. Myndirnar verða lagdar á
eina teldu og verða vístar sum ein
samlað mynd av innara likaminum.
Ein mynd av eitt nú búkrúminum
kann vísa, um krabbin hevur
spreitt seg, og møguliga hvussu
djúpt krabbin veksur.
Við MR-skanning verður sjúkl
ingurin staðsettur í einum mátt
miklum magnetøki. Við at senda
vanligar ljóðbylgjur móti tí parti
av likaminum, sum skal kannast
og skráseta afturljóðið, kann teldan
umgera signalið til eina neyva
mynd av innara likaminum.
Bygt á allar hesar kanningar
fær læknin eina neyva vitan um
likamið og sjúkuna, og hetta er
týdningarmikið fyri at kunna geva
best møguligu viðgerð.
Kelda: cancer.dk
- Tað kennist væl at fáa møguleikan at gera nakað nýtt fyri sjúkligar, sum eru raktir av
krabba í vælindi og maga, sigur yvirlæknin á Ríkissjúkrahúsinum, Lene Bæksgaard