Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-07, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. november 2017síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. oktober 2017 · Nr. 130 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tøkk Hjartaliga takka vit øllum ið sýndu samkenslu tá mín góði maður, pápi, verpápi og abbi Assved Kaj Johannes Djurhuus Søldarfjørð andaðist og varð jarðaður Eina hjartans tøkk til Meinhard Bjartalíð fyri góð og troystarík orð í kapellinum og kirkjuni, somuleiðis takk til sangarar, berarar, kirkjutænarar og gravarar, takk til tykkum á Klaksvíkar Sjúkrahúsið. Hjartaliga takka vit tykkum sum komu inn á gólvið, ringdu og bakaðu. Takk fyri tað stóru og góðu hjálp vit fyngu til ervið Takk fyri blómur og kransar og takk til tykkum øll sum vóru við til jarðarferðina Anny, Sámal Erik, Olga Maria, Hansina og Annika við fam. Tøkk Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá kæri beiggi okkara Eigil Juul Rasmussen f. 27. september 1947 – d. 8. desember 2016 andaðist og varð jarðaður. Tøkk til Hansu og Símun prest fyri góð og troystarrík orð í kirkjuhúsinum og í kirkjuni. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar og berarar. Tøkk til grannar og øll tykkum, sum bakaðu. Eina serstaka tøkk til lærararnar í Stranda skúla fyri, at tit skipaðu fyri ervinum. Tøkk til øll tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunar vegna Óli, Egon og Asta Tøkk Ein Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá ið okkara elskaða kona, mamma, vermamma, omma og langomma. Emly Vestergaard f. 18.september 1940 d. 21.september 2017 andaðist og varð jarðað. Ein serstøk tøkk til tykkum á demensdeildini á Eysturoyar Røktar og Ellisheimi, fyri tykkara stóru umsorgan ta tíðina tit vóru um Emly. Tøkk til Meinhard Bjartalíð, Jóan Petur Johannesen og Paula Høj fyri vøkur og troystarík orð, og tøkk til kirkjutænarar og sangarar. Ein serstøk tøkk til Jón Magnus og Moniku fyri vakurt undirspæl. Tøkk fyri alla hjálp, sum varð veitt okkum, bæði til jarðarferðina og ervið. Tøkk fyri heilsanir, blómur og kransar, og tøkk fyri gávur til demensdeildina . Stóra tøkk til tykkum øll, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Vegna tey avvarðandi Terji, Joan, Eydna, Annika og Terje (y) Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá ið okkara kæri pápi, verpápi, abbi og verabbi Hjarnar Djurhuus f. 25.10.1932 - d. 05.10.2017 andaðist og varð jarðaður. Takk til Una Næs, prest, fyri troystarrík og góð orð, og til Peter Hentze Niclasen fyri góðan sang í Dómkirkjuni. Eisini takk til berarar, organist, sangarar, kirkjutænarar og gravarar. Takk til Sonju Klein, prest, fyri troystarrík og góð orð í kapellinum. Takk fyri kransar, blómur, heilsanir og peningagávu til Barnabata. Takk tit tykkum, ið bakaðu til ervið. Stóra tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her á fold. Familjurnar vegna Katrin, Tórður, Hjarnar, Svanna, Magna, Olga, Mourits og Merle Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá okkara góði pápi, abbi og verpápi Matthæus Andreas Hansen (Dia) f. 03.03.34 d. 13.05.17 andaðist og varð jarðaður. Vit takka Mariu Jørðdal Niclasen, presti fyri góð orð til minnisløtuna á Heiminum við Vallalíð og vakra talu til jarðarferðina í Kollafjarðar kirkju. Vit takka trúfasta vinmanninum Sigvard Steffensen fyri fjálg og vónrík orð til minnisløtuna. Starvsfólk á heiminum og klaverleikari til minnisløtuna eiga eisini okkara hjartans tøkk. Vit takka kirkjutænarum, sangarum og øllum, ið veittu eina hjálpandi hond til jarðarferðina og ervið. Takk fyri køkur til ervið, fyri blómur og kransar til jarðarferðina og minnisgávur til Heimið við Vallalíð. Vit takka øllum, ið vóru við til minnisløtuna og øllum tykkum, ið komu til jarðarferðina hjá babba. Poul Martin, Birgit, Ingibjørg, Bergur og Anna Maria við familjum Tøkk Sælbjørg Pedersen f 20/9-42 - d12/8-17 Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenlsu, tá kæra kona,mamma,omma og langomma okkara Sælbjørg Pedersen andaðist og var jarðað. Takk til Símun P Jacobsen prest, takk til sangarar, kirkjutænarar og gravara. Takk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðini og ervinum. Takk fyri blómur og kransar og takk til tykkum øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Nú stundin er komin at siga farvæl vit takka tær fyri alt tað ið tú gav hvør stund og hvør løta vit fingu við tær av sonnum ein gáva tú okkum var Tú okkum øll mundi elska so hátt og øll vóru vælkomin um tína gátt ein kærleika sterkan tú okkum bar í álvara og gaman tú altíð var nær Eitt sterkari lindi ei nakar man fá enn tað tær var givið at líta á um hart rakt av sjúku tú vart mangan dag tó altíð so vart tú so fróð og so glað Nú heim til jesus tú farin er og eftir vit sita og sakna teg her í okkara hjørtum vit goyma teg væl til vit síggjast aftur í guds himna sal Fyri tey avarandi Elmar, Jóan Petur, Kristian og Jónilina