týsdagur 7. november 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. november 2017 · Nr. 130
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
U21 landsliðið:
Teit um U21
landsliðið:
Tað er eisini sum ein
familja. Fleiri av okkum
hava verið á liðnum síðani
U15 landsliðið. Tað er sum
eitt heilt skiftirúm fyri
seg sjálvan. Eg haldi eisini
vit hava eitt genialt lið við
góðum spælarum á øllum
plássum.
Teit um fýrkleyvarin
í álopinum: (Jákup
Thomsen, Jóannes
Bjartalíð, Meinhard
E. Olsen og Teit
Jacobsen)
Teir eru allir dugnaligir
spælarar. Jákup Thomsen
er ein máslúkur, Meinhard
E. Olsen er sterkur skjótur
og torir, meðan Jóannes
Bjartalíð er sterkur við
sínum
vendingum
í
millumrúminum.
Vit
rigga væl saman. Kanska
vit eisini klára at fáa mál
móti Póllandi, men eg
haldi at vit hava klassa
spælarar í øll rekkjunum
á liðnum.
Teit um
eyðmýkjandi tapið
fyri Danmark
á Tórsvølli:
Vit tordu ikki at spæla og
tað føldist sum vit taptu
10-0, hóast vit bara taptu
3-0. Vit vóru fyrireikaðir,
men tað riggaði bara ikki.
Tað er týdningarmikið
at vit tora. Gera vit ikki
tað, so tapa vit. Tú kanst
renna sum tú vilt, men
torir tú ikki at halda upp
á bóltin, so nyttar einki.
Teit um sjálvmálið
móti Georgia:
Eg hugaði, at nú havi
eg lova teimum í dystin
aftur.
Eg
var
bangin
fyri, at tað fór at liggja í
bakhøvdinum hjá mær
allan
dystin,
men
eg
kláraði at blokka tað úr
høvdinum. Eg havi eisini
hoyrt fyri tað síðani og
tað skal eg sikkurt eisini,
tá vit møtast nú, men til
mín verju, so vil eg siga
at Bartal Wardum kundi
sagt okkurt áðrenn.
Teit um tey fýra
stigini, sum
U21 landsliðið
hevur fingið:
Tey
fýra
stigini
eru
góð, men tað er serliga
mátin vit fáa stigini,
sum
er
góður.
Vit
hava møguleikar móti
Finnlandi, meðan vit móti
Georgia eru kyniskir.
Teit um HB:
Eg hyggi eftir HB hvørja
ferð
og
tosi
javnan
við
vinmannin
Bartal
Wardum, um hvat hann
hevur gjørt og so víðari.
Móti KÍ á ólavsøku hevði
eg gjarna vilja sloppið at
spælt – um so bara ein
dyst.
Teit um venjaran
í Sønderjyske,
Claus Nørgaard:
Hann er ein fittur maður
við einum løttum lyndi.
Hann og Henrik Hansen,
hjálparvenjarin,
hava
verið skiljandi fyri míni
støðu. Hann passar væl
inn í Sønderjyska DNA’ið,
sum er at arbeiða hart.
Teit um tað var
rætt at skifta til
Sønderjyske:
Ja, tað var rætt at fara
avstað.
Brøndby
vóru
áhugaðir á sinni, men
babba hevur ikki hildið
at eg havi verið klárur. Eg
angri tað ikki, sjálvt um
tað kann verða einsligt,
men hetta er tað eg havi
droymt um.
Teit um bótakassan:
Eg betali nógv, tí eg
gloymi jakkan, ella at
pumpa bóltar og leggja
gps’arin upp á pláss og
so víðari. Eri so sløvur, at
eg havi mist fýra dunkar
vekk og tað kostar 50
krónur fyri hvønn. Eg
havi tó ein mistanka um,
at teir arbeiða upp á meg.
Teit um størstu
rokningina:
Eg fekk eina rokning upp
á 1.300 krónur fyri at hava
tapt í Partners. Her er tað
ikki hygg, tí tað snýr seg
um at vinna. Eg vinni
heldur ikki í borðtennis,
men í FIFA eri eg góður
og eri á pluss. Tað er eisini
munur á rokningum her
og í HB. Í HB fóru vit at
grilla, meðan vit her fóru
til Barcelona.
Sønderjyske:
fær bara grind og seyð tveitt
í høvdið.
-Sønderjyske hevur ikki
so nógvar landsliðsspælarar,
so har eru summir, ið spyrja
hvussu tað er, men teir halda
also at eg etið grind og sjeyð
hvønn einasta dag. Tað fái
eg at vita hvønn dag, sigur
Teir Jacobsen um at vera
føroyingur í einum Super
ligafelagi.
Komi ikki aftur
til Føroya
Á ólavsøku í ár hevur Teit
Jacobsen tað ringt. HB og
KÍ spæla fyri fullum húsi í
Gundadali, og tað er næstan
einki, ið orkuríki vongurin
heldur vil, enn at verða á
vøllinum í reyðu og svørtu
troyggjuni.
-Eg fylgi væl við í HB og
hyggja eftir øllum dystunum,
sum eg kann. Tann dagin
hevði eg gjarna vilja spælt
við HB, sigur Teit Jacobsen,
sum tó hevur tikið eina av
gerð um, at so verður ikki.
- Tað er ringt at venja
seg við, at daman og vin
menninir eru í Føroyum,
men eg fái nakað, sum fá
sleppa at uppliva. So eg vil
heldur hava tað 80 prosent
gott í sosiala lívinum og liva
dreymin, enn slett ikki at
fylgja dreyminum, sigur U21
landsliðsspælarin.
Tað ljóðaði í summar, at
HB ynskti at leiga Teit Jacob
sen fyri seinnu hálvu, men
Sønderjyske vildi ikki.
-Tað síggi eg sum nakað
positivt, tí tað merkir at teir
síggja okkurt í mær. Tú skal
aldrin siga aldrin. Um eg ikki
fái sáttmála í framtíðini,
kundi eg kanska funnið upp
á at komi heim at venda, men
eg havi fyrireikað meg upp á
at búgva uttanlands í eini 15
ár, sigur Teit Jacobsen av
gjørdur á málinum.
Eitt mál á gangin
Hóast tað hava verið 11 mán
aðir av mótgangi og Teit
er nummar 29 í røðini, sum
hann sjálvur tekur til, so
ætlar hann ikki at geva upp.
- Eg elski tað eg eri geri.
Vónandi røkkur tað so langt
sum eg vil, men um eg ikki
venji hundrað prosent, so er
tað ein annar, ið yvirhálar
teg. Eg er stoltur av, at eg eri
komin hertil og livi dreymin,
men eg vil ikki hava hatta
nøgdsemi. Eg vil heldur seta
mær nýggj mál, sigur Teit
Jacobsen, sum er sinnaður
at venja hart fyri at koma
víðari.
-Eg føli eisini eina plikt
fyri mær sjálvum, at eg má
gera hetta ordiligt, tí hetta
er tað eg vil. Tú leggur merki
til, at tað eru tey smáu tingi,
sum gera munin í longdini,
sigur Teit Jacobsen.
Fartelefonin ringir. Tað
er ein vinmaður, sum vil
sleppa at heilsa uppá. Í ein
dag er Teit Jacobsen bara
ein vanligur drongur, men í
morgin er hann aftur yrkis
spælari. Ein yrkisspælari,
sum er til reiðar at elta lívs
dreymin.
trondur@sosialurin.fo