týsdagur 7. november 2017síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 8. oktober 2017 · Nr. 130
NØVN
Elsa av Reyni varð borin í
heim í Porkeri 18. august
1920, dóttir Onnu f. Djurhuus
úr Skemmuni í Porkeri og
Johan
Thomsen,
ættaður
úr Gloppinum í Fámjin. Jo
han var timburmaður og
keypmaður. Rak saman við
Onnu útihandilin hjá Garða
monnum í Porkeri eftir ver
foreldur síni Petru og Johan
Djurhuus, eins og hann røkti
ymisk álitisstørv í bygdini.
Í Skemmuni búði á barna
árum og í ungdómsdøgum
Elsu saman við foreldrum
og systkjum hennara omm
an, Petra í Skemm rópt, sum
andaðist í 1948, 95 ára gomul.
Elsa, ið var fjórðyngst
av ellivu systkjum, var gift
Ingálvi av Reyni, 1920-2005.
Yngsta systir Elsu, Sigrid,
fødd í 1926, andaðist hálv
antriðja mánað eftir Elsu,
tann 30. september 2017, 90
ára gomul. Sigrid var gift
Daniel Poulsen úr Porkeri.
Einasti
eftir
av
stóra
systkinaflokkinum er Andr
ew Thomsen, føddur í 1925.
Andrew var giftur Fridu, f.
Olsen úr Vági.
Systkini, ið undan Elsu
og Sigrid eru farin, eru Petra
(Diddan), gift Niels Wang úr
Kaldbak, Jacob, giftur Inu, f.
Olsen úr Keypmannahavn,
John, giftur Jonhild, f. Dam
úr Havn, Fina, gift Sigirdi av
Reyni úr Havn, Hans (Hans
mann), giftur Onnu Sofíu, f.
Tausen úr Hovi, Astrid, gift
Jákupi á Dul úr Havn, Sofus,
giftur Marionnu, f. Simonsen
úr Hoyvík, og Eivind, ið doyði
av sjúku átjan ára gamalur í 1941.
Elsa gekk í skúla hjá Johan Danbjørg, og
hon sipaði mangan til tann lærdóm, hon
haðani fekk. Hjálpti sum ungur næmingur
Danbjørg at rætta skrivligu avrikini hjá skúla
feløgum sínum. Danbjørg var sum kunnugt
sera upptikin av løgtingsarbeiði og øðrum
álitisstørvum.
Elsa leikti eftir skúlatíð í Skemmutúni
og kring um í bygdini. Var eisini við í dagliga
yrkinum í heimbygdini. Stóð eftir skúlatíð í
Skemmukrambúðini. Var við í torvarbeiði og
gekk til neyta.
Í 1937 fór Elsa niður til Danmarkar. Har
tænti hon fyrstu árini hjá Ellen Benzon,
einkjuni eftir Otto Benzon, rithøvund og
apotekara, fyrrverandi stjóra á Kongaliga
Teatrinum. Eitt systkinabarn Elsu, Tinna
Debes, og tvær systrar Elsu, Diddan og Fina,
tæntu eisini hjá Ellen og Otto Benzon.
Sambandið við Benzonættina hevur verðið
hildið higar til dags.
Í 1941 fór Elsa á háskúla, har hon
fyrireikaði seg til sjúkrasystralæru. Sama
ár tænti hon í nakrar mánaðir hjá Johan
Thomas Skovgaard, listamanni, syni kenda
listamannin Joakim Skovgaard, sum eitt nú
hevur málað altartalvuna í Christianskirkjuni
í Klaksvík.
Elsa fór síðan á Sundby Hospital á Amager
at læra til sjúkrasystir, har hon tók prógv í
1945. Ískoyti til útbúgvingina tók Elsa á eini
føðideild í Keypmannahavn, á Rudolp Bergs
Hospital og Sct. Hans Hospital.
Annar veraldarbardagi hevði við sær, at
føroyingar í útlegd ikki sluppu heim til Føroya
fyrr enn eftir krígslok í 1945. Føroyingar hitt
ust javnan undir krígnum, eitt nú í Kristiliga
Ungmannafelagnum, har Emil Joensen var
fyriskipari, eins og í Føroyingafelagnum.
Somuleiðis hittust mangir teirra í brøðrasam
komuni í Thorsgade 40.
Fina, systir Elsu, og Sigird, bróðir Ingálvs,
giftust niðri í 1941, og umvegis teirra komu
Elsa og Ingálvur at kennast.
Handbóltur var eitt av ítrivunum hjá Elsu
og øðrum føroyingum niðri undir krígnum.
Somuleiðis var Elsa við í kappróðri, so sum
Niels Juel Arge sigur frá í bók síni Drekanum.
Elsa og Ingálvur komu heim til Føroya í
december 1945. Tey giftust 12. januar 1946 og
kundu nærum havt hildið diamantbrúdleyp,
men Ingálvur andaðist stutt undan, tann 26.
november 2005.
Elsa og Ingálvur búðsettust í barnaheimi
Ingálvs á Ingutrøð, har foreldur hansara
Christina og Jens av Reyni góvu Ingálvi fyrsta
atelier hansara, og har Ingálvur virkaði sum
listamálari frá 1946 til 1968, inntil flutt varð í
nýbygt atelier yviri á Lützens
trøð. Í 1974 fluttu Elsa og Ing
álvur av Ingutrøð yvir í hús síni
á Lützenstrøð.
Børn Elsu og Ingálvs eru:
Kári, d. 2006, Gunnvør, Heri,
Eyðun, Árni, Ingi, d. 2001, Ása og
Inga. Ingálvur var sum kunnugt
listamálari, og fyrstu mongu
árini var Elsa virkin heima og
tók sær av húsi og børnum, til
tey vóru undankomin.
Frá 1968 til 1981 starvaðist
Elsa á Landssjúkrahúsinum.
Síðan í sjey ár á Værebro Park
Plejecenter. Elsa fór úr starvi í
1988, 68 ára gomul.
Elsa, sum saman við Ingálvi
ferðaðist víða um í heimi, var í
1981 saman við Dagmar Winther
á ráðstevnu í sjúkrarøktarfrøði
í Los Angeles í USA.
Hóast høgan aldur var Elsa
enn løtt á fótum, og stundum
kundi tú møta hesi fryntligu
kvinnu, eitt nú á konsert ella á
listaframsýning í býnum.
At enda fækkaðust tó túrar
nir oman í býin.
Hugnaligt var at hoyra Elsu
siga frá barnaárunum í Porkeri,
frá ungdómsárunum niðri und
ir krígnum og frá tí, ið henni
annars viðurfórst í langa lívi
sínum.
Vit fegnast um løtuna, har
móðir okkara í barnaheimi okk
ara á Ingutrøð einaferð mið
skeiðis í 1960unum beyð um at
fáa bandupptakaran settan frá,
so at hon inn á upptøku kundi
syngja sálmin: Á, Jesus, eg elski
teg, eg veit, tú ert mín. Sálmur
eftir William R. Featherstone
í týðing eftir Victor Danielsen
við lagi eftir A.J. Gordon.
Fjálgt at hoyra rødd móður:
Tá inn í títt ríki mín sál borin er
at prísa tær, elska teg betur enn her,
tá alt tað, eg trúði, eg sælur skal sjá,
sum onga tíð áður skal eg elska teg tá.
Nú longdist mammu eftir deginum, sum hon
so fagurt sang um. 96 ára gomul var hon, nú
hesin sæli dagur upprann.
Lívssólin smeyg sær smátt um smátt
vestureftir og setti nú handan Reynið. Vit
takka fyri lívið, móðir okkara gav okkum, og
vit eru Harranum takksom fyri tað langa lív,
henni fall í lut, eins og fyri tað blíða lívskvøld,
móðir okkara fekk.
Á.
Elsa av Reyni
18.08.1920 – 15.07.2017
Minningarorð um
Hjarnar
Djurhuus
25. Oktober 1932 – 5. Oktober 2017
Hjarnar var eitt menniskja sum altíð
var framsíggjandi og í góðum lag.
Hann sá altíð ljóst upp á veruleikan.
Soleiðis myndaði eg mær Hjarnar í
veruleikanum, tá ið hann var ímillum
okkum.
Vit búleikaðust í nærumhvørvinum
við skúla í okkara ungum árum. Hjarn
ari dámdi væl at ganga í haganum.
Nógvir túrar vóru uppá fjallatindar.
At síggja oyggjarnar sunnanfyri í góð
veðrinum, var ein sonn fragd. Tað vóru
ikki bara fjallatúrar, vit ferðaust títt
kring landið.
Í skúlanum vóru vit í sama flokki.
Men brádliga var skúlatíðin liðug. Í
1948 góvust vit í skúlanum. Aftaná tey
góðu skúlaár fór Hjarnar í smiðjulæru
á Klaksvíkar Sleipistøð. Sum eg skilti
á Hjarnari, ætlaði hann ikki at steðga
sum smiðjur, men útbúgva seg víðari.
Aftaná lokna smiðjulæru, fór Hjarnar
at útbúgva seg til maskinist á táverð
andi maskinskúla í Klaksvík. Í 1955 tók
Hjarnar prógv sum maskinistur. Hetta
var sama árið hann giftist við Malenu
Clementsen, dóttir Julius á Syðradali.
Mamma Malenu var ætta av Kirkju.
Eftir lokna skúlatíð fór Hjarnar at
royna seg sum maskinmeistari um
borð á skipi. Hann silgdi við Kronprins
Olav, ið silgdi millum Keypmannahavn
og Oslo.
Ein dagin eg var í Keypmannahavn,
fór eg umborð at hitta Hjarnar. Vit
fingu okkum eitt prát. Hann segði,
at hann var glaður at sigla á hesari
leið, men tað var ikki framtíðin. Hann
hevði í umbúna at lesa til verkfrøðing,
og so varð.
Hjarnar tók verkfrøðisligt prógv í
Keypmannahavn, har ið hann eisini
fekk starv. Aftaná eina stund í Keyp
mannahavn, stóð Hjarnari í boði eitt
starv sum stjóri fyri Shell í Føroyum.
Hann var ein virkin maður og fekk
nógv av skafti. Hjarnar víðkaði nógv
um virksemi hjá Shell, bygdi út kring
um í landinum. Eg kann taka eitt dømi.
Í Klaksvík stóð ein oljutangi á Kósini,
hesin tangi skuldi burtur. Ístaðin bygdi
fyri bygdi Shell tveir nýggjar tangar
á Grótrætt, har ið kommunan hevði
gjørt eina nýggja atløgu bryggju.
Áhugi fyri landbrúki var tilstaðar.
Tætt við heimstaðið var nakað av jørð,
hetta velti Hjarnar yvir eitt tíðarskeið.
Somuleiðis átti Hjarnar eisini jørð úti í
Havnardali, har dyrkaði hann røtur og
annað grønmeti.
Kona Hjarnar, Malena fór fyri
nøkrum árum síðani. Nú fór Hjarnar.
Eftir situr dóttir teirra Katrin, sum
býr í Kirkjubø við familjuni. Eg sakni
Hjarnar sum ein góðan vin. Friður
verið um minnið, um mín góða vin
Hjarnar Djurhuus.
Álvur Zachariasen