hósdagur 9. november 2017síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. NOVEMBER 2017
SOSIALURIN 131
20
T
að tykist vera eitt fyri
brigdi nógva staðni í
nútíðar vesturheimin
um, at stórur munur er
á tí, sum flestu stóru fjølmiðlar
bera fram, og so fólksins meining.
Eitt dømi er, tá flestu stóru bretsku
fjølmiðlar í 2016 vóru vísir í, og í
nógvum førum argumenteraðu
fyri, at bretar fóru at verða verandi
í ES. Men fólkið vildi nakað annað!
Fyri liberalt hugsandi fólk og
fólk í býum kann tað sýnast, í
fyrsta umfari, at munurin millum
tað, ið fjølmiðlar bera fram, og
fólksins meining stendst av, at
konservativt hugsandi fólk og
fólk í útjaðaranum ikki eru nóg
væl upplýst. Somuleiðis kann tað
sýnast fyri konservativt hugsandi
fólk og fólk í útjaðaranum, í fyrsta
umfari, at gjógvin er íkomin av, at
miðlarnir arbeiða fyri einari ávís
ari politiskari agenda, og at teir
eru innsóvsaðir í politiska korrekt
heit. Politiski teinkjarin Hannah
Arendt ræður okkum í slíkum før
um at hugsa djypri enn soleiðis
eitt fyribrigdi sýnist fyri okkum í
fyrstu syftu!
Gjógvin millum miðlarnar
og fólksins meining, meti eg,
kann partvíst forklárast við, at
Arendt greiðir frá, at teori og
praksis hava vaksið seg burtur
frá hvør øðrum. Hannah Arendt
argumenterar fyri, at sund-
urskilingin millum teori og praksis
hevur røtur heilt aftur til Platon,
sum á ein óhepnan hátt skilti hugs
anarheimin frá dagliga lívinum hjá
fólkinum. Sum ein fylgja av hesari
sundurskiljan er samfelagið vorðið
soleiðis háttað, at politikararnir,
embætisfólkini, akademikararnir
og leiðararnir taka sær av teoriini,
og síðani tekur “tann meinigi mað
urin” sær av tí praktiska.
Einfalt sagt, so sæst munurin á
teori og praksis aftur í omanfyri
nevnda fjølmiðlafyribrigdi við,
at vanliga fólkið hugsar mest av
øllum við støði í teirra gerandisdegi
meðan miðlarnir hava lyndi til at
vera mest av øllum akademiskir.
Hetta herðist síðani av, at miðl
arnir gerast so áhugaðir í teoret
iskum søgum og vinklum hjá øðr
um miðlum, at teir skriva til hvønn
annan og gloyma tann ytra mót
takaran úti í samfelagnum, ið livir
í einum verkligum gerandisdegi.
Hannah Arendt mennir ígjøgn
um sítt lív ein alternativan hugs
anarhátt, sum skal mótvirka, at
teoriin verður isolerað frá praks
isini. Hon forklárar, at ístaðin fyri
uppbýtið hjá Platon, skulu vit
heldur hugsa, at jørðin áleggur
okkum: strev (labor), arbeiði (work)
og at fara til verka (action), og at
vit við okkara hugsanarvirksemi
kunnu: grunda (thinking), vilja
nakað saman (willing) og gera eina
meting (judgement).
Eg meti, til tess at minka um
gjónna millum miðlarnar og fólkið
kann hugkveikjan serliga fáast frá
arendtska virkseminum at fara til
verka (action) og grundan (think
ing).
Arendt sigur, at við virkseminum
at fara til verka má tað at fáa hug
skot og at føra hugskotini út í verki
flættast betur inn í hvørt annað.
Hon sigur, at tað, sum skal binda
hesi bæði hugskotsvirksemi sam
an, eru samtalurnar, vit hava við
hvønn annan. Hon fer enntá so
langt sum at siga, at tað at fara
til verka, mest av øllum, fer fram
í samtalum! Hervið er ein brúgv
skapt millum teori og praksis.
Arendt sigur tó, at tær samtalur, vit
hava við hvønn annan, avgera bert,
hvat vit fara at føra út í verki, um
fólkini leggja sær eina við at tosa
út frá, hvussu tey hvør sær hava
upplivað eitt umtalað fyribrigdi
møguliga flættað við onkra teori,
mann hevur atgongd til, men bara
um teoriin ikki mótsigur ta uppliv
ing man hevur.
20
TÍÐARGREIN
UM GJÓNNA
MILLUM FÓLKSINS
MEINING OG
FJØLMIÐLARNAR
- og hvussu brúgv kann byggjast við hugkveikjan
frá politiska teinkjaranum Hannah Arendt
Kronikkur eftir Jóhannes Miðskarð, Ph.D. og adjunktur í námsfrøðiligari
leiðslu, Námsvísindadeildin, Fróðskaparsetur Føroya
Teldupostur: johannesm@setur.fo
Heimasíða: http://setur.fo/setrid/um-setrid/starvsfolk/employees/johannesm/
Eg ráði til,
at meiri av
verkseminum at
fara til verka má
nýtast í sambandinum mill
um miðlarnar og fólkið, sum
merkir, at báðir partar mugu
koma meira og djúpari á tal við
hvønn annan út frá tí, sum tey
hvør sær hava upplivað í teirra
gerandisdegi.