hósdagur 9. november 2017síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. november 2017
sosialurin 131
12
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
L
øgtingsfólk verð løgt sam
svarandi 34. lønarflokki
hjá tænastumonnum
landsins, meðan løgtings
formaðurin fær løn sum løgmaður.
Tað er staðfest í løgtingslóg nr. 12
frá 18. februar 1999 um samsýning
og eftirløn løgtingsmanna, sum ger
stýrir lønini hjá løgtingsfólki.
Næstformonnum tingsins og
nevndarformonnum verður aft
urat mánaðarlønini veitt ein serlig
samsýning, sum er 30.000 krónur
árliga.
Vanliga skattskylduga samsýn
ingin til løgtingslimir kann saman
fatast soleiðis:
Løgtingsformaður:
79.275 krónur um mánaðin –
951.300 krónur um árið
Næstformenn í tinginum:
40.366 krónur um mánaðin –
484.389 krónur um árið
Løgtingslimir, sum eru nevnd
arformenn:
40.366 krónur um mánaðin –
484.389 krónur um árið
Løgtingslimir:
37.866 krónur um árið – 454.389
krónur um mánaðin
Minsta løn hjá løgtingslimi, sum
ikki er til dømis nevndarformaður
ella næstformaður:
39.866 krónur um mánaðin,
harav 2.000 krónur eru skattafríar.
Allir løgtingslimir fáa eitt
skattafrítt endurgjald upp á 2.000
krónur um mánaðin fyri útreiðslur,
ið standast av arbeiðinum.
Skattafrítt kostnaðar
endurgjald
Afturat lønarsamsýningini og
kostnaðarískoytinum verður
veitt eitt árligt skattafrítt kostn
aðarendurgjald, grundað á regl
urnar um endurgjald til tæn
astu- og starvsmenn, til teir
løgtingslimir, sum búgva uttan
fyri høvuðsstaðarøkið. Kostnað
arendurgjaldið er roknað út eftir,
at løgtingslimir møta 100 dagar í
Løgtinginum um árið.
Sambært løgtingslóg um sam
sýning og eftirløn løgtingsmanna
fær løgtingslimur, sum er valdur í
øðrum valdømi enn Suðurstreym
oy, men býr ella kann haldast at
hava fast tilhald í Tórshavnar
kommunu, sum endurgjald fyri
eykaútreiðslur í hesum sambandi,
samsýning sum nevnt omanfyri
svarandi til 50 ferðir árliga. Hetta
verður roknað eftir miðaltalinum
millum Tórshavn og stytstu og
longstu farleið til pláss í valdømi
num, har hann er valdur. Tað skal
í hesum sambandi viðmerkjast, at
teksturin í lógini ikki er rættaður,
síðani Føroyar eru blivnar eitt
valdømi.
Skipanin verður sambært Løg
tingsskrivstovuni praktiserað so
leiðis í dag, at tinglimur, sum býr
uttan fyri Suðurstreymoy, men
sum velur at flyta til Havnar, í sam
bandi við at hann verður valdur á
løgting, fær endurgjald fyri eyka
útreiðslur svarandi til 50 ferðir
árliga.
Fyri hvønn tingdag, tinglimur
ikki møtir á løgtingsfundi, verð
ur sambært gjørdur frádráttur í
kostnaðarendurgjaldinum.
Niðanfyri eru nøkur dømi um,
hvat tinglimur, ið býr uttan fyri
høvuðsstaðarøkið, og sum møtir
á tingi 100 dagar í árinum, hevur
rætt til í skattafríum kostnaðar
endurgjaldi.
Árligt skattafrítt endurgjald, kr.
• Norðstreymoy (Vestmanna)
40.600
• Eysturoy (Runavík) 56.600
• Norðoyggjar (Klaksvík) 63.000
• Vágar (Miðvágur) 39.960
• Sandoy (Sandur) 45.080
• Suðuroy (Tvøroyri) 37.500
Fáa hvør sín teldil
Í sambandi við ferðing uttanlands
í løgtingsørindum verður veitt
ferðaendurgjald og dag- og tíma
peningur eftir somu reglum, sum
eru galdandi fyri tænastumenn
landsins.
Sambært Løgtingsskrivstovuni
fáa løgtingslimir útflýggjaðan
hvør sín teldil til løgtingsarbeiðið.
Tey fáa hvørki telefon ella teldu
frá Løgtinginum.
Verður løgtingslimur ikki aft
urvaldur, ella má hann leggja
tingsessin frá sær vegna sjúku, fær
hann samsýning í ein mánað fyri
hvørt árið, hann hevur havt sess á
løgtingi, tó í minsta lagi í 4 mánaðir
og í mesta lagi í 6 mánaðir.
Doyr løgtingslimur, fáa hjúna
felagi ella børn undir 18 ár samsýn
ing eftir í 6 mánaðir.
Eftirløn sum tænastumaður
Løgtingslimur hevur rætt til eg
ineftirløn, tá ið hann hevur havt
sæti á løgtingi í minsta lagi í eitt
ár tilsamans.
Eftirlønin verður útgoldin, tá ið
tinglimurin fyllir 67 ár, um hann
ikki framvegis hevur sæti á løg
tingi. Í serligum føri kann løgtings
limur fáa eftirløn frá 60 ára aldri.
Hægsta egineftirlønin er 60%
av eftirlønargevandi lønini í 34.
lønarflokki, og verður henda veitt,
tá ið løgtingslimur hevur havt sæti
á tingi í 16 ár ella meir.
Ein løgtingslimur vinnur sær
rætt til eftirløn soleiðis:
Egineftirløn Uppsparing
1. til 8. árið 4,5% árliga
9. til 16. árið 3% árliga
Tilsamans eftir 16 árum 60%
Hægsta eftirlønin hjá løg
tingsformanninum, sum er 60
prosent av eftirlønargevandi
lønini í lønarflokkinum, hann er
samsýntur í, verður veitt, tá ið
løgtingsformaðurin hevur verið
formaður í 8 ár ella meira.
Serligar reglur eru í lógini, sum
viðgera støðuna, tá løgtingslimur
hevur rætt til egineftirløn frá øðr
um størvum.
Eisini eru ásettar reglur um eft
irløn til eftirsitandi hjúnafelaga og
børn eftir løgtingslim.
Tema: Løn og pensjón hjá politikarum
12
Serliga pensjónin sum løgtingsfólk hava givið løgtingsfólki gevur løgtingsfólki gylt
serrættindi, sum vanliga fólkið í Føroyum bara kann droyma um
Løgtingfólk væl bjargað:
60 ára gomul
– fulla pensjón
Her er lønin hjá tingfólki
•
Løgtingsformaður:
79.275 krónur um mánaðin – 951.300 krónur um árið
•
Næstformenn í tinginum:
40.366 krónur um mánaðin – 484.389 krónur um árið
•
Løgtingslimir, sum eru nevndarformenn:
40.366 krónur um mánaðin – 484.389 krónur um árið
•
Løgtingslimir:
37.866 krónur um mánaðin – 454.389 krónur um árið
•
Minsta mánaðarløn hjá løgtingslimi:
39.866 krónur um mánaðin, har 2.000 krónur eru
skattafríar
Kelda: Áliti við tilmæli um samsýning og eftirløn landsstýrismanna
Tingfólk:
Fyri at ferðast til Havnar
Árligt skattafrítt endurgjald til løgingsfólk:
•
Norðstreymoy (Vestmanna) 40.600 krónur um árið
•
Eysturoy (Runavík) 56.600 krónur um árið
•
Norðoyggjar (Klaksvík) 63.000 krónur um árið
•
Vágar (Miðvágur) 39.960 krónur um árið
•
Sandoy (Sandur) 45.080 krónur um árið
•
Suðuroy (Tvøroyri) 37.500 krónur um árið
Kelda: Áliti við tilmæli um samsýning og eftirløn landsstýrismanna
Tingfólk: