týsdagur 7. november 2017síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. oktober 2017 · Nr. 130
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØVN
Lívið er dýrabart. Verfaðir, Erling
Hansen á Støðini í Fuglafirði, plagdi
at taka til, at tann síðsta heiður, ið
tú kundi sýna einum menninskja,
var at fylgja tí til gravar. Her eru
føroyingar óførir, so trúfastir teir
eru ímóti kenningum, vinum og
næstringum, at vera til staðar , tá
ið onkur teirra verður borin út.
Farið verður norðurum.
Ikki so sjáldan varð farið norð
urum at fylgja onkrum til gravar
á Hellunum ella í Oyndarfirði.
Onkuntíð sum óviti vart tú við á
onkrari slíkari ferð. Farið kundi
vera til gongu um Skarðið, ella siglt
við onkrum útróðrarbáti í bygdini
norðurum. Fólk sótu í kyrru, men
eisini varð trivið í onkran sálm ella
sang. Einum sinni vit fóru eina
tílíka ferð, minnist meg Linu Mariu,
konu Leo Midjord, ið var ættað
úr Oyndarfirði og systkinabarn
mammu, sum eisini var úr Oyndar
firði tríva í missiónssangin: Jeg er
så glad, så inderlig glad...
Í míni lund er ein gleðilig stund,
tí heim har tað ber,
sum himnastrond er.
Mín sál fer avstað
tann seinasta dag
til Jesus á fund!
Halleluja
Er harmaljóð
og sál mín er móð,
hvat væntar mær,
tá mær Jesus er kær` ?
Hoyr ljómin í ský-
á himni í líð,
tí Jesus meg tók!
Halleluja.
O. lukkutíð,
tá einglar í ský,
meg bera heim
til ævigan gleim.
Við veingjum sum skjól,
tað ber yvir hól,
tí Jesus er mín!
Halleluja.
Tað var slík tign yvir slíkari ferð,
sum tú seint gloymir. Sálmaljóðið
setti seg í fjøruklettin fram við
Halgadali, Fuglafjarðar Boðum ,
Góðadali og Nestanga. Tá ið Jacob
Deciderius Johannesen, abbabeiggi
á Hellunum, varð borin út millum
jólanna 1957 í kava fóru faðir,
Theodor. Petur Jacob, pápabeiggi
og greinskrivarin um Skarðið til
gongu til hesa jarðarferð. Tað vóru
sjálvandi mong onnur úr Fuglafirði,
sum fóru um Skarðið henda dag.
Eivind borin út
Nú Eivind varð borin út, 24. okt,
deyðsdagin hjá faðir, ið doyði 24.
okt 1986, varð farið við bili norð
urum. Veðrið var lagligt, so mangt
og mikið rann fram í hugan á hesi
stund, nú Guðs vinurin, Eivind
skuldi inn á Línheygg sína seinastu
ferð. Steinsetingarnar kring henda
kirkjugarð eru so stak vakrar eins
og halda hendur um tey, sum farin
eru. Alexandra, konan og systir
hennara, Anna vóru við á hesi ferð.
Ja, mangan eru vit farin um hesar
leiðir. Hellulandið, Stórisandur,
Høvdin og Oyndrastøð lósu morg
unbøn í hesum vakra doðaveðri,
har ljósið lívgaði um Eivindsa
foldarlív. Hann var ein ímynd av
einum kærleiksfullum menniskja,
sum meg minnist afturá heilt frá
barni av, sum alla tíðina var við tí
góða orðinum. Sælur er tann, sum
tað góða orðið fellur á. Ja, sanniliga
róði hann altíð upp undir løtuna
við orðum, sum lýstu upp í sinnið
hjá okkum, sum yngri vóru.
Eivind hevði Hálvmørkshandilin
og Petur Klein hevði Víkahandilin.
Hesar fjálgu hendur hildu lív í
bygdini við teimum vørum, sum
vórðu lagdar upp á kaiina í bygdini.
Her lýsti ein vakurleiki út ímillum
kropp og hendur, tá ið takast skuldi
um vøruna og fáa hana til høldar.
Ikki so sjáldan hjálptu óvitarnir til
at fáa hetta niðan av kaikantinum
inn í Hálvmørk ella Víkar. Vit, sum
vóru í summarfrí, tóku hetta til
okkum, sum eina stóra uppliving.
Hetta var eitt spæl, sum Petur
Klein og Eivind Petersen dugdu til
fulnar við sínum natúrligu, menn
iskjansligu og pedagogisku gávum,
og hetta logar uppvið enn tann dag
í dag.
Familjan
Fólk komu eisini oman at vita, hvør
fór avstað og hvør, ið kom. Aloftast
stóðu tey uppi við kaihúsið. Hetta
var tað sama fyribrygdi t. d. á Hell
unum. Minnist á einum sinni, tá
ið lagt varð at á Hellunum og ein
kvinna stóð við stokkum oman
fyri lendingina og eygleiddi tað,
sum fyrifórst. Hetta var vakurt, ein
hugmynd, sum er farin í søguna,
men livir sítt sæla lív enn í sinnin
um.
Ja, Eivind hann fór inn í Garða
mørk eftir fljóði sínum, Esther. Hon
var dóttir Karolinu og Jákup Gaard.
Tey giftust 1951 og fingu 5 børn -
Judith, Anni, Leif, Eilif og Gunnleyg.
Jákup var sonur Elina og Joen Pet
ur í Hvanngarðinum. Elin var av
Hellunum, dóttir Lamba Jákup og
Kunoyar Kathrinu. Lamba Jákup
var langabbabeiggi greinskrivaran.
Tveir brøður av Fløtunum í Lamba
settu seg niður á Hellunum, Símun,
langabbi og Jákup. Lamba Thomas,
bróðir teirra, setti seg niður í
Fuglafirð. Hann var tvær ferðir
giftur og fyrrra kona hansara var
úr Oyndarfirði, Anna Olesdatter á
Dunganum og seinna úr Kollafirði,
Anna Elisabeth(Lísbitta). Foreldrini
hjá Eivindi vóru Malena, sum var
ættað av Fløtti og Andreas, sum
var ættaður úr Hoygarðshúsi. Tey
fingu 8 børn og yngstur var Eivind.
Endi
Eivind var virkin í Oyndarfirði alt
sítt lív. Hann var klokkari frá 1.
sunnudegi í atvent 1958 til fyri fá
um árum síðani. Eivind sang fyri
líki og sat í kirkjuráðnum sum
formaður eisini. Hann var for-
maður í sjúkrakassanum í mong
ár. Hann var formaður í hagastýr-
inum í Ognarhaganum. Formað-
ur í missiónshúsinum. Sat eisini
í
kommunustýrinum.
Andreas,
faðir hansara var eisini klokk
ari og deknur. Vakurt var tað, tá
ið Andreas kom oman eftir Túni
sunnudagar við lestrarbókini í
hondini og abbabørnini saman við
honum. Onkuntíð fylgdust Andreas
og Eivind somuleiðis. Hetta er ein
vøkur mynd av feðgunum báðum,
so góðir teir vóru við kirkjuna. Frið
ur veri Eivindi og Andreasi.
Frits
Minningarorð um
Eivind Petersen, Oyndarfjørður.
Fór til gravar týsdagin, 24. okt. 2017