týsdagur 7. november 2017síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 8. oktober 2017 · Nr. 130
Heiðavegur 26
600 Saltangará
Tel 41 70 00
runavik@runavik.fo
www.runavik.fo
Runavíkar Kommuna lýsir við hesum eftir bókavørði til Bókasavnið við Løkin
bókavørður TIL BÓKASAVNIÐ VIÐ LØKIN
Bókasavnið við Løkin hevur seinnu árini
staðið frammaliga í myndini, tá um tiltøk
og verkætlanir ræður, og sum leiðari av
bókasavninum fært tú góðar møguleikar
at mynda bókasavnið.
Bókasavnið við Løkin er staðsett í
mentanardeplinum við Løkin, sum eisini
hýsir Skúlanum við Løkin og Løkshøll.
Bókasavnið við Løkin er eitt fólkabóka-
savn, og er samstundis skúlabókasavn
hjá Skúlanum við Løkin.
Lagt er tí upp til spennandi samstarv
við ymsu mentanarstovnarnar við Løkin.
Samstarvsfelagar eru m.o. Løkshøll, skúlin
við Løkin og Visit Runavík.
Vit sóknast eftir einum bókavørði, sum
brennir fyri kjarnuvirkseminum hjá bóka-
savninum og sum eisini hevur hug at
gagnnýta karmarnar til mentanarvirksemi í
breiðastu merking.
Tú ert útbúgvin bókavørður ella hevur aðra
viðkomandi útbúgving og/ella royndir.
Starvið verður sett skjótast gjørligt. Talan
er um fulltíðarstarv. Løn sambært
sáttmála.
Umsóknir til starvið sum
bókavørður á Bókasavninum við
Løkin skulu latast inn í seinasta lagi
mikudagin 15. nov. 2017 umvegis
heimasíðuna hjá Runavíkar
kommunu, www.runavik.fo
Allar umsóknir verða viðgjørdar í
trúnaði.
Hevur tú spurningar, ert tú væl-
komin at venda tær til Sølva Reinert
Hansen, mentanarleiðara, á telefon
221226 ella við telduposti til
solvi@runavik.fo
K R E A
Vælkomin í Dansifrøði til jólasøluna
hjá Føroya Heimavirkisfelag.
Her finnur tú alskyns heimavirkaðar vørur,
eins og forkunnugar jólagávur til tíni kæru.
Eisini er møguleiki at njóta okkurt gott til matna,
eins og drekkamuður verður til keyps.
Opið er:
Leygardagin 11. nov. frá kl. 10.00 – 19.00
Sunnudagin 12. nov. frá kl. 14.00 – 19.00
Ókeypis atgongd
Føroya Heimavirkisfelag
Jólasølan 2017