Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-09, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. november 2017síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. NOVEMBER 2017 SOSIALURIN 131 17 Føroyum, og spurningurin er, hvør tá er vinnarin, sigur Bárður á Steig Nielsen. Løgtingsmaðurin Bill Justinus­ sen heldur, at núverandi skipan er góð og eigur ikki at verða broytt. – Hetta er ein góður møguleiki hjá føroyingum at fáa fatur í einum øðrum úrvali enn tí, sum er at finna á handilshillunum í Føroyum. Prís­ ir­nir eru lagaligir, og ikki minst yngri fólk hava gleði av hesum møgu­leika. Vit eiga at varðveita hend­an møguleikan, sigur Bill Just­ inus­sen, sum umboðar Mið­flokk­in í løgtinginum. Vilja broyta skipan Keypir tú eina vøru úr útlandinum, sum kostar 300 krónur ella minni, fært tú vøruna til landið uttan at gjalda toll, avgjøld ella mvg. Handilin við tollfríu smá­pakk­ unum úr Kina og aðrastaðni er sera nógv vaksin, og hóast Posta, sum flytur flestu av hesum tollfríum pakk­um til landið, ikki vil upplýsa mongdina av pakkum, eru øll samd um, at hesin handil hevur verið nógv vaksandi seinnu árini. Vanligar vørur at keypa í altjóða nethandlum eru klæði, skógvar, tøkni­lutir og búnýti. Mikudagin setti løgtings­mað­ ur­in Bárður Kass Niel­sen lands­ stýriskvinnuni í fíggjar­mál­um munn­ligan fyrispurning um málið í løg­tinginum. Hann heldur, at føroyskt vinnulívið líður alt meiri undir tollfríu pakkunum. –  Føroyskt handilslív sleppur ikki at kappast á jøvnum føti, tí handl­arnir mugu rinda avgjald av øllum sínum innflutningi, og síðani áseta prísin eftir tí. Samstundis sleppa stórar, altjóða fyritøkur und­an tolli og mvg, tá ið tær senda vørur fyri 300 krónur ella minni til Føroya. Hetta er ójøvn kapp­ing, sum leggur stórt trýst á før­oyskt handilslív, sigur Bárður Kass Nielsen. –  Eg ynski ikki at seta múrar upp og steðga privatkeypum úr út­landinum, men handilslívið í Før­oyum má sleppa at kappast á jøvnum føti við útlendsku fyri­tøk­ urnar. Altjóða fyritøkurnar fram­ leiða í nógvum førum sína vøru í lond­um, har kostnaðarstøði er sera lágt, og harafturat sleppa tær und­an tolli og mvg í Føroyum, sigur hann. Markið fyri tollfríum inn­flutn­ ingi hjá privatfólki er 300 krónur, og Bárður Kass Nielsen kennir seg ikki vísan í, at loysnin er at lækka hetta markið. –  Ein loysn kundi verið at givið føroyskum handilslívi somu treytir, sum tær útlendsku fáa. Spurn­ingurin er, hvat ber til tekn­ iskt, men hetta kjakið kann ikki bara enda við einari niðurstøðu um, at skipanini ikki kann tryggja javna kapping. So mugu vit hyggja eftir skipanini, sigur Bárður Kass Nielsen. Einfaldari Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum og næst­ for­maður í fíggjarnevndini hjá løg­tinginum, heldur, at okkurt má gerast við ójøvnu kappingina mill­ um føroyskt handilslív og altjóða fyri­tøkur. – Vit vilja ikki steðga inter­net­ handli, men tað skal verða jøvn kapp­ing, og tað er tað ikki í dag. Tí er ein loysn at geva føroyskum handl­um somu treytir sum teim­ um útlendsku, so at vørur undir 300 krónur eru mvg-fríar. Ein onn­ur loysn er at taka 300-krónur markið burtur og áseta mvg uttan eyka­gjøld á allar vørur, sum verða inn­fluttar til Føroya, sigur Bárður á Steig Nielsen. – Handilsvinnan hevði verið nøgd, um hon bert fekk somu treyt­ ir sum tær útlendsku fyritøkur, sum hon kappast við, sigur hann. Formaðurin í Fólkaflokkinum, sum eisini er fyrrverandi lands­ stýris­maður í fíggjarmálum, held­ ur, at ein einfaldari avgjaldsskipan kundi bøtt um støðuna. Jørgen Niclasen vísir á, at tá ið virðið á pakk­um fer upp um 300 krónur, skulu fólk gjalda toll, mvg og ómaks­gjøld, og tí verður samlaða upp­hæddin á avgjøldum órímiliga stór. –  Eitt hugskot kundi verið at hækka markið úr 300 krónur og kanska upp í 500 krónur og ásett eitt av­gjald á 25 prosent – og eingi onn­ur gjøld – fyri allar hesar vørur, so var tað nógv einfaldari fyri bæði keyp­arar og umsiting, segði Jørgen Nicla­sen í løgtinginum mikudagin. Góð skipan Bill Justinussen, sum umboðar Miðflokkin í fíggjarnevndini hjá løgtinginum, tekur ikki undir við at broyta skipanina við tollfríum innflutningi av smápakkum. – Handilslívið í Føroyum verð­ ur noytt at tillaga seg til altjóða­ gerðina og ein broyttan heim. Til­ laging er ein treyt fyri at yvirliva í so nógvum viðurskiftum. Eg eri bert lutvíst samdur í, at kapp­ing­ ar­støðan er ójøvn, tí føroyskar fyri­tøkur kunnu keypa inn frá heil­sølum fyri ein prís, sum enda­ brúk­arin í Føroyum ikki kann keypa inn fyri, sigur hann. – Hetta snýr seg líka nógv um, at handilsfólk eru dugnalig at fáa fatur á teimum bestu prísunum á marknaðinum. Føroyskt handilslív er tætt knýtt at donskum ketum ella altjóða ketum, sum umvegis donsk umboð seta vørur á hillarnar í Før­oyum. Samstundis flýtur verð­ in yvir av framleiðarum og veit­ar­ um, sum vit einki kenna til, tí vit hava so tætt tilknýti til danskar agent­ar, sigur Bill Justinussen. Hann sær ikki nakra orsøk til at gera nakað við møguleikan hjá fólki at innflyta tollfríar smápakkar. – Fólk fáa við hesum møguleika at keypa inn úr allari verðini og ikki bert at keypa tað úrvalið, sum ein danskur agentur hevur sett á hillarnar í Føroyum. Hetta snýr seg ikki um neyðsynjarvørur, men heldur um vørur, sum føroyingar longu í stóran mun keypa, tá ið teir eru staddir uttanlands, sigur Bill Justinussen. –  Føroyskt handilslív hevur eisini í øðrum føri gleði av altjóða­ gerðini, tí tað koma nógv fleiri útlendingar til Føroya nú, og teir gerast eisini kundar hjá føroyskum fyritøkum, meðan teir eru her. Bill Justinussen heldur, at 300 krónur markið fyri tollfríar pakkar eigur ikki at lækkast, og tað nýtist ikki at hækka. – Markið er á einum hóskandi støði. Fyri landið loysir tað ikki loysir seg at krevja avgjøld inn, tá upphæddirnar eru so smáar, tí umsitingin av tí kostar tað sama, sum fæst inn í avgjøldum, og tí kann brúkarin heldur fáa gleðini av hesum møguleika, og so má handilslívið tillaga seg eftir tí, sigur Bill Justinussen. Kristina Háfoss, landsstýris­ kvinna í fíggjarmálum, segði í løg­tinginum mikudagin, at toll­fríi innflutingurin kann vera kapp­ing­ ar­avlagandi. –  Aðrastaðni er markið lægri enn 300 krónur, men tað er eisini eitt trýst frá brúkarum um at fáa markið hækkað. Í løtuni hava vit ongar ítøkiligar ætlanir um at broyta 300-krónur markið ella skip­anina, men vit viðgera málið innanhýsis, segði Kristina Háfoss. 300 krónur markið Vøra, sum kostar 300 krónur ella minni at keypa úr útlondum, íroknað frakt og møguliga trygging, er frítikin fyri øll onnur gjøld. Tú fært hana uttan at skula gjalda avgjøld, toll ella mvg. Nøkur undantøk eru fyri vørusløg, ið gjalda punktgjald – til dømis góðgæti, bakstur og fýrverk. Kostar vøra meira enn 300 krónur við frakt og trygging, verður hon tollað. Tað merkir, at tá koma í flestu førum 25% í mvg omaná. Harumframt koma avgreiðslugjøld hjá TAKS og flutningsfelagi. Alt eftir, hvat fyri vøru, ið talan er um, og í hvørjum landi, hon er framleidd, kanst tú eisini koma til at skula rinda toll og punktgjald. OLLFRÍUM STIR NDILSLÍV Skal tollfrítt keyp av pakkum undir 300 krónur steðgast? DØMI UM NETKEYP Keyp undir 300 kr. Vøra 250 kr. Frakt 50 kr. Samanlagt 300 kr. Kostnaður 300 kr. Eingin tollur ella mvg verður lagt omaná Keyp yvir 300 kr. (úr Kina) Vøra 260 kr. Frakt 50 kr. Samanlagt 310 kr. Tollur 10% 31 kr. Mvg, 25% av 341 85 kr. Avgreiðslugjald 30 kr. Kostnaður 456 kr. Keyp yvir 300 kr. (úr Týsklandi) Vøra 260 kr. Frakt 50 kr. Samanlagt 310 kr. Tollur 0 kr. Mvg, 25% av 310 87 kr. Avgreiðslugjald 30 kr. Kostnaður 418 kr.