týsdagur 7. november 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. oktober 2017 · Nr. 130
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Framførslurnar av Jóhannes Passióni av
Bach eru partar av 500 ára hátíðarhaldinum
av reformatiónini. Og hetta av góðum grund
um, tí at reformatiónin hevði sera stóran
týdning fyri menningina av kirkjutónleik
inum.
Luther sjálvur var ikki bara teologur og
reformatorur, men eisini tónleikari og tóna
smiður og smíðaði yvir tredivu løg.
Aftrat málsetninginum um, at boðskap
urin skuldi gerast fólksligur, hevði tónleika
gleðin óivað sín lut í, at hann innførdi og legði
áherðslu á sálmasangin í guðstænastuni.
Sálmasangin sum staðfesting av trúnni og
hugleiðing um bíbliutekstin á móðurmálin
um.
Sálmasangurin skuldi sameina kirkjuliðið,
og hvat er meira sameinandi enn júst sangur
og tónleikur? Hetta var í veruleikanum
byrjanin til menningina av kirkjutónleiki,
Altjóða solistar og fremstu f
Stórfingin konsert við
altjóða solistum saman
við fremstu føroysku
tónleikarum og royndum
kórsangarum undir
leiðslu av Ólavi Hátún
Solistarnir
Solistarnir eru úr Føroyum, Svøríki og
Íslandi, og vit fáa høvi at hoyra solosang
á høgum altjóða støði saman við góðum
føroyskum orksetri.
Rúni Brattaberg hevur
sangrolluna sum Jesus
Føroyingurin Rúni Brattaberg hevur við
síni bassrødd rættuliga tikið seg fram
innan opera í altjóða høpi og fingið stóra
viðurkenning – eitt satt bragd. Hann
hevur sína útbúgving frá Opreraskúlanum
á Sibelius Akademinum í Helsinki og í
Zürich. Hevur sungið sum gestasolistur
á heimskendum operapallum saman við
heimskendum dirigentum og hugtekur
áhoyrarar og umælarar um allan heim. Í
løtuni starvast hann á Oper Leipzig. Rúni
Brattaberg fekk mentanarvirðisløn landsins
í 2016 fyri sítt mentanarliga avrik, at skapa
list á høgum støði.
Martin Vanberg hevur sangrolluna
sum Jóhannes evangelistur
Martin Vanberg er tenorur úr Svøríki og
skal syngja evangelistin, sum telist ímillum
vakrsta recitatiónstónleik, ið er skrivaður.
Hann hevur serligan tokka til nútíðar og
barokktónleik. Og barokktónleikur er júst
tónleikurin hjá Bach. Hann hevur sína
tónaleikaútbúgving frá Danska Opera
Akademinum og hevur konsertir runt um
í Europa, eins og hann eisini hevur sungið í
USA og Avstraliu. Martin Vanberg telist ídag
ímillum fremstu tenorar í Norðurlondum
Þorbjörn Rúnarsson
syngur tenorariurnar
Þorbjörn Rúnarsson er ein av fýra solistum
úr Íslandi. Hansara sangskrá fevnir um
barokktónleik og hevur ofta verið solistur
í Jóhannes Passiónini. Eisini dyrkar hann
nútíðar tónleik. Hann fekk undirvísing í
Íslandi frá Sigurði Demetz og W. Keith Reed
og hevur sungið í Íslendsku Operaini og
runt um í Íslandi. Þorbjörn Rúnarsson var
ein av stigtakarunum til “The World Youth
Choir” og luttók í tí frá 1989 – 1992.
Johannes Passiónin: Joh. 18 og 19 er líðingarsøgan.
Jesusar síðstu tímar. Vit eru stødd í urtagarðinum
Getsemane við løkin Kedron, har Jesus er saman við
lærusveinum sínum, uttan Judasi, sum svíkur hann.
Johannes Passiónin verður framførd í Fuglafjarðar
kirkju leygardagin 11. november klokkan 16 og í
Vesturkirkjuni sunnudagin 12. november klokkan 16
Luther og Bach:
REFORMATIÓNIN
Líðingarsøgan
– Jesusar
síðstu tímar