Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 27. oktober 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 205 - 27. oktober 2004 Nr. 205 - 27. oktober 2004 9 Her trívast vit væl Í dag verður skúlin í Árnafirði 100 ár. Dagin fara teir tríggir næm- ingarnir og lærarin hjá teimum, Charlotta Thorsteinsson, at halda í dag, men tað stóra og almenna há- tíðarhaldið verður tó ikki fyrr enn leygar- dagin SKÚLI Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Árnafjørður: Skúlin liggur nakað ovar- laga í bygdini, tætt við ánna. Bygningurin er nýmálaður, og Charlotta stendur í hurðini og býður vælkomin. – Her er so rokaligt í dag. Skúlastovan er framvegis ikki sett upp á pláss aftur, tí vit hava gjørt hana í stand til tann stóra dagin. Men børnini sita uppiá, sigur hon vinarliga. Næmingarnir, tríggir dreingir, sita og eta mat- pakkan. Teir tykjast als ikki at órógvast av, at ókunnugt fólk kemur á vitjan. Teir svara fittir og skila- góðir, tá teir verða spurdir um navn, aldur og flokk. Jógvan er átta ára gamal og gongur í 2. flokki, Leiv- ur er seks ár og gongur í fyrsta flokki og Poul er sjey ára gamal og gongur í 2. flokki. – Ææh, eg eri seks, Poul, sjey og Jógvan átta, vísir Leivur skilagóður á. Teimum trimum dámar sera væl at ganga í skúla í Árnafirði, men av og á høvdu teir kunnað hugsað sær, at tað vóru fleiri børn. Í fjør gingu seks børn í skúla í bygdini, men tveir dreingir fóru til Klaksvíkar at ganga í framhaldsdeild, og ein genta fór í fimta flokk. Útlitini kunnu sigast at vera nakað ivasom, tí tað eru bert trý børn í bygdini undir skúlaaldur. Hetta heldur Charlotta kemur av, at tað gingu nógv ár, har onki hús varð bygt í bygdini, men seinnu árini er gongd so spakuliga kom- in aftur á húsabyggingina. Privilegium Skúlin í Árnafirði hoyrir undir skúlan við Ósánna í Klaksvík, so samstarvið millum skúlarnar er gott. Charlotta greiðir frá, at hon hevur 15 tímar um vikuna í Árnafirði og so restina í Klaksvík. Tað ger, at hon ikki kennir seg púra einsa- malla og uttan starvsfelagar. Hetta er 25. árið Charlotta er lærari í Árnafirði. Fram- manundan hevði hon roynd- ir at arbeiða á bygdaskúla, tí hon hevur eisini arbeitt í skúlanum í Haraldsundi. – Eg kenni meg privileg- eraða, tí eg kann arbeiða 15 tímar á bygd og so eisini á einum størri skúla, greiðir Charlotta frá. Hon heldur fram, at Árnafjørður ikki liggur so langt frá Klaksvík, og tískil kennir hon tað ikki so møti- mikið at koyra ímillum. Hon byrjar arbeiðsdagin í Klaksvík klokkan átta, og um tíggjutíðina gongur leiðin so til Árnafjarðar, har hon arbeiðir restina av degnum. Charlotta heldur ikki, at tað er torført at fáa tíðina at ganga, men hon viðgongur tó, at tímatalið helst ikki skal fara niður um 15 tímar. Charlotta heldur ikki, at tað er torført at fáa tíðina at ganga, men hon viðgongur tó, at tímatalið helst ikki skal fara niður um 15 tímar. – Eg fái saktans tíðina at ganga her, tí hóast tað bert eru tríggir næmingar, so eiga teir rætting til somu undirvísing, sum allir aðrir næmingar í landinum, sigur hon. Fylgir upp Næmingarnir í Árnafjarðar skúla fara sum sagt til Klaksvíkar at ganga í fram- haldsdeildini. Charlotta sigur, at hon hevur roynt at fylgt upp, hvussu tað gongst teimum, eftir at tey koma í ein størri flokk. – Eg hugsi ofta um, eg man megna at geva teimum nóg mikið fakliga, tí eg eri einsamøll her. Tað er jú bara mær, næmingarnir verða ávirkaðir av, heldur hon fyri. Tað er eisini ein av or- søkunum til, at hon spyr aðrar lærarar, hvussu tað gongst hennara næmingum, tá teir eru komnir í skúla í Klaksvík. – Børn eru so ymisk. Tað vísir seg, at hóast tú hevur sitið líka nógv við øllum næmingunum, og tey hava fingið somu undirvísing, so er fakliga støðið ójavnt, greiðir Charlotta frá. Samstarv Samstarvið millum skúlan við Ósánna og skúlan í Árna- firði hevur virkað fyrimynd- arliga væl, heldur Charlotta. Tá eitthvørt tiltak er í skúlanum við Ósánna plaga næmingarnir úr Árnafirði at luttaka. Tey svimja somuleiðis saman við næmingunum í Klaksvík, so á ein ella annan hátt fáa næmingarnir eina greiða mynd av tí flokkinum, sum tey skulu í, tá tey koma upp í framhaldsdeildina. 100 ára søga Freydis Poulsen úr Klaksvík hevur skrivað ein bókling um søguna hjá skúlanum í Árna- firði BÓKLINGUR Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Bóklingurin eru 17 síður, og har finst ein søgulig gjøgnumgongd umframt yvirlit yvir lærarar, næmingar og tey, ið hava verið á skúl- anum í starvsvenjing, síðani hann varð vígdur tann 27. oktober 1904. Freydis greiðir frá í bóklinginum, at fyrstu ferð nakað skrivligt sást um skúlabygging í Árnafirði, er í fundar- bókini hjá sóknarstýrin- um. Har stendur, at tann 4. juli 1903 varð eitt øki uppmált í Árnafirði, sum var tilætlað skúla- bygging. Jóhan Eliasen í Antin- ishúsi á Uppsølum mundi sambært frá- greiðingini hjá Freydis Poulsen vera tann fyrsti lærarin, sum ferðaðist til Árnafjarðar at undirvísa børnunum. Áhugavert er at lesa um skúlagongdina undir seinna veraldarbardaga, sum gjørdi gerandisdag- in í tryggu bygdini til eina marru. Fleiri minur róku á land og gjørdu stóran skaða í bygdini. Frá 10. november til 6. desember 1941 var ong- in skúlagongd í bygdini vegna minuvanda, minuspreinging og ábøtur á skúlan vegna spreingingina. Hetta og mangt annað áhugavert er at lesa um føðingardagsbarnið í Árnafirði í bóklinginum hjá Freydis Poulsen. Bóklingurin verður lagdur fram leygardag- in, tá stóra og almenna hátíðarhaldið eisini verður. Teir tríggir næmingarnir í skúlanum í Árnafirði, Jógvan, Leivur og Poul, vóru júst í ferð við at eta teirra matpakka, tá Sosialurin kom á vitjan – Her hava vit tað gott, og umstøðurnar á skúlanum eru framúr góðar, sigur lærarin, Charlotta Thorsteinsson, sum skjótt hevur verið á skúlanum í 25 ár Føroyska kommun- valið í Danmark TÍÐINDASKRIV Tann 9. novembur 2004 er kommunuval í Føroyum. Føroyingar staddir í Danmark, ið hava rætt at velja, kunnu gera hetta við at venda sær til Føroysku Sendistovuna í Keyp- mannahavn, Strand- gade 91, 4.loft, Keyp- mannahavn, ella til fólkayvirlitið, har tey eru stødd. Veljararnir skulu hava hjá sær legitima- tión, harav framgongur hvørji kommunu teir búgva í sigur Føroyska Sendistovan í Keyp- mannahavn í tíðinda- skrivi 3. umfar Nósabarna- prix 2004 TÍÐINDASKRIV 3. og seinasta umfarið av Nósabarnaprix 2004 varð á Torginum í SMS leygardagin. Sera nógv fólk, um fimmhundrað, vóru og lurtuðu eftir teimum ungu songfugl- unum. Allir luttakarar høvdu aftur hesaferð nakrar góðar fram- førslur. Tað bleiv He- lena H. Jørgensen og Sunnbjørg Thomassen sum fóru avstað við sigrinum við sanginum "Eingin er sum tú". Nummar tvey gjørdist Dóra Joensen sum sang "Beautiful". Nú er so greitt hvørji tey seks eru, sum skulu vera við í tí stóru final- uni sum verður á Torg- inum í SMS leygar- dagin 6. nov kl. 18:00. Meira verður at lesa í eini stórari grein um tiltakið fyrst í næstu viku. Á heimasíðunum www.barnaprix.fo, www.sms.fo og hjá h ø v u ð s s t u ð l i n u m www.nosi.fo ber til at finna ymiskt tilfar um tiltakið. Finalan verður sum áður nevnt á torginum í SMS leygardagin tann 6.nov kl.18.00. At- gongumerki kostar kr. 60,-, sum er at fáa við dyrnar 1 tíma áðrenn tiltakið byrjar. Nósabarnaprix 2004 er stuðlað av Føroya Banka, SMS og Burger King. Føroya Symfoni- orkestur hevur kend- asta og helst mest spælda symfoniska verkið á skránni, tá tað heldur konsertini sunnudagin 31. ok- tober í Norðurlanda- húsinum, 5. symfoni, "Lagnusymfoniina", av Ludvig van Beet- hoven. Á skránni er annars: Ouverturan til "Egmont" og klaverkonsert nr. 1 við Jóannes Andrea- sen sum solisti. Diri- gentur: Bernhard Wilkinson KONSERT Tíðindaskriv Um verkini: Beethoven: Ouverturan til "Egmont" Goethe hevði skrivað eitt drama, sum hevur sín upp- runa í niðurlendska frælsis- stríðnum. Niðurlendingar verða trælkaðir av spanska yvirvaldinum hjá Filippi II. Tað er tann tyranniski her- togin av Alba, sum stendur fyri trælkanini, og hann nýtir bæði inkvisitión - brennir fólk á báli - og aðrar grimdargerðir. Eg- mont greivi, tignarligasta stórmenni í Hálandi og av Filip II. tilnevndur guver- nørur í Flandern og Artois landspørtunum, finnist at hesi trælkanini og roynir at fáa steðgað henni; men Alba nýtir snildir, og úr- slitið er, at Egmont doyr sum pínslarváttur fyri fólk sítt. Ein merkir í hesum tón- leiki, hvussu tað við eini frælsishetju hevur ávirkað Beethoven; frælsi og fræl- siskravið var ein av yndis- hugsanum hansara og gav Beethoven ein tann sterk- asta íblásturin. "Egmont- myndin verður annað enn myndin av einum ein-stak- lingi, men verður heldur ímyndin av mannaættini, sum verður trælkað við valdsgerðum, men sum í deyðanum verður krýnd við halgari glæmu", skrivar ein av ummælarunum. Eins og fleiri av stórverk- um Beethovens, so er eisini í hesum verki at byrja við ein dapur, nívandi lagdám- ur, ein avmyndan av ósemju og stríði, sum endar í ljósi og frøi. Tað eru tungar moll-ak- kordir, sum byrja verkið, og tær koma aftur og aftur í verkinum. Nærmast eymk- andi frasur í blásarunum; síðani kemur í bratsjunum eitt niðureftir gangandi mo- tiv, sum verður endurtikið í ymsum tónalegum. Hetta leiðir til allegroina - hvørs høvuðstema verður avleitt av hesum - viðhvørt óttafult biðjandi, so aftur treiskt og sjálvsikkurt. Tá verkið er komið í hæddina hendir eitt dramatiskt íhald - nú er vanlukkan hend - síðani ein coda í F-dur, sum eins og ein strálandi gleðisfagn- aður endurgevur ærumikla hetjudeyða Egmonts. Beethoven: Klaver- konsert nr. 1 í c-dur. Solistur: Johannes Andreasen Hóast henda konsertin hev- ur nr. 1, so er hon kompo- nerað seinni enn konsert nr. 2. Men av tí at hon var tann fyrra at verða útgivin, so hevur hon fingið fyrra talið. Verkið stavar frá 1797, og er Beethoven tá 27 ára gamal og merkist í hesum verki nakað ung- dommiligt og frískligt, einki av tí stórbæra og máttmikla, sum kennist í hansara seinnu verkum. Solostemman er snildarlig og glitrandi, og er ein avbjóðing fyri ein og hvønn klaverleikara. Í fyrsta satsi kennist hugtakandi ung- dóms kæti, sum ein hevur ilt við at ímynda sær frá tí Beethoven, sum ein kennir frá seinnu stórverkuum hansara. Kanska tú nærkast honum í tí romantiska largosatsinum. Í finalusats- inum, við ovfarakæti og fólkaligum dansistevi, kennist kanska eisini eitt sindur aftur av tí meira illfrýnta Beethoven frá seinnu árum. Beethoven: Symfoni nr. 5 í c-moll. "Lagnu- symfoniin". Hetta er kendasta og mest spælda symfoniin í heimin- um. Orsøkin er uttan iva tað, sum Beethoven hevur sagt um tær fyrstu taktirnar í hesum verki: "So klopft das Schicksal an die Tür!" ("Soleiðis bankar lagnan á hurðina") og hevur hetta úttalilsi fingið tankarnar hjá áhoyrarum at reika. Verkið verður tí vanliga fatað sum ein lýsing av stríðið menniskjans móti síni lagnu. Fortreytirnar fyri hesi hugsan er eydnu- leysa lagna Beethovens, tann vaksandi deyvleikin, sum fór at gera alt meira um seg, meðan hann var í holt við hetta verkið; at enda hevði hann ta fyri ein musikara tristu lagnu at gerast heilt deyvur. Hann skrivar 16. desember 1801 til vinmannin Franz Wege- ler: "Eg ætli mær at taka um kvørkrarnar á lagnuni! Hon skal ikki fáa meg um koll!". Tað ganga mangar søgur um hendingar í sambandi við framførslur av hesi symfoni. Berlioz fortelur, at kenda sangarinnan Marlibran eftir eina fram- førslu var so hugtikin, at hon mátti berast út úr kon- sertsalinum, og at kompo- nisturin Lesueur segði við seg: "Slepp mær út, eg má hava luft! Hetta var ótrú- ligt! Undursamt! ... Eg eri so í ørviti, at tá eg skuldi fáa mær hattin á høvdið, dugdi eg ikki at finna høvdið! Tílíkur tónleikur skuldi ikki verið skriv- aður!" Til tess svaraði Berlioz: "Ver tú púra róligur, tað verður ikki at henda ofta!" Um verkið: Tað ber til at meta teir fýra satsirnar sum byrjandi við eini vreiði sum linkar í tí róliga og meira bjart- skygda øðrum satsi, í triðja ivi og svartskygni til fagn- aðarrómin í fjórða satsi. Fyrsti satsur, allegro con brio, byrjar við "banki- motivinum" - lagnuni sam- bært Beethoven - tvær ferðir endurtikið í fortissi- mo og skapar ein hóttandi lagdám. Hetta motiv verður borið runt í satsinum til øll ljóðførini, og kanska kemur hetta motiv í hæddina, tá hornini koma inn við tí í eitt sindur broyttum líki og strúkararnir halda fram við einum stuttum og blíðum lag; men hesin lagdámur hvørvur skjótt, og órógv og kvøl koma innaftur. Hetta stríð heldur fram til oboin setir inn við einum eymk- andi lag, sum kanska er mest grípandi løtan í øllum satsinum. Men satsurin endar við at mótsetningar standa eins treiskir uttan at kunna sættast. Annar satsur, Andante con moto, er ein variatións- satsur, har variatiónirnar eru vavdar saman við eitt marsjkent motiv, sum á onkran hátt gevur einum eitt ánilsi um tann lagdám og ta tónaart, sum kemur í seinasta satsi. Triði satsur, Allegro, er ein scherzo, men ógvuliga sermerkt. Vit venda aftur til dapra lagdámin. Ein skuggakend lúrandi frasa í cellobólkinum og bassum fáa aftursvar frá hægru strúkarunum. Men knapp- liga kemur í hornunum við allari megi lagnumotivið frá fyrsta satsi. Úr hesum motivum verður satsurin bygdur. Upp móti hesum løgna og ótrygga lagdámi stendur trioin, sum eisini verður byrjað av cello og bassum, sum ein ógvus- ligur dansur, eitt fugato, har alt orkestrið verður drigið við. Er hetta svart skemt, ella boðar tað frá bjart- skygninum í seinasta sats- inum? Løgnast er kanska tann spennandi yvirgongd- in til finaluna, enn í pianissimo, har fiólirnar so við og við hava uppeftir- gangandi frasur, meðan paukurnar halda einum urgupunkt á einum longum C. Eftir eitt stutt crescendo byrjar ella brýtur fram Fjórði satsur, allegro, við einum bergtakandi triumf- marsji og einari sigurs- hymnu. Fyrsti parturin er alla tíðina fortissimo. Øll ljóðførini eru við og alt er gleimur og gleði, tá und- antikið er eitt stutt petti mitt í satsinum, sum er ein áminning um loyndarfulla endan á triðja satsi, har vinnandi lagnumotivið kemur aftur, men nú í ein- um heilt øðrum týdningi. Stevið finst aftur í triðja partinum av satsinum, har tað skiftivís kemur fyri sum triolir, skiftivís sum fjórða- partar. At enda verður ferð- in økt í eini stuttari coda, og symfoniin endar áminniligt á eini langari og endur- tiknari C-dur akkord. Sum eitt kuriosum kann nevnast, at vit, sum upp- livdu seinna heimsbardaga, gjørdust kend við "banki- motivið" úr BBC; tí banki- motivið varð nýtt sum eyð- kennisljóð undan tíðinda- sendingunum. Stóð eins og eitt sigurstekin. Sama teknið vísti Churchill eisini við fingrunum. (Tí V stóð fyri victory og er morsi- teknið fyri v . . . - ). PS! Atgongumerki á 150 kr eru at fáa í Norðurlanda- húsinum og Kunningar- stovuni. Føroya Symfoniorkestur aftur í eldin: Lagnusymfoniin í Norður- landahúsinum C M Y K 9 8