Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-09, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. november 2017síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. NOVEMBER 2017 SOSIALURIN 131 19 vindur, og alt frá regni til turt veður og bláan himmal. Bæði hendan løt­ an og sjálvar myndirnar eru góð og gullverd minnir, eins sum allur dag­ urin, heilt fra byrjan til enda. Vit hava longu brúkt nógvar tímar at blaða tær ígjøgnum. Vit hava bæði altíð ynskt eitt stórt brúðleyp, og hildu vit ikki, at vit skuldu avmarka tað við at bjóða, av tí tá er skjótt at gloyma onkran. Orsøkin vit ikki valdu vælkomst var, tí vit fegin ynsktu at vita hvussu nógv og hvørji komu. Hetta gjørdist orsøkin at vit valdu tilmelding og høvdu umleið 200 fólk meldað seg til. Tað er stutt­ligt at síggja hvørji hava hug at verða við at hátíðarhalda dagin sam­an við okkum – av tí at tað altíð vilja vera nøkur, sum ein ikki ímynd­aði sær fóru at tilmelda seg, ið yvir­ raska og øvugt. Bárður og Erla greiða frá: Bárður: Eg havi altíð havt tann hugburð, at eg sum brúðgómur, átti at verið í føroyskum klæðum. Tað er okkurt serligt vi tí. Einasti trupulleikin var, at eg ikki sjálvur eigi búnan enn. So skjótt, vit høvdu avgjørt nær stóri dagurin skuldi verða, fór eg í holt við at kanna møguleikarnar. Eg fekk lænt alt uttan skógvar frá einum systkinabarni, men eftir­ sum at vit eru bústødd niðri, varð tað eitt sindur trupult at vita um støddirnar passaðu. Skógvarnar hugsaði eg ikki um beinanvegin. Vegna arbeiði niðri, so kom eg ikki heim til Føroyar fyrr enn 05 August. Fyrsta dagin fekk eg so endi­liga roynt klæðini, sum eg hevði fingið fatur á. Tey vóru alt ov stór, og tey kundu jú ikki seymast til, tí eg ikki átti tey sjálvur. So aftur at leita. Ikki fyrr enn eina viku áðr­ enn sjálvt brúdleypið, funnu vit ein búna, sum ein familjulimur í ver­familjuni átti – hvíti vesturin var við, og tað sat sum stoypt. Eftir hetta kom eg í tankar um, at skógv­arnir jú eisini skuldu finnast. Nú vóru góð ráð dýr. Leitingin fór í gongd aftur, og skógvarnar funnu vit úti á Nesi. Eitt sum fær okkum at smílast og halda hetta er eitt stutt­ligt minni, er tí at sjálvur tók eg hetta sera lætt, ja kanska alt, alt ov lætt spyrt tú onkran í mínari familju. Ongin nevndur, ongin gloymdur – haha. Tað besta við degnum var, at hoyra Erlu siga ja í kirkjuni! Vit halda eisini bæði, at løtan inn eftir kirkju­gólvinum var sera rørandi, og ikki minst tá vit góvu hvørjum øðrum okkara ja! Erla: Eg keypti mín brúðarkjóla frá ’Nikolai brudekjoler’. Í Danmark við­mæla tey, at man bíleggur sín brúðarkjóla í sera góðari tíð, tvs. minst 6 mánaðar áðrenn brúð­ar­ dagin. Hetta gjørdi meg nervøsa, tí eg hevði bert 8 vikur. Eg tók eina góða vinkonu við mær og eftir 2 tímar og eini 10 kjólar, so var kjól­ in funnin. Eg fekk møguleika at ”keypa hann av akslatrænum”, so eg fekk hann við beinanveg. Eg var sera væl nøgd, tí tað var akk­ur­át kjólin, sum eg altíð hevði ímyndað mær, at eg skuldi giftast í. Sjálvan brúdleypsdagin, hevði Rann­veig Gregersen Hansen gjørt mítt hár, Heidi Nolsøe Samuelsen hevði sminkað mær og Janjira L. Gaard­ bo hevði gjørt mínar negl. Eg var sera væl nøgd við úrslitini og allar tríggjar eru sera dugnaligar, so úrslitið bleiv eisini hareftir. Eisini var eg sera glað fyri mína brúðarbukett, ið Blómuhandilin Flora í Klasvík, eigur æruna av. Brúðarferðin Áðrenn brúdleypsavgerðin var tikin, høvdu vit longu bílagt ferð til Berlin. Av tí sama vóru ikki pengar til enn eina ferð eftir brúdleypið. Bert tveir dagar eftir vit vóru gift, fleyg maðurin aftur til dk, og visti at eg kom seks dagar seinni. Tað sum hann ikki visti var, at eg hevði frammskundað mína flogferð. Tá hann kom úr arbeiði tann dagin, hevði eg dekkað borð, gjørt døgverða og dessert om­an­á. Hetta gjørdi, at vit fingu nakr­ ar góðar og avslappandi dagar í Keyp­mannahavn, áðrenn skúla­ resið byrjaði aftur. Tað hevur sera stóran áhuga fyri okkum bæði, at ferðast, so har er eingin ivi í, at tað eru nógvar ferðir fyri framman. Góð ráð: Njótið dagarnar fram til brúdleypið og njótið dagin, tí hann gongur nógv skjótari, enn ein heldur. Sjálvi eru vit eisini sera glað fyri at vit valdu at rað­festa video- og foto­graf. ”Øvelse gør mester” Hóast man altíð kann finna okkurt at peika á, so var dagurin einki minni enn fant­astiskur. Vit høvdu als ikki vilja broytt nakað. Vit eru eisini glað fyri, at vit valdu Eybii myndir. Hann byrjaði at taka myndir tíðliga á morgni, tá eg (Erla) bleiv pyntað, til víglsuna, brúð­armyndir bæði innan- og utt­an­dura, móttøkuni, og til veitsluna. Vit eru sera glað fyri at vit raðfestu góða myndatøku, so vit hava tað til minn­is um dagin framyvir, eins og við videografinum FRÁ BRUDLEYP.FO FRÁ HEIMASÍÐUNI BRUDLEYP.FO Í NÆSTUM KANST TÚ LESA ALT UM BRÚDLEYP Í FØROYUM Á IN.FO, TÁ IÐ BRUDLEYP.FO VERÐUR LAGT Á IN.FO!