Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-09, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. november 2017síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. NOVEMBER 2017 SOSIALURIN 131 15 Allir flokkar á tingi er sinnaðir at broyta eftirlønina hjá løgtingsmonnum. Bíðað verður eftir formansskapinum. DANJAL AV RANA T að tykist, sum at undir­ tøka er í Løgting­in­um fyri at broyta pen­ sjón­irnar hjá løg­tings­ monn­um. Sosial­urin hevur verið í samband við floks­for­menninar og eru teir á ein­um máli um, at tíðin nú er búgvin at endurskoða pen­ sjón­irnar á Vaglinum. Jenis av Rana og Høgni Hoy­ dal halda báðir, at pen­sjóns­við­ ur­skiftini hjá løg­tings­fólki eiga at broyt­ast, so at tingfólk eisini hava somu pensjónir sum onnur í samfelagnum. - Sjálvandi skulu ting­fólk hava líknandi pen­sjón­skipan sum lands­ stýris­fólk og onnur í samfelagnum, sigur Jenis av Rana, for­mað­ur í Miðflokkinum. Hann heldur, at nú sam­gongan hevur lagt eina um­fevnandi pen­ sjóns­ný­skip­an fram, sum rakar mest sum allar føroyingar, hevði tað verið ógvuliga hósk­andi, um lóg­gevararnir eis­ini settu sjón­eyk­ una á seg sjálvar. - Hví skulu ting­fólk fáa gyltar tænastu­manna­pen­sjónir, tá onn­ur fólk mugu rinda sína egnu eftir­løn og bara kunnu droyma um at fáa sama útgjald, tá tey ger­ast pen­ sjónistar, sigur hann. Høgni Hoydal, formaður í Tjóð­veldi, hevur verið tætt at ar­ beið­inum við nýggju pen­sjóns­ skipanini. Sam­bært honum hevur tað alla tíðina ligið sum ein fortreyt fyri henni, at pen­sjónsviðurskiftini hjá ting­fólkum eisini verður broytt. - Løgtingsformaðurin arbeiðir við einum upp­skoti, sum skal broyta pen­sjónsviðurskiftini hjá løg­tingsmonnum, so hon eis­ini veð­ur í tráð við pen­sjón­s­ný­skip­ an­ina, sigur Høgni Hoydal. Hann heldur, at upp­skotið hjá Kaj Leo Holm Jo­hann­esen, sum broytti pen­sjóns­viðurskiftini hjá lands­stýrisfólkum var skila­gott og um ikki annað hevði verið eitt gott útgangs­støði til eina nýggja pen­ sjónsskipan hjá løg­tings­fólkum. - Tingfólk skulu ikki hava eina aðra pen­sjóns­skipan enn onnur í sam­felagn­um, bara tí at tey eru vald á ting í nøkur ár. Tey eiga at javn­setast við øll onn­ur, sigur Høgni Hoydal. Ein leivd frá fortíðini Jørgen Niclasen, formaður í Fólka­ flokkinum sigur, at tænastu­ manna­eftirlønin hjá tingfólkum er ein leivd frá fortíðini, sum eigur at broytast. - Vit hava eina leivd frá gamlari tíð við tæn­astu­mannaeftirlønum og gongdin er, at vit royna at sleppa okkum av við hes­ar. Tey, sum vóru tæn­astumenn blivu sátt­mála­sett, og nú er tíð kom­in at hyggja eftir tænastumannaeftirlønunum hjá tingfólkum. Tað hevði verið eins skilagott at broytt eftirlønina hjá tingfólki sum tað var at broyta hana hjá landsstýrisfólkum, sigur Jørgen Niclasen. Hann heldur tað vera sjálvsagt, at eftirlønarviðurskiftini hjá ting­ fólkum eisini verður broytt. - Ger man eina pensjónsreform fyri allar føroyingar, má hon væl­ saktans vera galdandi fyri allar før­oyingar. Tí kundi tað verið skila­gott, at pen­sjón­irn­ar hjá ting­ fólk­um eisini blivu endur­skoðaðar, sig­ur Jørg­en Nicla­sen, formaður í Fólka­flokk­inum. Jógvan Skorheim er yngsti fast valdi tinglimur og formaður í Sjálvstýri. Hann viðgongur bart út, at hann hevur ikki hugsað so nógv um eftirlønarviðurskiftini hjá sær, men er eisini fyri at broyta støðuna hjá tingfólkum. - Jú, tá nú ein pensjónsnýskipan er á skrá hevði verið hóskandi at endurskoða gyltu pensjónirnar hjá løgtingslimum eisini og eisini hækkað pensjónsaldurin hjá løg­ tings­fólkum, sigur hann. Hann viðmerkir tó, at í ávísan mun verða pensjónirnar hjá løg­ tingsmonnum raktar av ný­skip­ anini. - Mótrokningin í grund­upp­ hædd­ini fer jú at raka løgtings­lim­ irnar eisini, sigur hann. Hetta er avtalubrot Poul Michelsen, formaður í Fram­ sókn er púra greiður. - Tað var ein greið avtala, at eftir at eftirlønin hjá landsstýrisfólkum bleiv broytt, skuldi farast und­ir at broyta eftirlønina hjá løg­tings­fólk­ um. Eg dugi ikki at skilja, hví tað skal taka yvir tvey ár at gera hesa broyt­ingina, sigur Poul Michelsen, for­maður í Framsókn. - Eg havi í fleiri ár heitt á Páll á Reynatúgvu og formansskapin um at broyta eftirlønina hjá løg­ tings­fólkum, eins og gjørt bleiv við eftirlønina hjá lands­stýris­fólk­um, sigur Poul Michelsen. - Vit lovaður, at tá man broytti eftir­lønina hjá lands­stýris­monn­ um, var tað ein nátúrlig fyglja, at eftir­lønirnar hjá løgtingsmonnum eisini skuldu broytast. Tað var ein greið avtala tá, og eg skilji als ikki, at har er nakað at ivast í, sigur Poul Michelsen. Hann heldur, at um formans­ skap­urin ikki leggur nakað fram, men súltar uppskotið, so eiga løg­ tings­menn sjálvir at leggja eitt uppskot fram. - Formansskapurin sigur, at teir arbeiða við tí, men eg veit ikki, hvat er so trupult at arbeiða við, at tað hevur tikið tvey og eitt hálvt ár. Eg haldi, at hatta er at loypa frá av­taluni um, at tá vit broyttu tað hjá landsstýrinum, skuldu tær hjá løg­tinginum eisini broytast, sigur Poul Michelsen. - Framsókn hevur tað kláru meining, at eftirlønin hjá tingfólki skal tillagast til eitt støði, sum vit kunnu verja yvirfyri restina av samfelagnum, sigur formaður í Framsókn. - Eg haldi, at eftirlønin skal broyt­ast á sama hátt sum tann hjá lands­stýrisfólkum, tað vil siga, at eftirlønin verður til ein fastan inngjaldssats eins og hjá øðrum arbeiðandi fólki, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum. Hann skjýtur upp, at sama nevnd, sum endurskoðaði lønar- og eftir­lønarviðurskiftini hjá lands­ stýr­inum, verður sett at gera tað sama fyri løgtingsfólk. - Tað er altíð keðiligt, tá løg­ tings­fólk skulu sita og viðgera sína egnu løn og eftirløn. Tí haldi eg, at vit kundu sett somu nevnd at gera eitt tilmæli, sum er objektivt, rætt og rímiligt, og so kunnu tingfólk atkvøða um tað, sigur Aksel V. Johannesen. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa fatur á Bárði á Steig Nielsen, for­manni í Sambandsflokkinum, men samanumtikið eru allir hinir floks­formenninir fyri at broyta eftirlønina hjá tingmonnum – teir bíða bara eftir formansskapinum. Um­ hugsi at leggja upp­ skotið fram Kaj Leo Holm Johannesen umhugsar at nýta sama leist at broyta eftirlønina hjá løgtings­ monnum, sum hann gjørdi við lands­ stýris­fólkum. DANJAL AV RANA Kaj Leo Holm Johannesen, fyrr­ ver­andi løgmaður, var tann, sum tók stig til at broyta pen­ sjóns­skip­anina hjá lands­stýris­ fólki í 2014. Hann um­hugs­ar nú at leggja sama upp­skot fram, gald­andi fyri pen­sjóns­viður­ skift­ini hjá løg­tings­fólki. - Styrkin við tí uppskotinum er, at eingir politikkarar hava verið við í viðgerðini. Tað var ein uttanvelt nevnd, sum legði upp­skotið fram, tað vil siga, at eing­in politikkari hevur havt fing­arar við í spælinum, sigur hann. Kaj Leo Holm Johannesen setti meina nevnd at endur­ skoða lønarlagið og pensjóns­ við­ur­skiftini hjá landsstýris­ fólki, og uppskotið bleiv sam­tykt av táverandi sam­ gongu, at koma í gildi tá nýggj stjórn tók við. Fyrsta gerðin hjá Akseli V. Johannesen, løgmanni, var tí at seta í gildi lógina, sum hækk­aði sína egnu løn og broytti pensjóns­viðurskiftini. - Tað bleiv sagt, at løgtings­ for­maðurin arbeiðir við einum upp­skoti, men nú er rúm tíð longu farin, so spurningurin er, um eg skuldi funnið mítt upp­ skot fram aftur, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Flokkarnir eru sinnaðir at broyta eftirlønina Eg haldi, at hatta er at loypa frá av­ taluni um, at tá vit broyttu tað hjá lands­ stýrinum