Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-09, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. november 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. NOVEMBER 2017 SOSIALURIN 131 16 EYÐUN KLAKSTEIN V aksandi handilin við tollfríum smápakkum úr útlandinum leggur alsamt størri trýst á handils­lívið í Føroyum, og nú mæla løg­tingsfólk til, at okkurt verður gjørt við ójøvnu kappingarstøðuna, har stórar altjóða fyritøkur kunnu senda pakkar tollfrítt til Føroya, meðan føroyskt handilslív má gjalda avgjald á øllum innflutningi. – Seinastu árini er handil um­ vegis netið eksploderaður. Tað er ómakaleyst at sita við telduna og klikkja nakrar ferðir, og síðani fáa vøruna til dyrnar. Vit njóta øll gott av hesum, men ójavna kapp­ ing­arstøðan oyðileggur føroyskt handilslív, og nú mugu vit gera okkurt við hetta, sigur Bárður Kass Nielsen, løgtingsmaður fyri Sjálvstýri. Eisini formaðurin í Sam­bands­ flokkinum heldur, at kappingar­ støðan hjá føroyskum handilslívi er órímilig. – Internethandil er vaksandi, og eg dugi væl at skilja føroyskar fyri­tøkur, sum eru misnøgdar við stóra floymin av mvg-fríum pakk­um, sum koma til landið. Summ­ir føroyskir handlar hava ikki ein kjans at yvirliva við hesi ójøvnu kappingini, og avleiðingin verður, at vit fáa færri handlar í FLOYMUR AV TO PAKKUM KROYS FØROYSKT HAN Tollfríir smápakkar úr Kina leggja alt størri trýst á føroyskt handilslív. Kappingarstøðan er so ójøvn, at okkurt má gerast við hana, halda summi løgtingsfólk. Onnur eru ímóti broytingum. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum sigur seg arbeiða við málinum, men vil ikki lova nakra ávísa loysn Føroyskt handilslív er undir trýsti av vaksandi innflutningi av tollfríum pakkum undir 300 krónur