Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-07, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. november 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. oktober 2017 · Nr. 130 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Johan Joensen á Nýlendinum í Sumba til minnis Í juli mánaði 1972 var eg á eini 14 daga vitjan í Suðuroynni saman við øðrum ungum. Endamálið var at boða gleði­boðskapin um Jesus. Vit høvdu lænt húsini hjá Astrid Samuelsen á Tvør­oyri, haðani vitj­ aðu hús úr húsi í flestu bygd­unum í oynni. Ein dagin fóru Marit Højgaard av Toftum, Margaret Lilaa, ættað úr Hvanna­sundi, Paula Hansen úr Søld­ar­firði, William Joensen, Tórs­ havn, ætt­aður úr Vági, og eg til Víkarbyrgis. Koyri­vegur var tá enn ikki komin, so vit gingu av sumbi­ar­ vegn­um og oman í bygd­ina. Eftir at hava verið í teim fáu hús­unum í Víkarbyrgi og lagt eftir okk­um andalig smárit, byrjaðu vit gongu­ferðina niðan aftur á sumbi­ ar­vegin. Men stutt eftir at vit vóru farin til gongu, sóu vit menn, sum róku vár­gonguseyð oman móti rættini í Vík­ar­byrgi. Vit steðgaðu á og bíð­ aðu, meðan teir róku seyðin inn í rætt­ina. Tá ið vit komu at rættini høvdu menn sett seg at fáa sær ein drekk­amunn og breyðbita. Meðan vit gingu seinastu fetini nið­an móti rættini, fekk eg tað inn­ skot at spyrja, um vit kundu syngja ein sang fyri teimum. Vit komu á tal við fjall­menninar at vit hvønn vit skuldu tosa við. Teir peikaðu á ein mann, sum stóð inni í rættini. Eg spurdi mannin, um vit kundu fáa loyvi at syngja ein sang. Mað­ ur­in játtaði beinanvegin. Í fagrasta sólskini og summ­ar­ veðri, meðan seyðurin jarmaði í rættini og fjall­menn sótu á skróv­ turra vøllinum, settu vit í at syngja: Eg eigi hirða, ein mær kærur er, og um hans signing tunga boð ei ber, Hann á krossi bløddi, doyði fyri meg, veitti mær náði allan lívsins veg. Ongantíð havi eg ella hini, ið við mær vóru – hóast 45 ár eru lið­in – gloymt hesa løtuna, tá ið song­ur­ in um hirð­an varð sungin har við rættina oman­fyri bøgarðin í Vík­ ar­byrgi. Hetta var sangurin um hirð­an, sum gav lív sítt fyri seyðin, sangurin um hann, sum er komin at leita eftir tí burturvilsta, sang­urin um hann, sum leitar, inntil hann finnur, sangurin um hin góða hirð­ an, sum er Jesus. Hin góði hirðin kendist so sera nær henda dagin! Mangan, tá ið eg havi verið í sunn­ara parti av Suðuroynni, havi eg verið niðri við rættina í Vík­ ar­byrgi. Hvørja ferð eri eg farin minnisríkur avstað aft­ur. Eg eins og upplivi hin signaða juli­dagin fyri so mongum árum síðani - einaferð enn. Men kanska sigur tú: Hvat hev­ ur hetta við Johan Joensen á Ný­ lend­inum í Sumba at gera? Sera nógv! Maðurin, ið eg spurdi, um vit kundu syngja á rættini í Víkarbyrgi hin juli­dag­in í 1972, var Johan Joen­ sen á Ný­lend­inum, bóndi í Sumba. Tað visti eg ikki tá. Tá ið kona mín og eg fyri mong­ um ár­um síðani vóru eina av okkara mongu ferðum í Suð­ur­ oynni, fóru vit at vitja skyld­konu henn­ara í Sumba, Hanne­beth, úr Sanda­vági, konu Jo­han. Har sat Johan, maður hennara, á brík­ini – blind­ur. Vit báð­ir settust at práta sam­an um hans­ara upp­vøkst­ur og mann­dóms­ár. Hann greiddi mær frá, at hann mong ár framm­an­und­ an gjørd­ist blindur og tí varð forð­ að­ur at ganga í haga, sum hann var van­ur frá barna­árum. Tá ið eg hoyrdi hann greiða frá góð­um løtum úti í haganum saman við seyði, gjørdist eg forvitin og segði hon­um frá hendingini við rætt­ina í Víkarbyrgi fyri so mong­ um árum síð­ani. Ovfarin gjørdist eg, tá ið hann segði: “Tað er rættin hjá okkum, ið tú tos­ar um.” So spurdi eg hann, um hann mint­ist, at nøkur ungfólk einaferð komu á rætt­ina og spurdu, um tey kundu syngja ein sang. Jú, tað mintist hann væl. So segði eg honum, at eg var ein av hes­um ungu. Eg spurdi Jóhan hvør maðurin mundi vera, sum játtaði okkum at syngja á rættini. “Tað mundi vera eg,” svaraði Johan! Ta løtuna har í heiminum hjá Johan og Hannebeth hálsfevndust vit báðir. Gjørd­ust vinir fyri lívið. Vit báðir áttu í felag eitt dýrabært minni, sum vit kundu frøast um. Tá ið eg eftir hetta fór inn í heim teirra at vitja, sum eg havi gjørt hvørja ferð eg var í Sumba eftir tann dag, sang eg fyri Johan sang­in um hirðan, sum vit ung­fólk sungu við rættina í Víkarbyrgi fyri fjallmonnunum hin summardagin í 1972. Vit, sum tá stóðu har og sungu, hava mangan tosað saman um hesa løt­una, ið kendist okkum heiløg. Seinastu 3 árini av lívsskeiði sín­um búði Johan á Hamragarði í Vági. Eisini har plagdi eg at syngja sangin um hirð­an fyri honum, tá ið eg vitjaði hann. Hin góði hirðin var ikki Johan ókend­ur. Søgan um hin góða hirðan var ikki einans ein søga fyri Johan, men ein sannføring í hjartanum og ein veruleiki, sum vit báðir kundu luta saman í felags trúgv á frlsaran - og bøn. Maðurin, ið gjørdi sangin um hin góða hirðan livandi og elskaðan mill­um fólk her á landi, var Líggjas á Váli, føddur í Svínoy í 1922. 23 ára gamal sang hann henda sangin inn á plátu í 1946. Eg minnist, hvussu hesin sangurin hoyrdist í hús­um og út í tún, har tey áttu tær gomlu grammo­fonirnar. Hesar plátu­út­ gáv­urnar, ið Jógvan Gerðalíð og aðrir í Klaksvík tá stóðu fyri at gera, vóru millum tær fyrstu føroysku grammo­fonpláturnar. Hin 29. januar í ár var 97 ára langa lívsleið hansara komin at enda. Blind­leiki hansara er nú um­ skift­ur, tí nú skoðar hann hin góða hirð­an í hin­um ævigu bústøðum. Hanne­beth stóð trúføst og stútt við lið hansara gjøgn­um lívið til deyð­ in gjørdi skilnað. Hin góði hirð­in styrki teg, góða Hannebeth og børn tykk­ara: Eyðun, Marjun og Guðrið og øll teirra kæru. Við takksemi og virðing fari eg at minn­ast Johan á Nýlendinum í Sumba. Svenning av Lofti ­Fyri nøkrum árum síðani var eg var inni á gólvinum hjá sumb­ing­ inum Tummas Nielsen sum er búsettur í Lopra. Tummas Niel­ sen, sum í síni tíð, var við at stovna tón­leikabólkinum ”Faroe Boys.” Tummas segði mær, at hann sum 22 ára gamal var ein av fjall­mann­ ing­ini í Víkarbyrgi hin juli­dagin í 1972 saman við pápa sínum, Hans Jákup við Kvíggja, um­framt Johan á Nýlendinum og øðrum. Eisini Tumm­as mintist hesa ser­støku hend­ingina við sanginum um hin góða hirðan, sum varð sungin á rætt­ini tann dagin. NØVN www.banknordik.fo Broytingarnar niðanfyri fáa gildi frá 11. desember 2017: • útvaldar innlánsrentur verða lækkaðar við upp til 0,50 prosentstigum • útvald tænastugjøld verða hækkað Broytingarnar verða framdar av handilsligum ávum og verða at síggja í rentuyvirliti og prísbók bankans, tá ið tær fáa gildi. Sí www.banknordik.fo/prisirogtreytir Fá meira at vita um broytingarnar á Broyting av útvaldum rentum og tænastugjøldum (privat og vinna)