hósdagur 9. november 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. november 2017
sosialurin 131
13
Tað var ein tungur
burður at broyta lønar
viðurskiftini hjá lands
stýrisfólki, sum mistu
rættin til eina heilt
serliga tænastumanna
pensjón
Eirikur Lindenskov
Nú er tað ein serlig nevnd,
sum í hvørjum valskeiði skal
skriva løgmanni álit um, hvussu
nevndin heldur, at lønar- og
eftirlønarviðurskiftini hjá
løgmanni og landsstýrisfólki
skal vera.
Í nevndini sita Gunn Ellef
sen, advokatur á Advokatfel
agnum við Strond 4, Jóhannes
Færø, grannskoðari á SPEKT,
og Annika Sølvará, stjóri í
Granskingarráðnum.
Nevndin skipaði seg á fyrsta
fundi við Anniku Sølvará sum
forkvinnu.
Uppgávan hjá nevndini
er at geva løgmanni tilmæli
um samsýningar og eftirløn
landsstýrismanna v.m. sambært
løgtingslóg nr. 77 frá 6. mai 2003.
Endamálið við lógini er at
tryggja løgmanni dygt og væl
grundað tilmæli um samsýningar
og eftirløn landsstýrismanna
v.m., og skal nevndin sambært
lógini taka atlit til:
– lønarlagið í landinum yvir
høvur
teirri tign og ábyrgd, sum ligg
ur í størvunum
hvussu samsvarandi størv
í grannalondum okkara verða
lønt, og
– onnur viðkomandi viður
skifti.
Tilmælið skal verða handað
í seinasta lagi við endan á aðru
tingsetu í einum valskeiði. Tað
vil í hesum føri siga í seinasta
lagi áðrenn ólavsøku 2017 – og
tað verður gjørt eitt tilmæli í
hvørjum valskeiði.
Nevndin handaði løgmanni
hetta álitið fyri ólavsøku í ár.
Tríggjar nevndir hava sitið
undan hesari. Fyrsta nevndin
læt sítt álit úr hondum tann 14.
juni 2005 og onnur nevndin tann
27. juli 2009. Talan er í báðum
førum um drúgv álit við neyvari
lýsing av økinum og tilmælum
um broytingar í lógini.
– Okkum upplýst hevur
hvørki av hesum báðum álitum
fingið nakra ítøkiliga politiska
viðgerð, skrivar nevndin í áliti
num.
Triðja nevndin handaði sítt
álit tann 3. januar 2013. Hetta
álitið varð viðgjørt politiskt, og
við støði í álitinum og viðgerðini
varð semja um at gera broytingar
í løgtingslóg um samsýning og
eftirløn landsstýrismanna v.m.
Táverandi løgmaður, Kaj Leo
Holm Johannesen, legði uppskot
til løgtingslóg fyri Løgtingið
tann 28. februar 2014.
Uppskotið varð lagt í serliga §
25 nevnd, sum hevði fleiri fundir
um málið.
§ 25 nevndin legði fram álit
tann 8. mai 2014.
Við 3. viðgerð varð eitt
broytingaruppskot lagt fram og
samtykt.
Endaliga uppskotið til løg
tingslóg varð samtykt við 19 at
kvøðum fyri, 0 ímóti og 12 blonk
um atkvøðum tann 9. mai 2014.
Lógin varð lýst tann 19. mai
2014 at koma í gildi, tá ið nýtt
landsstýrið hevði tikið við eftir
fyrstkomandi løgtingsval.
Góð fýra ár eru liðin, síðani
seinasta álitið varð handað, og
góð trý ár eru liðin, síðani lógin
varð broytt. Lógin kom í gildi á
heysti 2015. Fyrsta uppgávan
hjá Akseli V. Johannesen sum
løgmanni 15. september í 2015
var at lýsa lógina.
Úrslitið av lógini er, at lands
stýrisfólk fingu munandi løn
arhækking, samstundis sum
tey mistu eina fantastiska tæn
astumannapensjón, sum eftir
átta árum gav teimum fulla
tænastumannapensjón – enntá
við møguleika at fáa hana frá 60
ára aldri.
Nú fáa landsstýrisfólk 15 pro
sent í pensjónsinngjaldi, eins og
onnur fólk.
Kelda: Álitið frá serligu nevndini
Pensjónin hjá landsstýrisfólki
Kaj Leo Holm Johannesen tók
álitið frá nevndini í álvara og
legði uppskot fyri tingið um
at broyta pensjónsskipanina
hjá landsstýrisfólki
Tók nógv ár at
broyta lógina
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
– Samsýningin og eftirlønin hjá
tingfólki verður ikki broytt beint
nú.
Tað segði nývaldi løgtingsfor
maðurin, Páll á Reynatúgvu, við
Sosialin 11. januar í 2016.
Tá lógin um lønir og eftirlønir
hjá landsstýrinum kom í gildi eftir
valið í 2015, vísti tað seg, at lønin hjá
løgtingsformanninum fylgdi lønini
hjá løgmanni. Tað vil siga, at Páll á
Reynatúgvu fekk 30 prosent meira
í løn, enn Jógvan á Lakjuni hevði
fingið frammanundan.
Ein orsøk til, at lønin hjá lands
stýrisfólkunum skuldi hækka so
nógv, var at landsstýrisfólkini
mistu sera munadyggu tænastu
mannapensjónina, sum kann geva
teimum upp í 37.000 krónur í pen
sjón frá 60 ára aldri og restina av
lívinum.
Men hóast løgtingsformaðurin
fekk somu lønarhækking, sum løg
maður, so varðveitir hann kortini
gyltu pensjónina. So nýggi løg
tingsformaðurin fekk soleiðis bæði
í posa og sekk.
Tí fregnaðist Sosialurin hjá hon
um, um hann vildi broyta pensjóns
skipanina hjá løgtingsfólki, so hon
samsvarar henni hjá landsstýris
fólki – so sum floksformenn siga
varð avgtala.
– Tað hevur verið ómetaliga nógv
at gjørt, síðani tingið fór til arbeiðis
eftir valið, so hetta hevur ikki verið
á skrá, segði løgtingformaðurin
okkum 11. januar í 2017.
– Eg eri komin í ein sess, har eg
ikki sjálvur havi sett treytirnar. Tað
sama kann sigast um tey nývaldu
tingfólkini. Tey eru vald á ting til
treytir, sum vóru kendar framm
anundan, segði Páll á Reynatúgvu.
Men løgtingsformaðurin ásann
aði tó, at okkurt má gerast rættu
liga skjótt.
Hann vísir á, at tá ið viðurskiftini
hjá landsstýrisfólkunum nú er
broytt, so er eisini neyðugt at
broyta viðurskiftini hjá tingfólki,
tí nógv hava sitið í báðum støðum.
– Sjálvur haldi eg, at broytingin í
viðurskiftum hjá tingfólkum átti at
verði broytt samstundis sum tann
hjá landsstýrisfólkum. Hetta var
ikki gjørt tá, so vit noyðast at gera
okkurt við viðurskiftini, segði løg
tingsformaðurin.
Men nú sløk tvey ár seinni hev
ur enn einki verið at frætt um,
hvørt løgtingsformaður ætlar at
fremja hesar broytingar.
Páll á Reynatúgvu vil í dag einki
siga við Sosialin um málið. Hann
hevur púrt onga viðmerking, sigur
hann.
Sum vit vísa á á næstu síðunum,
so liggur ein risastór útreiðsla hjá
Løgtinginum og bíðar, tí talan er
um hundraðtals milliónir, sum
Løgtingið skal rinda løgtingsfólki
í eftirløn. Hjá landsstýrinum
vaksa hesar útreiðslur ikki, tí við
uppskotinum hjá Kaj Leo Holm
Johannesen eru viðurskiftini
broytt soleiðis, tá landsstýrisfólk
fara úr starvi, so kosta tey ikki
landskassanum eina krónu í eftir
løn, tí tá er alt goldið.
Miðalstarvsaldurin hjá løgtings
fólki í dag er 8,7 ár.
Um løgtingsfólk í staðin fyri
tænastumannapensjón fingu 15
prosent í pensjónsinngjaldi, so
kostaði eitt løgting upp á átta ár
nógv minni í pensjónum, enn at
tað ger í dag.
Tí um tingfólk fingu 15 prosent
í pensjónsinngjaldi, so kostaði tað
góðar 68.000 kr um árið fyri hvørt
tingfólk. Tað hevði verið 2,2 milli
ónir um árið, ella 18 milliónir upp
á átta ár.
Tingfólk, sum hava sitið 8 ár á
tingið hava rætt til tænastumanna
pensjón, sum tá er 36 prosent av
lønini í 38. lønarflokki. Tann pen
sjónin er í dag 13.632 krónur um
mánaðin frá pensjónsaldri og
restina av lívinum – umframt tað,
at eftirsitandi maki fær 75 prosent
av hesum, tá viðkomandi doyr. Siga
vit, at tingfólk liva í miðal 20 ár sum
pensjónistar, so kostar tað 3,3 milli
ónir fyri hvørt tingfólk ella 108 mill
iónir fyri tey 33 fólkini.
Eyka byrðan hjá landskassanum
er tí 90 milliónir krónur, sum kom
andi skattaborgarar skulu gjalda.
Gylta pensjónin: Eingin
broyting hómast enn
Fyri sløkum tveimum árum síðani segði løgtingsformaðurin, at
okkurt mátti gerast rættiliga skjótt við løngar- og pensjónsvið
urskiftini hjá tingfólki. Enn er einki uppskot komið