týsdagur 7. november 2017síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mikudagur 8. november 2017 · Nr. 130
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
fyri tann stuðul
hann fær heimani
frá. Forledrini, Anja og Niels
Pauli Jacobsen, hava hvør
sín máta at stuðla soninum.
Pápin er góður í ráðum og
eggjar soninum at halda
fram, meðan mamman er
ein ævigur stuðul. Tað hevur
Teit eisini í huganum, tá
hann skal ringja heim.
- Skal eg hava rós, so ringi
eg til mammu, men skal eg
hava ein uppsang, fótbólts
prát ella motivatión, so er
tað babba, sigur 19 ára gamli
fótbóltsspælarin.
Hann býr einsamallur
í íbúð í góðum umhvørvi
í Haderslev og trívist væl.
Daman, Durita Mikkelsen,
býr enn í Føroyum, men
sjeikurin vónar at hon skjótt
verður partur av dagliga lívi
num í Suðurdanmark.
Heil einsamallur
er Teit Jacobsen ikki, tí
hann sær eisini felagið sum
eitt slag av familju. Tað
er javnan, at spælararnir
samlast og spæla eitt nú
kort. Í løtuni er tað serliga
spælið Partners, sum er
skránni og tað er dýrt fyri
teir, sum tapa.
-Eg fekk ein rokning
til bótakassan upp á 1.300
krónur fyri tap í Partners,
so mamma heldur fyri, at eg
skal gevast at spæla, sigur
Teit Jacobsen.
Hann sigur frá spælarum,
ið hava verið í fleiri feløgum
í Danmark, at teir halda at
samanhaldið í Sønderjyske
er óvanliga gott. Fyrr hevur
verið fortalt um niðurgering
av føroyskum fótbólti og fót
bóltsspælarum í Danmark,
men ungi havnarmaðurin
FÓTBÓLTUR
11 mánaðir
síðani skiftið:
Eg
haldi
ikki
eg
eri
broyttur,
men
eg
eri
mentur nógv. Tað merki
eg til U21 landsdystirnar,
tí eg helt tað gekk skjótt
fyri seg fyrr, men nú er
tað betri. Eg veit betri
hvat eg skal gera við
bóltin, tá eg fái hann.
Favoritt rættur:
Ræst kjøt
Filmur:
Eg hyggi ikki so nógv
eftir film, men ein sum
Sanctum fangaði meg.
Annars er Jim Carrey
altíð stuttligur.
Besta serian:
Tað liggur millum Prison
Break
og
Games
of
Thrones
Klædnstílur:
Mær dámar væl at verða
væl klæddur og elegantur
upp
á
tann
einfalda
mátan, men skal eg verða
fínur, so dámar mær væl
at gera nógv burturúr
Favoritt ítóttur
fyri uttan fótbólt:
Hondbóltur, havi spælt
við Kyndli í 15 ár
Tónleikur:
Eg eri bannlýstur sum
DJ í Sønderjyske, men
sleppi onkuntíð framat
á U21 landsliðnum. Tá
vit samlast, so havi eg
mín egna hoytalar við
og
í
mínum
karmari
bestemmi eg. Eg tori
næstan ikki at siga tað,
men Ole Ivars, Laase
Stefanz og líkandi Elis
Poulsen tónleikur, men
annað enn tað, so kann eg
lurta eftir næstan øllum.
Ein annar favorittur er
Westlife og mær dámar
væl Elvis Presley. Orki ikki
fyri hesum nýggja, sum
kemur við 100 kilometrar
ferð úr hoytalaranum.
Teit um Teit: