Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-09, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. november 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. NOVEMBER 2017 SOSIALURIN 131 14 DANJAL AV RANA T að var Finnbogi Ísak­ son, tingformaður, sum í 1999 legði upp­skot fram um at broyta pen­sjóns­ við­urskiftini hjá løg­tings­monnum. Teir fingu tá eina fitta lønarhækkan umframt at pensjónin bleiv gjørd lík eini tænastumannapensjón. Tað vil siga, at løgtingsmenn, tá teir røkka pensjónsaldri, fáa 60 pro­sent av síni tingmannaløn útgoldna sum eftirløn, restina av lív­inum. Tá teir doyggja, fær mak­in 75 prosent av eftirlønini, til hann eisini doyr. Umframt hetta, so kunnu løgtingsmenn, um teir røkka ávísar fortreytir, fara frá sum 60 ára gamlir. Hetta stendur í sterkari andsøgn til pensjónsnýskipanina, sum sam­ gong­an júst hevur lagt fram, har millum annað pensjónsaldurin verð­ur hækkaður. Eisini er hetta í sterk­ari andsøgn til landsstýrisfólk, hvørs pensjónsskipan bleiv broytt í 2014. Kaj Leo Johannesen, løgmaður, legði tá fram uppskot um at broyta pensjónsviðurskiftini hjá lands­ stýrismonnum. Hetta uppskotið bleiv samtykt við teimum 19 atkvøð­unum hjá táverandi sam­ gongu, meðan andstøðan, sum er ver­andi samgonga, atkvøddi blankt. Nýskipanin gjørdi, at lands­ stýrisfólk rinda 15 prosent av lønini í eftirlønargjaldi, meðan tey sita í landsstýrinum. Tá tey ikki sita í landsstýrinum longur, kostað tey ikki landskassanum nakað heldur. Núverandi skipan fyri tingfólk er líkt eini tænastumannaeftirløn. Fyri hvørt ár, ein tingmaður situr á tingi, fær hann 4,5 prosent av lønini í eftirløn. Frá níggjunda árinum lækk­ar hetta til trý prosent. Tað vil siga, at tá tú hevur sitið á tingi í 16 ár, hevur tú vunnið rættin til fulla tænastumannaeftirløn, sum er 60 prosent av lønini. Hesa eftirlønina fært tú frá 67 ára aldri og restina av lívinum. Tá tingfólkið doyr, fær makin 75 pro­ sent av eftirlønini útgoldið restina av lívinum. Í ávísum førum kunnu tingfólk fara frá við eftirløn fyrr, niður í 60 ára aldur. Tá skal aldurin pluss tvær ferðir starvstíðin í ting­ inum tilsamans blíva minst 95 ár. Tað vil siga, at um ein vil frá sum 60 ára gamal, skal ein hava sitið á tingi síðani ein var 43 ár. Skal ein frá sum 65 ára gamal, skal ein hava sitið á tingi síðani ein var 50 ára gamal. Lønin hjá løgtingsmonnum er 37.866 krónur um mánaðin. So ein tingmaður, sum hevur sitið í 16 ár á tingi, fær 22.719 krónur útgoldnar í eftirløn. Miðalstarvstíðin í verandi løg­ tingi er átta ár. Um vit nýta hetta sum útgangsstøði, vil ein miðal løg­tingslimur fáa 36 prosent (átta ferðir 4,5 prosent) í eftirløn ella 13.632 krónur um mánaðin, 163.581 krónur um árið. Hetta merkir, at eitt miðal løg­ ting kostar 5,4 milliónir krónur í eftir­løn um árið eftir verandi skip­an. Liva hesi tingfólkini í 20 ár eftir at tey eru farin frá, kostar verandi skipan landskassanum 108 milliónir krónur í eftirløn, bara fyri hesi 33 tingfólkini. Hvør er so munurin á hesum og tí skipan, sum er galdandi fyri lands­stýrisfólk? Eitt landsstýrisfólk fær, oman á løn sína, 15 prosent í eftirløn. Tá ein ikki longur er í landsstýrinum kostar ein tí ikki landinum nakað longur. Lat okkum fara aftur til miðal­ løg­tingslimin omanfyri. Um eftir­ løn­in verður broytt líknandi tí hjá landsstýrisfólkum, so hevði hann fingið 15 prosent í eftirløn av síni løgtingsløn, sum svarar til 5.680 krónur. Í eitt ár hevði hann tí kostað 68.159 krónur ella 545.270 krón­ur alla sína tíð í løgtinginum. Fyri eitt fult løgting kostar eftirløn í átta ár tí 18 milliónir krónur. Altso 5,4 milliónir krónur um árið eftir verandi skipan, tað er yvir 100 milliónir um tey liva í 20 ár, ella 18 milliónir krónur fyri tey átta árini, tey sita á tingi, um skipanin verð­ur broytt. Her er altso ein spar­ing at heinta upp 90 milliónir krón­ur. Um vit strekkja dømi til at um­fata fleiri átta ára skeið, verður sparingin jú enn størri. Kunnu spara 90 milliónir krónur Stórar sparingar eru at heinta, um eftirlønarskipanin hjá løgtingsmonnum verður broytt. Núverandi eftirløn Við vanligari eftirløn Løn 37.866 krónur 37.866 krónur Starvstíð í Løgtinginum 8 ár 8 ár Eftirløn 36 % 15 % Kostnaður fyri landskassan 156.998 krónur um árið, 65.416 krónur um árið, restina av lívinum so leingi tú situr í løgtinginum TEMA: Løn og pensjón hjá politikarum