Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-09, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. november 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. NOVEMBER 2017 SOSIALURIN 131 18 Erla greiðir frá: S amrøðan um, nær tann stóri dagurin skuldu verða, var ofta uppi at venda hjá okkum. Vit vóru bæði av­ klár­aði við, at tað skuldi verða vit bæði, men tann brennandi spurn­ ing­urin var bara nær. Tað kann tykj­ast torført at fáa tað økon­ om­iska at hanga saman, tá man er lesandi, so ikki at tala um at halda eitt stórt brúdleyp. Tá vit so settu okkum niður at kanna hetta gjøll­ ari, vísti tað seg, at vit kundu fáa tað peningaliga at hanga saman hó­ast alt, og samstundis fáa okkara dreyma­brúdleyp. Eftir hetta var tað ein løtt avgerð hjá okkum, at tað so skuldi verða í summar – 17.08.17 og var okkara fíggjarætlan um­leið 100.000 kr. Hesa avgerð eru vit ovurfegin um. Bárður skurðslaði sær knæið í Berlin hehe. Eg hevði altíð droymt um tað traditionella, har maðurin fer niður á knæð, so eg argaði hann eitt sindu av og á, at hann enn hevði tíð at yvirraska meg. Tó visti eg ikki, hvat eg skuldi vanta, tí vit høvdu í mai mánaða 2017 tikið av avgerðina um, at tann stóru dagurin skuldi verða í august 2017, so tíðin var heldur knøpp. Eftir at vit bæði høvdu fingið summarferiu gekk leiðin til Berlin, har vit høvdu planir um at slappa av áðrenn fyrireikingarnar. Í Berlin gingu vit viðhvørt framvið gullsmiðir, har eg sjálvandi líka mátti hyggja í vindeyguni. Bárður spurdi hvørjaferð inntil hvørjar ringar mær dámdi best, so eg hugsaði sjálvandi mítt, at kanska tað fór at eydnast. Tó hevði eg aldrin vantað at tað fór at verða í Berlin, tí nær skuldi hann keypa ein ring? Ein av teimum síðstu kvøldunum í Berlin fóru vit ein langan gongutúr sum vant. Tá vit komu niðan á eina brúgv steðgaðu vit á fyri at njóta útsýnið eina løtu yvir vatnið. Á veg oman av brúnni leggi eg til merkis at Bárður brádliga gongur aftanfyri meg. Tá eg snari mær á fái eg ikki tíð til at reagera, hvat í veruleikan hendir. Áðrenn eg veit av er hann niðri á knæ frammanfyri mær, so eg má siga, at eg bleiv ordiliga tikin av bóli og eg varð sera málleys, glað og yvirraskað! Har vóru nógvar kenslur upp á fá sekund. Hóast avgerðin longu var tikin, so var hetta als ikki nakað eg hevði forvantað hendi í Berlin. Hetta gjørdi Berlin túrin enn meira ógloymandi, og romantiskan. Hann fortaldi mær eftir hetta, at hann hevði keypt ringin dagin fyri vit fóru avstað til Berlin – og tá fall fimmoyra, hví hann var so seinur úr arbeiði tann dagin – haha. Veitslan, sum var hildin í Bygd­ ar­húsinum í Leirvík, var ein av teimum klassisku – borðhaldið byrjaði kl. 18.30 og endaði kl. 23. Har vóru fleiri talur, felagssangir – har harmonikan rungaði – og ikki minst undirhald – alt frá skógva­ spæl til høgir hattar, ið framførdu uppi á balkongini. Eftir borðhaldið dans­aðu vit brúðarvals, síðan brúð­arvísu og kvæði, og hereftir byrj­aði dansurin og hol var sett á brúð­arkøkuna, sum Køkur v/Jórun Skor­heim hevði gjørt, og hereftir køku­borð. Hóast tað var hóskvøld, hildu fólk á líka til áleið kl. 03.00, og hetta hildu vit var sera passaligt. Vit høvdu eisini videograf við til vígslu og veitslu. Hann var dugna­ ligur til at fáa allar løturnar við, og tað verður óivað stuttligt, at vit framyvir, kunnu síggja aftur á, hvussu dagurin var. Vit eru sera takksom fyri øll sum vóru við til á ymiskan hátt at gera okkara stóra dag ógloymdandi. Bæði eru vit samd um, at hesin dagurin ikki kundi verið betri. Ein sera væl eydnaður dagur frá einum enda í annan. Hóast vígslan var ein hósdag, so vóru vit bilsin og sera ovurfegin at síggja so nógv fólk í kirkjuni – hetta gjørdi løtuna enn meiri hátíðarliga. Frá at vígslan, sum var í Fugla­ fjarðar kirkju, endaði og til veitslan byrjaði, tóku vit brúðarmyndir. Tað var sera stuttligt, og vit eru ovurfegin fyri, at vit valdu at hava fotografin – Eybii myndir – við allan dagin. Vit vóru so heppin, at fáa alskyns veður. Tað var sera skift­andi, har tað bæði var stilli og BRÚDLEYP.FO ERLA & BÁRÐUR Erla Erlingsdóttir Midjord er 23 ár og úr Fuglafirði, ímeðan Bárður Midjord er 24 ár og kemur úr Runavík. Tey møttu hvørjum øðrum í Keypmannahavn á Oyrasundskollegiunum – bæði í lestrarørindum. Erla flutti niður í februar 2015 ímeðan Bárður flutti niður í februar 2013. Tey kendu ikki hvønn annan áðrenn tey fluttu niður, men høvdu tey tó fleiri felags vinfólk. Bárður nemur sær kandidatútbúgving innan manskinverkfrøði og Erla nemur sær bachelor útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur – bæði mangla 1 ár av sínum lesnaði.