mikudagur 27. oktober 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 205 - 27. oktober 2004
Nr. 205 - 27. oktober 2004
7
Upplýsingar um
føðslubýti ella tilset-
ingarevni á eini før-
oyskari matvørulýs-
ing er ikki nakað,
brúkarin kann taka
sum eina sjálvfylgja.
Tað er ein sjálvboðin
tænasta, summir
framleiðarar eru so
beinasamir at veita
brúkarnum
MATVØRUTRYGD
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Keypir tú ein pakka av
Lættimjólk, stendur millum
annað at lesa á honum, at í
100 ml av mjólk eru 0,5 g
av fiti. Leitar tú eftir inni-
haldinum av kolvætu, finn-
ur tú eisini tað, umfram
protein- og kaloriuinnihald.
Og á eini kjøtpylsu standa í
onkrum førum nøkur E-
nummur at lesa. Hentir
upplýsingar fyri tey flestu
og alneyðugir fyri summi,
men teir eru als ikki ein
sjálvfylgja. Føroyska kunn-
gerðin um at merkja liðugt
pakkaðar matvørur ásetur
nevniliga ongi krøv til upp-
lýsingar um hvørki tilset-
ingarevni ella føðslu- og
orkubýti í matinum
Sjálvboðin upplýsing
Hesir upplýsingar eru ein
sjálvboðin tænasta, summir
føroyskir framleiðarar eru
so beinasamir at geva brúk-
arnum. Um ein framleiðari
vil, kann hann, í morgin um
tað skal vera, taka allar hes-
ar upplýsingar av pakkan-
um, uttan at bróta nakra
lóg.
Í Kunngerðini um merk-
ing av matvørum er tað
nevniliga í stóran mun er
upp til framleiðaran ella
sølumannin at gera av, hvat
hann upplýsir brúkaran um
á
vørulýsingini.
Hevur
hann sagt honum, hvussu
vøran eitur, hvussu nógv
hon vigar, hvussu leingi
hon heldur sær og hvat til-
far er brúkt, hevur hann í
allarflestu førum gjørt sína
skyldu. Orð sum orkubýti
og føðsluvirði eru als ikki
nevnd, meðan tilsetingar-
evni stutt sagt ikki eru um-
fatað av kunngerðini.
Hví mynduleikarnir ikki
meta tað vera neyðugt at
upplýsa brúkaran um, hvørji
tilsetingarevni
eru
í
matinum vit eta, er ilt at
gita. Vit kunnu bara leggja
afturat, at í Føroyum hava
vit heldur ongan positivlista
yvir tilsetingarevni - also
onki yvirlit yvir, hvørji evni
tað er loyvt at koyra í
matvørur. At Heilsufrøði-
liga Starvsstovan so velur at
lena seg upp at tí danska
yvirlitinum er jú gott, men
eitt føroyskt yvirlit við kravi
um, at tað verður brúkt,
hava vit framvegis ikki.
Ótíðarhóskandi
Bæði landsstýrismaðurin í
heilsumálum, landsdjóra-
læknin og onnur fakfólk
innan økið eru samd um, at
galdandi lóggáva á mat-
vøruøkinum er ótíðarhósk-
andi og als ikki livir upp til
krøvini hjá modernaðum
brúkarum. Kortini tykist
tað vera óvanliga drúgført
at fáa matvørulógina dag-
førda. Galdandi lóg stavar
nevniliga frá 1985, og hóast
onkrar kunngerðir erum
komnar seinni, líkist lóg-
gávan í nógvum førum
mest einum arbeiðssetn-
ingi, sum ongantíð er vorð-
in liðugur, sum formaðurin
í Brúkarasamtakinum hev-
ur málborðið seg.
Frá Bjørn Harlou á vet-
erinærdeildini í Vinnumála-
ráðnum frætta vit, at ein
dagføring av lógini er í um-
búna, men at arbeiðið enn
bert á fyrireikandi stigi.
Nær brúkarin kann vænta
at síggja nakra broyting á
føroysku vørulýsingunum,
tá hann fer til handils, er
sostatt ilt at siga. Fyribils
mugu vit tískil bara taka til
takka við eini kunngerð um
merking av matvørum, sum
í besta føri tryggjar, at vit
ikki verða beinleiðis vill-
leidd, men í ringasta ikki
ávarar okkum móti tilset-
ingarevnum, vit møguliga
ikki tola.
Ótíðarhóskandi matvørulóg
Elsebeth Klakkstein
Jú, eg royni at minnast til
at keypa frukt og grønt,
men eg má viðganga, at
tað kundi komið meir av
tí í innkeypskurvina. Eg
haldi í grundini ikki, at
frukt og grønt er so dýrt í
mun til so nógv annað,
men eg vildi ynskt, at
góðskan var betri. Vil tú
hava góðsku, mást tú
eisini gjalda fyri tað, og
tað havi eg onki ímóti.
Sum oftast lesi eg vøru-
lýsingarnar fyri at halda
eyga við feittinnihaldin-
um og tilsetingarevnum.
Vørulýsingarnar á før-
oyskum viðskera lesi eg
ikki, tí eg keypi tað ikki.
Tann føroyska matin geri
eg sjálv, og onki fer vekk
- uttan eitt sindur av
tálgini ...
Til handils:
Keypir tú sunt inn?
Eyð Matras og Flóvin
Ja, tað geri eg - ikki minst
nú, eg havi tvey smá børn.
Eg keypi frukt og grønt
hvørja ferð, sjálvt um eg
haldi fruktina vera í so
dýra. Eg lesi eisini vøru-
lýsingarnar fyri at meta
um feittprosentið og royni
annars at brúka mín sunna
fornuft. Men eg ivist ofta.
Hvussu ber tað til dømis
til, at hakkað kjøt onkun-
tíð er reytt og aðrar tíðir
mest sum gráligt á liti?
Eisini ivist eg stórliga í,
hvussu sunn hasi jogurt-
blikkini
við
Smarties
bommumum á eru fyri
børnini? Í slíkum førum
kenni eg meg eitt sindur
snýtta, tí eg ikki rættiliga
veit, hvat tað er, eg keypi.
Eyðfinn Reyðberg
Eg hugsi serliga um, at
vørurnar helst skulu hava
ein reinan uppruna og
keypi vistfrøðiligt, tá eg
kann. Eina kjøtpylsu, sum
hesa (føroysku, blaðkv),
hevði eg als ikki keypt, tí
sovorðið skal helst vera
heimagjørt. Vørulýsingin
sigur jú hvørki eitt ella
annað. So hevði eg heldur
keypt eina 3% feitt livur-
postei frá Den Grønne
Slagter, har tú veit, hvat
tú fært
Annars haldi eg tað
vera tankavekjandi at
hoyra, at vit brúka ein
minni og minni part av
húsarhaldspengunum til
matvørur. Tað má vera, tí
vit ikki raðfesta góðskuna
serliga høgt.
Eg meini avgjørt, at
úrvalið á dygdarmatvør-
um átti at verið størri,
men so vit mugu eisini
vera sinnað at gjalda fyri
tað.
Roynir tú at ansa eftir feittinum, tú etur, er ofta lítil hjálp at heinta í føroyskum
matvørulýsingum
Í eini føðslutalvu hjá
Heilsufrøðiligu Starvstovuni
frá 1996 hava vit funnið
fram til, at í 100 g av
vanligari føroyskari kjøtpylsu
eru 19,1 g av feitti, 13 g av
proteini og 2,3 av kolvætu.
Samlaða kaloriutalið er
235,6 . Vilt tú eta heilsugott,
skal viðskeri í mesta lagi
innihalda 5 gramm av feitti,
sambært kókibókini Lætt og
Leskiligt
Fríggjadagin skipaði
Ráðið fyri Ferðslu-
trygd fyri einum
fundi, har tosað varð
um at hækka mest
loyvdu ferðini hjá
prutlum og knallert-
um. Tvey 16 ára gom-
ul høvdu eitt upplegg,
har tey grundgóvu
fyri, hví tey halda, at
ferðmarkið eigur at
verða hækkað
FERÐSLA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Rannvá Tórgarð og Erhard
Petersen eru bæði 16 ára
gomul. Tey koyra bæði
prutl og luttóku á kunnandi
fundinum, sum RFF skip-
aði fyri fríggjadagin.
Tey høvdu eitt upplegg,
har tey komu inn á, hvønn
týdning tað hevur fyri
prutlførarar at kunna koyra
eitt sindur skjótari.
– Vit halda, at tað eigur at
vera loyvt at koyra 45 km/t á
prutli, tí tað er vandamikið
hjá teimum ungu at koyra
einans 30 km/t í ferðslu, har
hinir bilførararnir hava loyvi
at koyra 50 km/t, søgdu tey
millum annað.
Tey vístu á, at tá prutl
koyra framman fyri bilar
við einans 30 km/t ferð ella
minni, er skjótt, at bilførar-
arnir ótolnast og vilja
yvirhála. Hetta kann skapa
eina vandamikla støðu,
søgdu tey og vístu á, at
flestu bý ella bygdavegirnir
í Føroyum eru ov smalir til
tveir bilar og eitt ella tvey
prutl á koyribreiddini.
– Tað eru vit, sum koyra
prutlini, sum fáa tann stóra
skaðan, tí vit eru tey bleytu í
ferðsluni í hesum førinum.
Ein bilur fær í slíkum førum
helst ikki størri skaða enn
nakrar skoynur, søgdu tey
bæði, Rannvá Tórgarð og
Erhard Petersen.
Tey bæði meta, at um
loyvda ferðin verður hækk-
að úr 30 upp í 45 km/t, so
kann sleppast undan nógv-
um av teimum vandamiklu
støðunum, har ótolnir bil-
førarar yvirhála prutl – eis-
ini í ikki vandaleysum
støðum.
Tey mæltu eisini til, at
aldursmarkið fyri at taka
koyrikort til prutl verður
lækkað niður í 15 ár.
– Vit meta, at ein er nóg
búgvin at koyra prutl, tá ein
er fyltur 15 ár, søgdu tey, og
vístu samstundis á, at skip-
að undirvísing í at koyra
prutl eisini hevði gjørt, at
ein koyrilærari kann meta
um, ein 15 ára gamal er nóg
búgvin til at koyra prutl ella
ikki.
– Harafturat høvdu prutl-
førararnir fingið nakrar
koyriroyndir, hildu tey bæði
at enda fyri.
Skilagott upplegg
Jón Kragesteen, leiðari á
Ráðnum fyri Ferðslutrygd,
sigur, at alt hetta byrjaði
við, at Erhard Petersen kom
inn á ráðið og spurdi seg
fyri um ferðmarkið.
Teir báðir tosaðu aftur og
fram um hetta, og Jón
gjørdi so at enda av at kalla
inn til fundar um málið.
– Eg spurdi hann, um
hann ikki kundi koma við
einum uppleggi til fundin,
so at luttakararnir kundu
hoyra sjónarmiðið hjá teim-
um ungu, sigur Jón, sum
heldur, at tað er fínt, at tey
ungu koma við teirra sjón-
armiðum. Men hann slær
fast, at leikluturin hjá
Ráðnum fyri Ferðslutrygd
bert er sum eitt millumlið
at hjálpa teimum við at fáa
teirra sjónarmið fram.
Niðurstøðan á fundinum
var, at hetta málið skal
kannast betur og kjakast
skal eisini meira um tað,
áðrenn Ráðið kemur við
sínum tilmæli.
Jón Kragesteen dylir tó
ikki fyri, at grundgevingar-
nar fyri at hækka ferðmark-
ið eru góðar, og hann dugir
ikki at síggja nakað til
hindurs fyri at hækka ferð-
markið hjá prutlum úr 30
km/t upp í 45 km/t, um tað
kann hindra fleiri eigarum í
at pilka við prutlið á annan
hátt.
Hækka ferðmarkið hjá prutlum
Tvey 16 ára gomul ungfólk
úr Havn mæltu fríggjdagin á
fundi hjá Ráðnum fyri
Ferðslutrygd til, at loyvda
ferðin hjá prutlum verður
hækkað úr 30 km/t upp í 45
km/t
Tá Gríma fer á pall við
"Elling og Kjell Bjarni",
verður tað tann 64.
pallurin í Europa,hes-
in leikurin verður
spældur á í løtuni.
Frumsýning verður á
Gamla Meiarínum
leygarkvøldið
SJÓNLEIKUR
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Nýggi leikurin hjá Grímu
snýr seg um tveir gamlar
dreingir í 30unum, sum
hava ligið á sálarsjúkrahúsi
saman. Tá leikurin byrjar,
eru teir júst komnir útaftur
og eru nú í ferð við at flyta
inn í eina varda íbúð, har
teir skulu búgva saman og
læra at liva, sum flest onnur
fólk.
Men Elling og Kjell
Bjarni eru ikki sum tey
flestu - lívsforskrektir er
kanska orðið, ið lýsir teir
best, bangnir sum teir eru
fyri mest sum øllum tí,
vanlig fólk taka sum eina
sjálvfylgju. Teir tora ikki at
taka telefonina, tí hvør man
goyma seg í hinum endan-
um? At keypa inn er eisini
illgrunasamt, tí hvør veit í
grundini, hvat man fjala seg
aftanfyri leskiligu myndir-
nar á matvørunum? Nei,
best man vera at flýggja inn
í dreymarnar, har tú kanst
vera hvílandi limur í Bandi-
dos og fáa eitt lítið, nær tað
skal vera, uttan at spyrja
nakran eftir.
Ikki offur
Sum leikur fer, gerst tað al-
samt meir týðiligt, at høv-
undurin hevur annað og
meir uppá hjarta enn eina
"no-future" søgu, har hjart-
aloysi og fremmandagerð
ræður. Gamaní prikar søgan
til okkara ringu samvitsku
um, hvussu lítið pláss vit
geva teimum, sum eru øðr-
vísi, enn vit sjálvi. Men tað
er ikki boðskapurin, og
heldur ikki orsøkin til, at lei-
kstjórin Eyðun Johannesen
hevur valt hendan leikin.
– Eg valdi leikin, bæði tí
hann er óvanliga væl gjørd-
ur, og tí hann snýr seg um
tað menniskjaliga, sum býr í
okum øllum. Hóast Elling
og Kjell Bjarni á sín hátt eru
útihýstir frá samfelagnum,
eru teir ikki offur. Teir vinna
á óttanum, tí teir hjálpast at
og eru so góðir vinmenn.
Og tá vit flenna saman vit
teimum, er tað í grundini ein
lívsjáttandi látur, sum er
vendur móti okkum sjálvum
og kanska ger okkum til eitt
sindur klókari menniskju,
sigur Eyðun Johannesen,
leikstjóri.
"Elling og Kjell Bjarni":
Hvílandi limir í vælferðarsamfelagnum
Elling og Kjell Bjarni trilva
seg fram í okkara fløkta
"normala" samfelag, har ein
matstova er onki minni enn
illgrunasom
Leikarar:
Elling
Hans Tórgarð
Kjell Bjarni
Bárður Persson
Gunn, pleygari
Ria Tórgarð
Jana, frá Almanna-
stovuni
Katarina Nolsøe
Servitrisa
Ria Tórgarð
Randi
Kristina Hansen
Leikmynd:
Eyðun Johannessen eftir hugskotið
hjá Sten Lock Hansen
Framleiðslustjóri:
Jenny C. Petersen
C
M
Y
K
7
6