Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-07, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. november 2017síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 8. oktober 2017 · Nr. 130 serliga í Týsklandi, sum náddi hæddina við kirkjutónleikinum hjá millum øðrum Bach. Stórverkið hjá Bach, Jóhannes Passiónin, er soleiðis ein av fruktunum av frænum, sum Luther sáðaði. Jóhannes Passiónin varð frumframførd langafríggjadag í 1724 og verður javnan framførd runt um í heiminum. Bach og Jóhannes Passiónin Bach (1685-1750) er eitt av mætastu tónaleika­ skøld­unum í tónleikasøguni. Hann livir í barokk­tíðini, sum er frá uml. 1600-1750, og um­boðar hábarokkin. Barokktónleikurin í full­um blóma. Og barokktíðin endar við deyða Bachs. Tá ið ein stílart endar, er tað tí hon hevur nátt hæddina og endaliga form, og tíðirnar skifta. Eitt sereyðkenni við barokktónleiki eru mótsetningar og neyv skipan. Tann grund­ leggjandi mótsetningurin er í sjálvari tón­ leika­skipanini ímillum dur og moll – tann ljósa og myrka klangin. Men tónleikurin blív­ur víðari skipaður í mótsetningum: Í tempo ímillum spakuligan og skjótan, í styrki ímillum harðan og stillan tónleik o.s.fr. Jó­ hannes Passiónin – líðingarsøgan sum bor­in fram í Joh. 18 og 19 – er eitt drama ella sorg­ar­ leik­ur; ein sjónleikur í tónum og orðum av tí ræðuliga veruleikanum. Í einum tílíkum dramatiskum verki hev­ ur mótsetnings reglan serligan týdning í undirstrikanini av tí dramatiska í tón­leik­ in­um, sum samstundis er grundað í mun til tekstliga innihaldið: mótsetningurin ímillum Guð og menniskju, jørð og himmal, tímiliga og æviga, góða og ónda, líðing og sælu, verðsliga og andaliga. Haraftrat er ein neyv skipan frá heild niður í minstu smálutir. Tað hevur verið sagt, at Bach ígjøgnum hend­an skipanar neyvleikan roynir at nærk­ast tí guddommliga. At opinbera tað guddomliga ígjøgnum sín tónleik. Johannes Passiónin Joh. 18 og 19 er líðingarsøgan. Jesusar síðstu tímar. Vit eru stødd í urtagarðinum (Getsemane) við løkin Kedron, har Jesus er saman við lærusveinum sínum, uttan Judasi, sum svíkur hann. Judas kemur við vaktarmonnum og svein­um hjá høvuðsprestunum, sum vilja hava Jesus dómdan og peikar Jesus út. Jesus verður handtikin, bundin og førdur til jødisku høvuðsprestarnar Annasar og Kajfasar, har han verður háðaður, spottaður, húðflongdur, og sjálvt hansara egni lærusveinur Pætur avnoktar hann. Jesus verður síðani førdur til rómverska landshøvdingin Pilatus. Pilatus er í iva um skuld Jesusar. Mannamúgvan hinvegin krevur Jesus dómdan til krossfesting. Pilatus eftirlíkar hes­um treyðugt og letur Barabass leysan ístað­in fyri Jesus. Jesus verður dómdur til krossfesting og tornakrýndur. Til seinast eru vit vitni til krossfrestingina og deyða Jesusar á Golgata. Teksturin til Jóhannes Passiónina er bók­ stavliga Joh.18 og 19 í tónleikabúna og í um­ seting Luthers. Portrið inn í tónleika­heim­in er ígjøgnum tekstin. Bach tulkar meiningina við tekstinum ígjøgnum tónleikin. Tað er grund­in til, at Bach tíðum verður nevndur fimti evangelisturin. Jóhannes Passiónin er í tveimum pørtum. Fyrri partur er Joh. 18,1-27, til og við avnoktan Pæturs. Seinni partur er Joh. 18,28-40 og Joh. 19. Tað eru kortini tvey týdningarmikil støð, har Bach dregur Mattheus evangeliið inn. Tað fyrra er, tá ið Pætur avnoktar Jesus á triða sinni. Tá sigur Matt. 26,75, at hann græt sárliga, tá ið hann verður varugur við gerð sína, sum Johannes evangelistur ikki hevur við. Men Bach metir tað so týdningarmikið, at hann tekur tað við. Pætur avnoktar Jesus, men hann angrar. Og tað er iðranin, sum Bach vil vísa og so nemandi tónsetur. Hitt staðið er, tá ið Jesus gevur upp andan, og forhangið í templinum skrædnar, sum undirstrikar týdningin av deyða Jesusar. Tað er týdningarmikið fyri tónleika­upp­ livingina at vita, hvør ið syngur hvat og hví. Tí er teksturin settur upp ógvuliga ná­greini­ liga. Evangelisturin lesur upp sítt egna Joh. 18 og 19, sum um hann veruliga er Jóhannes evan­gelistur, við báðum ískoytunum frá Matt­heus. Tá ið tað er beinleiðis tala, verð­ur orðið givið víðari til Jesus, Pætur, Pilatus, Duraternu og Svein. Tá ið tað eru fleiri persónar, sum hava orðið, umboðar kórið teir: høvuðsprestar, Jødar, hermenn og vaktarmenn. Saman­ um­tikið kann sigast, at allur teksturin er beinleiðis úr Joh.18 og 19, burtursæð frá soloarium og kórsálmum, sum eru hugleiðingar og viðmerkingar til hend­ing­ arnar sum verða umrøddar í Joh. 18 og 19. Orkestrið er tónleikaligi grundbygnaðurin og spælir undir øllum verkinum. Í ariu­un­um tó bara nøkur fá ljóðføri. Jesus er kjarn­in, men sanghøvuðsleiklutin hevur evan­gel­ ist­urin, sum lesur sítt egna evangeliið upp. Ariur­nar eru hugleiðandi sangperlur, ið bróta frá tí ræðuliga veruleikanum. Sama við sálm­unum, men á ein annan fólksligan hátt. Sam­anumtikið kann sigast, at Joh. 18 og 19 er drama uttan maka, og at Bach hevur evnað á gud­domligan hátt at tónseta dramaði sum harma­ljóð. Pætursa avnoktan, iðran, grátur og húð­ fleingjanin av Jesusi verður hjartamemandi málað í tónum. Somuleiðis øðin og ónd­skap­ ur­in hjá mannamúgvuni, ið vil hava Jesus kross­festan og Barabass leysgivnan – og at end­anum krossfesting og deyði Jesusar. føroysku tónleikarar Andri Björn Róbertsson syngur bassariurnar Íslendski bass-bariton sangarin Andri Björn Robertsson fekk sína sangútbúgving, fyrst í heimlandinum undir Ólöf Kolbrún Harðardóttir og síðani í London. Ein onnur kvinna ið stendur aftan fyri hansara sangútbúgving er eingin mætari enn Kiri Te Kanawa. Undir so kønum hondum er hann væl kjølfestur sum sangari. Hann arbeiðir sum solistur runt um Europa bæði í opraum og kirkjutónleikaverkum. Hann hevur fingið eina røð av viðurkenningum. Andri Björn Róbertsson var í 2015 semifinalistur í altjóða kappingini “Queen Sonja International Music Competition”. Hallveig Rúnarsdóttir syngur sopranariurnar Hallveig, sum eisini er úr Íslandi, er ein gamal kenningur í føroyskum sanghøpi. Hevur fleiri ferðir áður verið í Føroyum sum solistur, tá ið stórverk hava verið á skránni. Hennara alskur er serliga til renesansu og barokktónleik. Hon er útbúgvin í Reykjavik og London og ein nógv umbiðin solistur bæði í Íslandi og uttanlands; eisini sum lieder sangari. Hallveig Rúnarsdóttir vann í 2013 íslendsku sangkappingina í klassiskum sangi fyri rolluna Michaela í Carmen. Hildigunnur Einarsdóttir syngur altariurnar Íslendska Hildigunnur er mezzo-sopran og útbúgvin í Reykjavik, Berlin og Utrecht. Hon hevur eisini, sum fleiri av solistunum, mangan áður verið solistur í Jóhannes Passiónini av Bach, eins og øðrum klassiskum verkum. Hon hevur haraftrat frumfarført fleiri samtíðarverk av íslendskum tónasmiðum og sungið saman við Íslendska Symfoniorkestrinum. Hildigunnur Einarsdóttir var í 2014 í uppskotið at vinna íslensku sangkappingina fyri klassiskar sangarar. Ólavur á Heygum Hátún Ólavur hevur sína tónlistaútbúgving frá Det Kongelige danske Musik­kon­serva­ tori­um í Keypmannahavn við kór­virk­ semi sum sergrein. Frá barnaárum hevur hann vegna faðirin Hjalmar Hátún verið í tøttum sambandi við kórsang, og í sínari læraratíð og eftir tað hevur hann trivið í til kórsang víða um í landinum. Men aðalvirksemið í kórheiminum hevði hann í 48-ára samstarvi við Útvarpskórið/ Havnarkórið og legði tá m.a til í sam­ starvi við gitnar kórmeistarar uttanífrá at fáa tað í lag, at kórsangarar og áhoyr­arar kundu fáa høvi til eisini at uppliva framførslur av kórsøgunar gitnu stórverkum í Føroyum. Tað var Ólavur á Heyg­um Hátún, sum tók stig ti at fáa føroysku musikkskúlaskipanina í lag. REFORMATIÓNIN